Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 1992síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 80 — 29. apríl 1992 tíðindablaðið Ein at tosa vid Nýrafelagið i Føroyum fer nú undir nytt tiltak, sum er at tosa vid og stuðla nýrasjúklingum, sum skulu i dialysuviðgerð ella hava nýtt nýra Umleið 32 fólk vóru á aðalfundi í Nýrafelagnum, sum er deild av danska felagnum við sama heiti. Í løtuni fáa átta føroy- ingar dialysuviðgerð - fýra í Danmark og fýra í Føroy- um. Eini 10 fólk hava fingið nýtt nýra í Føroyum, og hóast vit ikki hava somt lóg sum danir við hetla- deydakriteriinum, so ber ul at lata nýru. Eini fýra tólk, sum eru deyð í Føroyum hava latið nýruni til Scandia Transplant í Dan- mark Hjá ngkrum (føroving um, sum hava fingið nýtt nýra, hevur familjan ella nærmastu avvarandi latið einum nýrasjúku Hini hava fingið nýra úr Danmark, har skurðviðgerðin eisini fer fram. Stuðulspersónur Ein teirra, sum hevur fingið nýtt nýra, er Odny Thomsen í Havn. Á ársaðalfundinum í Nýrafelagnum greiddi Odny Thomsen frá nýggj- um tiltaki innan felagið, sum er at stuðla nýrasjúk- lingum, tá sjúkan er stað- fest. Nýrafelagið í Danmark hevur skipað fyri skeið, har nýrasjúklingar hava fingið undirvísing í at stuðla gørum, og á hesum skeiði hevur Odny Thom- sen júst verið. T.v.s. at sjúklingurin kann venda sær til felagið, og har fáa upplýst ein per- són, sum viðkomandi kann fáa vitjan av. Tá er møgu- leiki hjá tí sjúka at tosa seg ul rættis við ein, sum hev- ur verið fyri somu sjúku viðgerð, sum hesin nú skal undir. Nógvir ósvaraðir spurn- ingar eru sjálvandi at fáa greiði á, og tað fæst best, um stuðulspersónur hevur roynt tað sama Hóast læknin eins væl kundi gjørt hetta arbeiði, so er tað kortini ikki so einfalt at fáa greiði á. Læknin veit um viðgerð o.a. í samband við sjúkuna, men hann hevur ikki á egna likam kent, hvussu tað er bráddliga ella sum frálíður, at fáa staðfest, at dialtsuviðgerð ella nýtt nýra er einasta loysn hjá einum sjúklingi. Sníkjandi sjúka - Hetta veit Odny Thom- sen og familja hennara til funlar. Tey vistu als einki um nýrasjúkur og noyddist at leita sær vitan - sum frá- leið hjá dialysusjúklingi, sum tey vistu um. - Frá hesari familju fekk familjan góðan stuðul, tå tað var teimum greitt, at Odny Thomsen noyddist í dialysuviðgerð Odny hevði ongantíð verið sjúk á naki an hátt, tá hon bráddliga í 1984 kendi seg so veikan fór til lækna. i homser og 101 Odny Thomsen: - Tad er so løgid vid nýrasjúku. Sjukan kemur so snikjandi, at tú gloymir, hvussu tað er at vera frískur. Tú hevur ikki ilt eila kann siga frá, hvussu tað beinleiðis kenn- ist, tá heilsan fer at bila. Odny Thomsen kendi seg ikki væl í 1984, tá hon fór til lækna at fáa hjálp. Læknin sendi hana til blóðkanningar, og tá segði læknin, at nýruni ikki virk- aðu á rættan hátt. Odny Thomsen: - Frá- greiðingin hjá læknanum segði mær als einki, men eg kendi á mær at hetta var ER DU NYRESYG? Nýrafelagið i Føroyum er nú eins og felagið í Danmark, farið undir tiltak at stuðla sjúklingum, sum skulu í dialysuviðgerð ella fáa nýtt nýra. Hóast læknin kann svara slíkum spurningum. so hevur hann ikki á egna likam kent, hvussu tað er at fáa staðfest Kli 230 VEL EIN DET nur eina sum sjálvur hevur verið fyri somu sjú/u Odny Thomsen: - Um tað kann ganga einum sjúklingi, so vil eg fegin rætta eina hjálpandi hond álvarsligt, hóast eg skúgv- aði tað frá mær. Læknin helt, at eg var ov tolin, og segði mær, at eg helst varð noydd at fara niður ul Danmarkar. Eg havi tá helst verið ógvuliga ússalig, men gáaði ikki eftir tí kortini, hóast eini tvey ár vóru farin, síðani eg hevði verið hjá lækna á fyrsta sinni. Tordi ikki at spyrja - Tá tú fer ul læknan í vanligari viðtalutíð, heldur tú ikki stundir eru at fara ndir rættiliga samrødu og eg fekk tí heldur íkki ukid meg saman til at fáa sannleikan at vita. Eg visti um dialysu- viðgerð, men hvussu tað fór fram og hvat hetta innibar, visti eg ikki, tå eg fór til Danmarkar til kann- ingar fyrstu ferð í 1986. Av ymsum orsøkum gekst ikki væl í hond at fáa dialysuviðgerðina at rigga. Odny Thomsen royndi trý ymisk sløg, til hon i 1987 fekk nytt nyra. Odny Thomsen: - Eg varð spurd, um eg var á- hugað fyri at fáa nýtt nýra, og eg svaraði játtandi bein- anvegin. Seinni komu iva- málini, um tað var etiskt rætt at gera tað. Eg kom í {ViSlfðu, LOSaði DET familjuna um hetta, og kom til ta niðurstøðu, at tað var rætta loysnin. Í 1987 fekk Odny Thom- sen nýtt nýra og viðgerðin eydnaðist væl. Í byrjanini var hon bang- in og hugsaði nógv um sjúkuna og skurðviðgerð- ina, men í dag, nú fimm ár eru liðin og hon bert fer til kanningar 3. hvønn mána- ða, hugsar hon ikki so nógv um tað meira. Nýrafelagið í Føroyum hevur sostatt fingið ein stuðulspersón, sum kann á- taka sær at tosa við sjúk- lingar um hesi viðurskifti. Rættir eina hjálpandi hond Á skeiðnum fekk Odny Thomsen undirvísing m.a. Mynd: Kalmar Orð: Dagny í kreppustóðum, samtalu- teknik og samskiftismál- um, sum skulu vera vid til at lætta um torføru um- stødurnar, tå sjúklingar skulu í dialysuviðgerð ella hava nýtt nýra. Danska nýrafelagið stóð fyri skeiðum, sum gevur skeiðluttakarunum prógv, at tey eru góðkend ul hetta arbeiði. A skeiðnum lut- tóku 19 fólk, harav 15 stó- ðu royndina og fingu prógv. Odny Thomsen: - Um tað kann gagna einum sjúk- lingi, so vil eg fegin rætta eina hjálpandi hond