fríggjadagur 15. mai 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
re
Nr. 92 — 15./16. mai 1992
Sjónvarp Føroya
Dyra bididag kl. 21.35:
Tann svarta slangan
Oktober-kollveltingin í Moskva hevur
stórar avleiðingar fyri allan heimin.
Hetta merkir m.a. vápnahvíld í Ruslandi
og mótálop úr Týsklandi. Men hetta
kennist eisini í skotgrevunum vestan-
fyri, eisini hjá Baldrick, og hann verður
kollveltingarsinnaður. Hann kjakast
m.a. um, um Charlie Chaplin er stuttligur
ella ikki, og hann verður biðin um at
finna upp á okkurt stuttligt. Tá stendur
á hjá honum, men so hjálpir Bob honum.
Men hver er hesin Bob í veruleikanum?
Dýra biðidag kl. 22.30:
Ástaðið
Alan Caldwell (Sean Connery) er oberst-
løjtnantur og av tí gamla skúlanum. Tá
ið eitt morð verður framt, har hann starv-
ast, noyðist hann at samstarva við løg-
reglumannin Jay (Mark Harmon). Hetta
hóvar ikki Caldwell, og verri verður, tá ið
Jay fer at fjeppast uppi í dóttir hansara,
Donnu (Meg Ryan).
Leygardagin kl. 22.55:
Lóg og lógloysi
í Chicago
David A:
ams er ikki føddur at vera
juristur røttu megin lógina. Pápi hans-
ara, Izz yrams, hevur altíð verið sam-
an vi fiuni i Chicago, men David
gjørdi a fara rættarvegin. Tess meira
harmur verður hann, tá ið eitt vanligt,
vinarligt prát við Ray Luca elvir til, at
Luca brúkti tað, Abrams segði, at loypa
á Torello við. Hetta segði Abrams við
Luca og gav honum ein frammaná í ein-
ari matstovu. Og hetta fyrigevur Ray
Luca ikki. Hann læt Taglia gera nevndar-
atsókn við eini bilbumbu. Men tað gekk
útyvir Izzy Abrams, og David er 6lukku-
ligur um morðið á pápa sín
Sunnudagin kl. 21.30:
Nú grør...
Nú grenkar og kveldini eru vorðin ljós og
tað merkir at eigur tú ein grenan blett
uttan um húsini, so verða nógvar letur
brúktar til at halda hann. Vit hava verið
og vitjað í einum gomlum urtagarði í
Havn saman við húskinum, sum eigur
hann og Siggu Rasmussen, urtagarðs-
freðingi. Í hesari sendingini leggja vit
serligan dent á prýðisurtir og lok. Ætlan-
in er eisini at umreða runnar, vell og
kryddurtir í seinni sendingum úr sama
garði.
Sunnudagin kl. 22.10:
Børn drekans — 1:2
Australsk sendireð um ein mann, sum
leitar eftir einari framtíð. Hann kemur til
Kina, har alt er ein ruðuleiki, men har eru
eisini tvær kvinnur.
Lagt ti! rættis
Ella Smith Clementsen
Hittist á tif. 156 16
John Wayne, Dean Martin og Ricky Nelson
Síða 13
Týsdagin kl. 22.05: |
Síðsti útvegur
Enskur filmur frá 1889. Lyn (Lesley
Nightingale) er skild frá James (Bob
Peck) og er góð við Bernard (Denis Law-
son). Men Bernard er psykopat, og hann
oyðileggur skjótt alt teirra millum við
sínum harðskapi. Ein starvsfelagi býður
sær til at beina fyri Bernard
Rio Bravo
John Wayne spælir ein stóran leiklut í
hesum filminum. Hann spælir sheriffur,
sum saman við trimum av vinmonnum
sínum — einum drykkjumanni, einum
gomlum manni og einum ungum drongi,
verða hóttir, og tað tykist ikki sum teir
hava nakran meguleika
#
Hósdagin kl. 20.50: |
Carol og tey
Amerikonsk skemtisending við Carol
Burnett, sum ein kvinna, sum skal há-
tíðarhalda, at 25 ár eru liðin, síðani hon
varð studentur. Men í skúlanum var hon
ein drongur!
Kyndlarnr — 1-3
Svenski rithevundin Bjern Runeborg
hevur skrivað og leikstjórnað hesum
filminum, sum er í trimum pertum
Segan fer fram í einum lítlum býi í Sve-
ríki, og byrjar samstundis sum Elvis
Presley gevur út fyrstu plátu sína
Europa.
Krákan, sum er 17 ár, býr einsamallur
saman við mammu sýni, Siri, sum ikki vil
siga honum, hver pápi hansara er. Hon í-
myndar sær, at Krákan verður kendur
pianistur, og hon sendir hann til ymiskar
klaverlærarar.
Tá ið Krákan fær ein nýggjan klaver-
lærara, hin blinda Evert Gregor, kemur
hann uttan at vita tað í samband við
»Kyndlaberararnar«. Har er Gregor
uppii, og eisini nógv onnur týdningar-
mikil fólk, sum t.d. legregluovastin,
roknilærarin, rektarin, læknin, post-
meistarin og bókaverðurin.
Knappliga henda nógv morð í býnum,
og gentan hjá Krákan verður eisini drip-
in. Steðan í býnum er hættislig, og
Krákan er eisini í vanda.
Morgunlestrar
í Útvarp Føroya
18.—23. mai 1992.
Hesa vikuna lesur Henry Debes
Joensen å Argjum
Sålmar:
Månadagur 18. mai
nr. 271 Eg fátækur snúgvi mær, faðir
1. Mós. 4,15
Týsdagur 19. mai
nr. 547 Vår fadir, hoyr, eg bidi teg
Matt. 21,30
nr. 240 Halgi andi, ver mær hjå
Mikudagur 20. mai
nr. 549 Nú vakni øll úr svøvni glad
Matt. 21,28
nr. 257 Arbeid
ti náttin kemur
Hósdagur 21. mai
nr. 69 Jesus, kom og ver hjá mær
2. Kor. 5,17
nr. 163 Tá Kristus vár Guð
Fríggjadagur 22. maí
nr. 494 Ég vóna vil, ið hvussu fer
Leygardagur 23. mai
nr. 404 Himralski faðir! tín er allur
heiður
Jóhs. 16,23
nr. 394 Faðir vár í himnasølum