Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. apríl 1992síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 69 — 8. apríl 1992 tiðindablaðið Brúka hæði p- pillara og hit — tí tá fæst eisini verja móti møguligum smitt- andi sjúkum, eru ráðini, Marner Simonsen hevur at geva ungari gentu, ið fregnast eftir fyribyrging ímóti at gerast við barn Ogvuliga ilt I FYggin Tey seinastu tvey árini havi eg av og á fingið ógvuliga ilt í ryggin. Eg gerist púra skeiv og havi ilt um lendarnar, í høgru mjødn og høgra beini. Læknin sigur bara, at tad fer at lagad seg, og tad ger tað eisini. Men tað kemur altíð aftur, og síðst var eg næstan lamin í 4-5 dagar. Er eingin viðgerð fyri hetta? Ella okkurt fyri- byrgjandi? Ryggbrotin Í íverri nevna tygum ikki, hvussu gomul tygum eru, og heldur ikki hvat arb- eiði, tygum hava, ti ofta stendst sovorðin ryggja- pína av arbeiðinum, tí at ryggurin kanska er ov veikur, og ai tygum beiða skeivt hava keiva arbeiðsstóðu. Tað er oftast tað, ið gevur irupulleikar við rygginum eg vildi rått tygum til at fingið nakað, sum eitur ryggjaskúli og eisini ryggjavenjingar. Tað ber til at fáa h siotera- peuti, eitt nú á fysiurgisku deild á Landssjúkrahús- inum. Um tygum eru i ti eldra endanum, kunnu vera møguliga aðrar or- sókir til, so neyðugt verður at taka eina róntgenmynd av mjødn og lendum. Marner Hvat er tað tryggasta? Eg eri ein 15 ára gomul genta, ið eina ferð havi verið saman við einum drongi í song. Tá brúkti hann hít. Nú er tað, at eg gjarna vil hava at vita, um hit er tað tryggasta, ella um tað er betri, um eg sjálv nýti okkurt fyribyrgj- andi, so sum pessar, p- pillarar, spiral ella okkurt annað? Hin unga Her vil eg ráða til, at tú sum 15 ára gomul fer at bíða nøkur ár enn, ti tú skalt verja títt undirlív so leingi sum møguligt, ti trupulleikarnir kunnu ger- ast Størri seinni, um tú byrjar fyrri. Men um tað gerst neyðugt hjá tær at hava samlegu, so kundi hít verið nóg mikið, men fyri at vera heilt vissur, vildi eg nýtt p-pillarar eisini — og hann hít — fyri at byrgja fyri møguligum smittandi sjúkum Marner Lívmóðurin er afturvend Ég eri ein kvinna, sum havi tikið p-pillarar síðani 1980, eftir at eg hevði átt eitt gentubarn. Eg gavst at taka p-pillarar fyri umleið trimum árum síðani, og brúki einki fyribyrgjandi nú. Hvussu er møguleikin fyri at gerast við barn, tá lívmóðurin vendir aftureft- ir? Kann nakað gerast fyri at fáa lívmóðurina upp á pláss aftur — og hvat kann gerast við tað? Ein, ið roynir Tað, at lívmóðurin vendir aftureftir hevur einki upp á seg, og er tað vanligt, eftir at ein hevur átt. Møguleikin fyri at gerast við barn er púra óbroyttur av teirri orsøk. Men tá tygum hava tikið p- pillarar í nókur ár, kann ganga upp í eitt ella tvey ár hjá summum at hava móguleika at gerast við barn aftur. Tað er gjørligt at venda lívmóðrini aftur men tað vildi eg ikki rátt til at gjórt, uttan so, at stórir trupulleikar vóru av hesum. Einstakar konur hava trupulleikar av, at lívmóðurin vendir aftur- eftir, og er tað pína — og serliga pína í sambandi við samlegu. Um tað ikki er, er púra óneyðugt at gera nakað við hetta. Marner Blóð kom út við sáðnum Fyri einum mánaði fann eg útav, at blóð kom út saman við sáðnum. Hetta havi eg annars ongantíð áður lagt til merkis. Eg eri 28 ára gamal, og geri eg rættiliga nógv við at onanera, tí tá gerist eg betur upplagdur o.s.fr. Onkuntíð kenni eg pínu, tá eg fái avgonguna. Hvat er á vási við mær. Onan At blóð er saman við sáðnum, kann týða uppá, at okkurt er galið onkun- staðni, annaðhvort í stein- unum ella aðrastaðni, har sáðið kemur ígjógnum. Tí eigur sáðið at verða kann að, og tí eigur tú eisini at fara til lækna at fáa stein- arnar kannaðar. Talan kann vera um onkran ill- vøkstur í steinunum, eisini hjá heilt ungum. Tað er ikki altíð, at ein kann finna nakra serliga orsók, og heldur ikki er vist, at tað hevur nakað at týða, men betur er at fáa tað kannað, og ikki at ganga ov leingi við hasum. Marner —Heen | Í kveld kl. 20 fer ein fundur um seyð at verða hildin í skúlanum í Runavík. Við á fundinum verð- ur m.a. Jústinus Olsen, djórlækni, og fer hann at greiða frå um røkt av seyði, seyðasjúkur og ymist annað. Eisini verður høvi hjá teimum, ið koma á fund- | in, at seta fram spurn- = RS Seyðfundur verður Í Runavík í kvold ingar og annars koma fram við tí, teimum er upp á hjarta viðvíkjandi seyði. Fundurin er almennur, so ein og hvør, ið hevur áhuga fyri seyði og fæst við seyð hevur her eitt gott høvi at vinna sær kunnleika, ið kann ger- ast hentur. Sum skilst, er hesin fundur bert ein í rødini av fleiri, ið verða hildnir kring landið. Fyri nakað síðani var fundur um seyð hildin í Trongis- vági, og har var sera góð uppmøting. Tey, ið standa fyri fyrireikingunum av hes- um fundinum í Runavík í kveld kl. 20 vóna, at undirtøkan har fer at vera eins góð hj. Tróndur Leivsson við kekkinum millum teir báðar B úr L.C. Tórshavn. jarna Wilhelm og Jergen Kyster Skogrøkt Landsins Á samkomu herfyri sam- an við Lionsmonnum, fekk Tróndur Leivsson frá Skógrekt Landsins, hand- aðan ein kekk upp á 14.000 kr., sum var ágóðin fekk 14.000 kr. av jólatiltakinum, sum L. C. Tórshavn skipaði fyri í desember mánað.