Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mars 1992síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ítróttur Miðvingur útihýstur í eitt heilt ár Starvsnevndin í ÍSF hevur givið einum miðvingi leikbann í hond- bólti til 1. apríl komandi ár, eftir at hann hevði elvt til rok í sambandi við ein 5. deildardyst á Giljanesi Ein heilt vanligur hond- bóltsdystur í 5. deild í itr- óttarhgllini á Giljanesi 2. februar í ár millum MB og VB endaði í røttum dramatikki, og hevur nú kostað einum miðvingi eitt ára leikbann frá øllum hondbólti — galdandi til 1. apríl 1993. Tað, sum hendi, var í stuttum tað, at miðvingur- in fyri eitt ella annað mis- brot varð rikin av vølli í teir obligatorisku tveir minuttimar. Hetta loypu so mikið stóra ødi í hann, at hann fór beina leið út og sløku alt ljós í høllini. Í øllum hesum skilinum máttu so menn í myrkrinum royna at trilva seg fram at ljós- kontaktini fyri at fáa ljós- ið aftur. Langt um leingi eydn- aðist tað eisini, men tá ljósið kom aftur, var mið- vingurin enn íikki kølnadur, og tók hann tå við báðum hondum um kvørkrarnar á gðrum dómaranum, sum mist luftina og mundi siglt av í øllum rokinum, áðrenn menn komu upp ímillum og fingu teir báðar sundur. Nóg mikið var kortini ikki við hesum. Síðani tók miðvingurin og sparkaði ein av spælarunum hjá VB í búkin, áðrenn tað endi- liga lagt um leingi eydn- aðist at fáa bilbukt við hann og frið aftur í høllini. Hendingin, ið var sera álvarslig, hevur ferðast í øllum 'systeminum”, og er nú stóða tíkin til málið í starvsnevndini hjá ISF, har gjørt er av, at madurin ikki skal hava loyvi at íðka hondbólk innan nakra HSF-kapping hetta næsta árið — heilt fram til 1. apríl 1993. hj. Sponsormålid: Einki nytt enn Enn hevur ISF ikki av ålv- ara havt målid um spons- oravtaluna millum TB og Statoil til viðgerðar, hóast tosað hevur verið leysliga um hetta mál í starvs- nevndini hjá ÍSF. Sosialurin skilir, at ætl- anin var at hava ein fund í Havn fyrrapartin í gjár millum formannin í TB, Knút Nygaard, formannin í FSF, Torleif Sigurðsson og formannin í ÍSF, Heðin Mortensen. Hesin fundur varð tó útsettur til seinni, tí ikki bar til at fáa allar á fund í gjár. „Hetta er eitt rættiliga trupult mål, ið vit fegnir vildu fingið loyst uttan, at tað gerst fløktari, enn tað er longu nú,< sigur FSF- formaðurin, Heðin Mort- ensen. >Tað, sum TB hev- ur spurt okkum í ÍSF um er heilt konkret, um teir kunnu verða koyrdir úr kappingini ella ikki, og ti má greiði fáast á, so vit fáa svarað teimum aftur upp á tann spurningin.< Heðin Mortensen sigur fyri Sosialinum, at hann heldur hetta mál fyri ein stóran part hoyra undir um FSF SJ Vi 10 loyst mál « ni Mynd: Absalon Hansen Ingi Bjørn Albertsson, venjari hjå FC Vali: Feroysku spælararnir bædi sterkir og skjótir „Eitt lið, sum vinnur 1—0 á Eysturríki og spælir javnleik 1—1 móti Norð- urírlandi, er eitt gott lið. Sum er tørvar føroysku splararunum kanska at hava verið eitt sindur meira aman, og enn vant- ar eitt sindur í at fáa tað flótandi spælið at koyra, men tað kemur óivað, tá teir eru í eitt sindur betri venjing“. Venjarin hjá íslensku steypavinnarunum FC Vali, ið sunnudagin vunnu 3—0 á føroyska fótbólts- landsliðnum, Ingi Bjern Albertsson, er hverki negdur ella énøgdur við úrslitið av dystinum, men kortini sýnir hann føroy- ingum virðing, og hann tykist greiður yvir, at tað, ið feroyska liðið megnaði at vísa á Svangaskarði als ikki var nærhendis tí, ið liðið kann, tá formurin er í hæddini. „Í fyrra hálvleiki byrj- aðu vit betur, og vit hevdu tað mesta av spæl- inum, meðan ikki gekst so væl hjá føroyska liðnum“, sigur hann. >Men í seinna hálvleiki lá betur fyri hjá teimum at skapa nakað, meðan okkara spæl datt niður og steðgaði upp at kalla«. Islendingarnir: Javnari dystur Hóast hvørki islendsku spælararnir ella venjarin kenna nakað sum helst annað til KÍ, uttan at hetta er foroyska meistaraliðið frá 1991, tykjast teir ikki hava so góðar vónir um eitt gott úrslit í tí dystinum, hóast ikki stóð á at vinna 3—0 á lands- liðnum. „Eg vænti, at vit fáa ein harðan dyst móti KÍ, tí :esin dysturin verður spældur á grasliki, og tað i r it ikki so vanir viða sigur ein av i iregor Um veturin venja vit kanska einaferð } | m vikuna á graslíki, og eru vit meira vanir við At íslendska liðið nú heldur ikki kundi vísa seg frá síni sterkastu síðu, var eisini eyðsæð. Liðið hevur higartil í ár bert spælt tríggjar venjingardystir, og enn er ein góða leta, til íslendska landskappingin byrjar í síðstu viku av mai mánaði. Harafturat kem- ur so eisini, at FC Valur á ferðini hendan vegin vant- ar einar fimm av spæl- arunum, ið eru í frægara endanum. »Vøllurin var betri at spæla á, enn eg hevði væntað frammanundan, nú vit í ár bert eina ferð hava verið á grasvølli yvir í Íslandi, og tann vellurin var ikki so góður, sum hesin hjá tykkum er núe, sigur Ingi Bjørn Alberts- son. »Men ikki bert vøllur- in var góður. Tað haldi eg eisini, at føroysku spælar- arnir eru. Eg legði til merkis, at hóast venjing- arsteðan enn ikki er í hæddini, so eru feroysku spælararnir bæði sterkir og skjótir, og tilfar er avgjørt í liðnum til at fáa onkur úrslit afturat, ið kunnu koma eitt sindur óvæntað á onkran. hj. rættiligt gras. So av tí at okkara mótstaðulið er vant við vøllin, rokni eg vi, at vit fáa dygga mót- stødu — bert útfrá tía, Venjarin hjá FC Vali, Ingi Bjørn Albertsson, er ikki ósamdur við hann um hetta: >Ég rokni eisini við, at tað verður strævið hjá okkum, og helst verður talan um ein nakað javnari dyst. Eisini tí at eitt lið sum KÍ eigur at vera meira samanspælt enn landsliðið, ið — sum eg skilji — ikki hevur verið so nógv saman til venjingar og sovorðið undan hesum dystinum. At tríggir av spælarunum hjá KÍ nú vóru við á landsliånum. og onkur annar eisini somuleiðis, at KÍ sindur frá særa Dysturin í Klaksvík í k man ve vanliga er tað tert fyri at býta eitt hj. BARA TR GR