Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-03-31, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mars 1992síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A %* 3 á i OA Venjingarstødan hjå flestu leikarunum er ov vånalig, og landsliðið megnar ikki at bera saknin av forstopparunum báðum, Mikkiali Danielsen og Tummas Eli Hansen. Íslendingar eru fótbólts- liga á hægri stødi enn før- oyingar, og Valur er komið longri í venjingini til fótbóltsárið 1992 enn føroyska landsliðið. Hitt fyrra vistu vit, og hitt seinna fingu vit staðfest í dystinum á Svangaskarði. Íslendingarnir vóru tryggari á bóltinum, skjótari í spæluppfatan og at renna, og teir vóru gjøgnumgangandi sterk- ari í nærdýstum, bæði á jørdini og í luftini. Tí er einki at siga til, at teir vunnu greiðan 3—0 sigur, sum í 1. hálvleiki kundi gjerst tvífaldur, um vit døma út frá uppløgd- um meguleikum, men herjarnir vildu hava eina smarta samanspæling aft- urat, ella var tað Kaj Leo, sum bjargaði einar tveir tríggjar upplagdar megu- leikar. Uppspælið til málini, sum komu innanfyri 10 min., var í vinstru síðu. Gamli veikleikin hjá Kaj Leo, at meta um, nær leypast skal út eftir inn- leggum, kostaði fyrsta málið, sum Gregory stút- aði í bleytan boga. Hini bæði vóru skotin ávika- vist fu 18 og 16 metra fjarsteðu. At sigurin ikki gjørdist sterri, skal ivast fyrst og fremst síggjast sum tekin um, at tað í seinna hálv- leiki tyktist trupult hjá valamonnum at taka upp- gávuna í tí álvara, sum skal leggjast í ein hvenn O—1: Antony Carl Gregory (25. min.) 0—2: Salih Porca (27. min.) 0—3: Herður Már Magnússon (36. min.) Feroyska liðið: Kaj Leo Johannesen, HB Jóan Petur Olsen, GÍ Oluf Mortensen, TB Jóannes Jakobsen, VB Jan Dam, HB Todi Jónsson, KÍ Magni Jarnskor, GÍ Abraham Hansen, B68 Øssur Hansen, B68 Kåri Reynheim, B36 Jan Allan Miller, VB Útskiftingar í seinna hálvleiki: Kurt Merkere inn fyri Jóan Petur Olsen, Harley Bertholdsen inn fyri Kára Reynheim Jens Martin Knudsen inn fyri Kaj Leo Johannesen og Jákup Símin Sir on- sen inr fyri Jan Dar dyst fyri at fáa maksimalt buturúr. Okkara menn hevdu einki at siga. Í 1. hálvleiki tevdi Jan Allan ov leingi, tá meguleikin beyðs, og málverjin bjargaði væl fløtum sparki frá Magna eftir óbeinleiðis fríspark í brotsteiginum. Annars vóru eingir málmeguleik- ar. Nýggj verja Samanspælið hekk illa saman. Tá má kennast aft- ur, tá Allan Merkere (burturstaddur), Tummas Eli (skaddur) og Mikkjal (sjúkur) eru burtur úr verj- uni. Jóan Petur Olsen á hegra vongverja og Jan Dam og Oluf Mortensen sum iðverjar royndu teirra besta, men trygdin og tyngdin í samanspældu verjuni var ikki har. Jóannes klárar seg við góðu plaseringsevnunum, hann ger ikki mistek, men skrúvan er rættiliga tung, men tað vita vit verður betur! Bestir vóru Abraham og Todi á miðvellinum. Hin fyrri í vanda leiklutinum, har hann megnar at halda bóltinum, at spjaða spælið og at vinna fleiri nærdyst- ir, hin seinni við at vísa síni evni at fara sjálvur og við defensivt at fylla nógv meir fyrsta tíman, enn vit hava sæð frá hansara síðu. Saman við Magna Jarn- skor tyktust hesir báðir vera teir, ið vóru best fyri, tá tað ræður um treyst- leika. Royndin at lata verju- leikarar sleppa markering- unum, tá okkara menn hava