mikudagur 13. mai 1992síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
S; 220
Atli Dam, floksformadur á landssteynu:
-
Eingin orsøk
heldur
at dylja yvir
|deologiskar
rupulleikar
-/'ad må vera hvørjum flokki sær loyvt at halda
sitt skjaldramerki høgt, men hetta må ikki
erkymla borgaran, so hann heldur, at viljin at
finna skilagóðar loysnir er viknaður, tí onkur
vil spæla politikk, segði Atli Dam,
f'oksformaður m.a. á landsstevnu floksins
Fickkurin hevur nú í eitt
gctt ár roynt hesa fyrstu
tv.ílokkasamgongu, hann
náarantíð hevur havt høvi
til at skipa og leiða.
1 mangan hátt hevur
senvinnan roynst væl,
hcast eki eru, har sam-
starvið kundi verið mun-
ar di betri, um allir og øll í
størri mun løgdu seg eftir
at útvega loysnir, heldur
m
enn at trysta so nógv á at
fáa egin sjónarmið ella
meira ideologiskt merktar
steður fram.
Men fáfongt er at
vænta, at tveir so ymsir
flokkar, har serliga sam-
starvsflokkur okkara hev-
ur fleiri nýggjar og polit-
iskt óbrýndar tingmenn,
skuldi kunna samstarva,
sum um teir knappliga
hevdu samansjóðað allar
teir djúptgangandi munir
í samfelagshugsan, bú-
skaparligum og politisk-
um grundsjónarmiðum og
menniskjanssýni í ein fe-
lags politikk, sum hverki
var sosialistiskt demo-
kratiskur ella høgravend-
ur liberalur.
Tað er heldur ongin
meining í at royna at dylja
ideologiskar trupulleikar
og loyvt má tí eisini verða
hverjum flokki sær at
halda sitt skjaldramerki
hegt; men tað torfera er at
gera hetta á ein hátt, sum
ikki erkymlar borgaran,
so hann heldur, at viljin til
at finna skilagóðar loysnir
er vikaður, tí onkur heldur
vil spæla politikk, tað veri
seg lokalt ella meira
grundleggjandi í politisk-
ari teori.
Segði, tá samgongan
var skipað, at eg metti
hesar báðar flokkar hava
dirvi til at reka neyðuga
politikkin í samfull fýra
ár, og at tað hevði tydning
fyri álitið heima í Fer-
oyum, men so sanniliga
eisini fyri umdemið uttan-
lands, og at búskapar-
steða okkara kravdi, at
…… Nr. 90 — 13. mai 1992
vit syndu, at vit eru ein
støduføst og stabil polit-
isk leiðsla, sum torir at
taka avgerðir, eisini tå tær
ikki hóva stórum pertum
av fólki okkara ella felags-
skapum í landi okkara.
Ynskti tí eisini, at
henda samgonga megnaði
at loysa sínar trupulleikar
innanhýsis og í minst
meguligan mun framdi
uppgerðirnar á opnum
leikpalli.
Royndirnar frá sam-
gonguni undan hesi, ið var
ein óslitin ferð frá eini
kreppusteðu til aðra, vóru
so ræðandi.
Hetta at sleppa til viks
at arbeiða við loysnum í
friði og náðum er ikki
lætt, og skal heldur ikki
vera tað í einum opnum og
demokratiskum samfe-
lagi, har fjølmiðlarnir sita
so nær, at tú valla fært
rekt egin erindi burturi
ella heima, uttan at hesi
skulu berast almenningin-
um.
Men av og á mugu vit
taka okkum rætt til at
nýta neyðugu tíðina
innanveggja til frítt og
djúptgangandi orðaskifti
og óhefta viðgerð, sum
røkkur úrsliti uttan at
steður verða læstar fast-
ar, tí loysnin ikki enn er
búgvin at bera fram, og al-
ment kjak tí heldur læsir
enn loysir.
Treytin má so verða tær
fáu ferðir hetta er neyðugt
— at lidna loysnin so verð-
ur veruliga lýst og grund-
að, so borgarin fatar tað,
sum fer fram og kann góð-
taka neyðug tiltek.
Rimiligt býti av
ágóða og byrdum
-Spurningurin er ikki bert at útvega 250 ella
300 milliónir. Eg vænti heldur, at trupul-
leikarnir daga meira fram, tá vit skulu fremja
tær strukturbroytingar og broytingar í vinnu-
ligum fortreytum, sum veruliga mugu henda.
Um kreppuna, og hvussu hon verður loyst, segði
Atli Dam:
Kreppan
Í letuni eru vit í eini slík-
ari samráðingarsteðu, har
ein sokallað búskapar-
kreppa krevur verunliga
djarvar, men skynsamar
avgerðir; men eg ivist
onga letu í, at vit finna
tær, taka vit okkum
stundir til at nýta viljan
til loysn.
Tá eg sigi sokallaða bú-
skaparkreppan, er tað ikki
ein roynd at gera trupul-
leikarnar minni enn teir
verunliga eru, men heldur
at siga, at nógva kjakið
um kreppu minkar
devaluerar — virðið av
orðinum kreppa, sam-
stundis sum tað í huga-
heiminum veksur um
sjálva kreppuna, og sum
frá líður eisini ger hana
sterri í verunleikanum.
At ein vantað vend nú
er íkomin viðvíkjandi utt-
anlandsskuld okkara, og
vit eru farin at gjalda aft-
ur, gevur okkum eitt skot-
brá til at umhugsa neyð-
ugu tiltekini enn betur.
Hesi skal eg taka upp
aftur seinni og nú bert
siga, at er uppgávan ein-
ans at útvega 250-350
milliónir í eykainntøkum
og sparingum, so greiða
vit tað; men eg ivist í, um
tað er spurningurin.
Vænti heldur, at trupul-
leikarnir daga meira fram,
tá vit skulu fremja tær
strukturbroytingar og
broytingar í vinnuligum
fortreytum, sum verun-
liga mugu henda, skulu
vit upp å longri sikt loysa
arbeidsloysistrupulleikar-
nar og bøta samlada bu-
skapin vid røttum for-
treytum fyri lenandi
vinnuvirksemið, eins og
vit tryggja rímiligt býti
av ágóða og byrðum.
Vit hava góðtikið at
siga, at júst í letuni mugu
útvegast 250-350 mill. kr.,
men hetta tal er ikki av-
geradni, tí tað kann lætt-
liga gerast bæði 100 og
150 mill. kr. minni ella
sterri.
Tit hava lagt til merkis,
at útflutningurin ektist
munandi í 1991 — og er
tað m.a. orsekin til gjalds-
javnaavlopið — og hetta
hendi ikki av sær sjálvum,
tí samstundis minkaði út-
flutningurin í nøgd.
Samgongan fekk bein-
anvegin i fjør framt lóg-
gávu, sum skapti karm
fyri eini umlegging og nú-
tímansgering av útflutn-
ingsframleiðsluni til
virðismeiri veru. Hetta
hevur hækkað góðsku-
steðið, samstundis sum
uppboðsselan hevur trýst
fiskaprísin væl upp um
tað, hann var við studn-
ingi íroknaðum árið fyri.
Sjålv lækkingin av
studninginum hevur virk-
að sama veg og minkað
studningstervin enn meir,
so vit nú hava prógvað, at
vit vóru rikin alt ov langt
út í sokallaða afturbering,
ið ikki var verunlig aftur-
bering, men heldur eitt
orð, sum agiteraði so fyri
sær sjálvum, at tú ikki
framdi neyðugar útrokn-
ingar fyri rímiligum karm-
um um hesa afturbering.
Nú skal viðgangast, at
príslegan uttanlands gav
góðan byr, og at vit enn
eru sera kenslusom fyri
lækkingum, tí ov lítil part-
ur av útflutninginum er
vidgjørd prísfastari vera;
men her gongur rætta
vegin og verður nøgdin av
slíkum verum í ár vónandi
eini 12.000 tons og 20.000
tons næsta ár, um tað á
nakran hátt er meguligt
at útvega nóg nógva rá-
veru.
Rekka vit hagartil, er
sloppið, og vit fáa frið og
stundir til at ganga longur
fram, tí prísmerktar
broytingar í útflutningin-
um verða færri.
Menningarlóggávan er
skapt, og ferir hon vón-
andi við sær skapandi
hugsjónir fyri útbygging
á ødrum økjum, sum ikki
eru so tengd at megintil-
feingi okkara — fiskinum.
Framhald á síðu 22