bóltin, eydnaðist ikki nakað serligt. Flestu leikararnir tykjast hava stórar trupulleikar við grasinum. M.a. hetta ger, at nógvir óneyðugir bóltar verða mistir á veg fram, og tá tú ert seinni enn mótsteðumaðurin er vandamikið at liggja ov langt frá honum í slíkari steðu. Gamla stílin Um góðar 3 vikur er Brendby mótsteðuliðið. Teir eru komnir nógv longri í fótbóltsárinum enn Valur. Okkara menn verða betri fyri tá, enn teir eru nú, men vit kunnu ikki vænta annað, enn stórt trýst á okkara lið, og tískil at farið verður aftur til gamla stílin, har bóltferar- in á mótsteðuliðinum verður settur undir trýst av fleiri monnum, og har markeringsleikararnir ongantíð sleppa sínum monnum. Neyvan fara vit í fleiri HM dystum at ganga burtur frá tí spælistílin- um, og við Mikkjal og Tummas Eli aftur í verj- uni verður úrslitið kanska ikki heilt við síðuna av. Men allar týdningar- miklast er, at liðið og hóp- urin verður í góðum standi, tá tað ræður um at berjast fyri minst megu- liga tapinum í Bukarest. -nn- Mynd: Absalon Hansen einki SA * 1 Sunnudagin kl. 15 fara føroyska fótbóltslands- liðið og 1. manslid hjá GI at spæla ein vælger- andi venjingardyst í Gundadali. >Tað hevur verið eitt ynski frá fleiri av landsliðsspælarunum, at teir vildu sleppa at spæla ein sovorðnan dyst fyri at heiðra minni um Poul Enok Hansen, og gjøgnum atgongumerkjasgluna frá dystinum at kunna veita teimum avvarandi eim fíggjarligan stuð- ul,< sigur Jákup Si- monsen, lidleidari á landsliðnum. >So ágóðin av atgongu- merkjasøluni fer 6- skerdur til tey avvar- andi hjá Poul Enoki, einkjuna og sonin, ið eftir sita.< At tað er GÍ, ið verð- ur hitt liðið, er náutúr- ligasta ting av verðini, ti eisini har var Poul Grasvellurin á Svangaskarði, ið stórt sæð ikki hevur verið brúktur síðani í heyst, fekk einki nevniverdugt mein av, at 25 mans runnu á honum í hálvanannan tíma sunnudagin. Vallarverðurin Debus Hansen gekk aftan á dystin og hugdi at vellinum, men hann læt bara væl at: »Eg hevði fryktað fyri, at tað fór at verða verri, men eg síggi ikki nakran snudd á sjálvum vellinum, hóast grasið akkurát nú ikki er upp á tað besta til dystarbrúk=. Hann sigur, at í storminum herfyri kom sandur túkandi niðan á vøllin av skráninginum niðanfyri, og at grasið ikki hevði tað alt ov gott tá. Men nú er tað við at koma fyri seg aftur, og er lýðka í luft- ini komandi vikurnar, kemur gróður í, so hann verður í besta standi, tá Brendby kemur higar at spæla venjingardyst móti landsliðnum undan fyrstu avbjóðingini í HM-undankappingini móti Rumenia niðri í Bukarest. Vælgerandi venjingardystur í Gundadali sunnudagin: Minnast Poul Enok hj. Enok ein av grund- studlunum i mong harrans ár á 1. deild. Á landsliðnum var Poul Enok eisini leingi, og við føroysku litunum á búnanum spældi hann 13 dystir og skjeyt eitt mál móti danska veteranlandsliðnum í Gundadali í 1987. tå hann skjeyt føroyska sigursmálið til 3-2. Tað er í samráð við leiðsluna í GÍ, at dyst- urin verður spældur í Havn, ti har verður roknað við meira fólki ul dysun. HB tekur sær av innkrevjingini, og B36 letur hús til um- klæðing og annað sambandi við dystin. Í sambandi við dystin hevur onkur ax spælarunum á lands- liðnum, ið annars ikki fær verið vid í løtuni, ynskt at vera við í hóp inum.