fríggjadagur 15. mai 1992síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Dýra biðidag kl. 18.35:
Teddy
Am. sjónvarpsfilmur frá 1986 við Kimb-
er Shoop, Susan Blakely og Craig T. Nel-
son í hevuðsleiklutunum. Hetta er segan
um Teddy Kennedy Jr., son Edward
Kennedy, sum tólv ára gamal misti ann-
að beinið orsakað av krabbameini. Hin
ungi Teddy veksur upp í eini verð, har
ítrótturin hevur stóran leiklut, og hvat
nú? Teddy gevur ikki upp
Dýra biðidag kl. 22.55:
Kojak
Fakkað verið Kojak verður ein higartil
ókendur narkotikahandlari drigin fyri
rættin. Akærdi rænir konu McNeil
Hann lovar at lata hana aftur, um hann
fær prógvini
Leygardagin kl. 14.35:
Men of Sherwood
Forest
Bretskur filmur frá 1954 við Don Taylor,
Reginald Beckwith, Patrick Holt o.e.
Segan fer fram í 1914, og Richard Leyvu-
hjarta, kongur, situr fangi í Týsklandi. Í
Onglandi leggur bróðir Richard, John,
ætlanir um eina samansverjing at taka
trúnuna, meðan bróðirin er burtur. Í
Sherwood skóginum ráða Robin Hood og
hansara men. Teir taka tað, teir halda
vera rættvíst, frá teimum, sum koma
framvið. Ein dagin verður John Fitzroy
myrdur í skóginum, og Robin verður á-
kærdur. Sir Saltire og greivin av Moraine
vita, at Fitzroy varð myrdur, tí hann ætl-
að at fara at fáa kong Richard leyslatr-
an
Leygardagin kl. 19.30:
Mephisto Waltz
Am. filmur frá 1971. Myles og Paula
Clarkson og níggju ára gamla dóttir
teirra, Abby, eru ein lukkulig familja.
Myles er ein miseydnaður pianistur, sum
arbeiðir sum tónleika-tíðindamaður. Ein
dagin skal hann hava samreðu við heim-
sins besta pianist, Duncan Ely. Ely og
dóttir hansara verða væl við familjuna
Clarkson. Men so frættir familjan Clark-
son, at Ely og dóttirin hava samband við
tað ónda. Tá ið Ely doyr, fær Myles allar
hansara eginleikar. Tá ið Abby doyr, ger
Paula sjálvmorð. Men ikki fyrr enn dóttir
Ely, Roxanne, og Mules gera eina av-
talu
Leygardagin kl. 23.30:
The Dirty Dozen:
The Fatal Mission
Am. filmur frå 1988. Hann snyr seg un
stríð móti nazismuni — men á Orientex-
pressuni. Hitler hevur gjørt av, at nakrir
sendast til Turkalands. Har skulu hesir
menn seta á stovn eitt »fjørda riki«. Alt
verður kallað »Operation Valkyria«. At
forða hesi óndu ætlan verða Wright
majorur og hansara tólv menn innkall-
aðir sum serdeild. Nazistabólkurin ferð-
ast móti Istanbul gjøgnum Jugoslavia
og Hellas vid einum serligum toki. I
friðartíðum var hetta hin kenda Orient-
expressin.
Sunnudagin kl. 15.35:
Neydlending
Filmur frå 1952. Eina staðni í Vestfold
varð eina náttina undir krígnum roynt at
neyðlenda við einum flogfari. Milorg D.
15 vóru teir nevndir, sum royndu at
hjálpa amerikonsku flogmanningini.
Milorg-menninir neyddust at tveita tað
teir høvdu í hondunum at finna fólkini
við flogfarinum og fáa tey krógvað burt-
ur og síðani send av landinum.
Leikarar: Henki Kolstad, Jack Kenne-
dv, Jens Bolling, Jack Fjeldstad, Rolf
Sand, Randi Kolstad, Bjarne Andersen
0.0
Sunnudagin kl. 19.30:
The turning Point
Am. filmur frá 1977. Tvær vinkonur,
sum byrjaðu at dansa ballet, metast aft-
ur aftan á nógv ár. Tær hava valt at
ganga ymsar vegir. Onnur er ballet-
stjórna, og hin er húsmóðir í einum litl-
um býi. Tær tosa um lív teirra. So velur
dóttir aðra at gerast ballet-dansarinna,
og hjá ballet-stjørnuni koma móðurkensl-
urnar fram. Men dóttirin megnar alt
sjálv, hon kemur í samband við ein russ-
iskan dansara
Mánadagin kl. 18.35:
Any Which Way
You Can
Am. filmur frå 1980. Clint Eastwood er
aftur sum Philo Beddoe, tann stóri brots-
maðurin í landinum. Saman við einari
orangutang, Clyde, berjist hann móti
" motorsúkkluðandum, brotsmonnum o.ø.
Clint Eastwood og orangutangin
vísindamenn og politiskir leiðarar skulu 2 Á
Nr. 92 — 15./16. maí 1992
Mánadagin kl. 22.15:
Married With
Children
Steve og Marcy bjóða sær at vera barna-
gentur, so Al og Peggy sleppa at ferðast
eitt vikuskifti. Tey eru sannførd um, at
tey sum einki kunnu fáa bernini at
skikka sær væl, tá ið foreldrini eru
burturstedd
F
Mynd úr »Das Boot«
Tysdagin kl. 19.30:
Das Boot
Tyskur filmur frå 1981 vid Jurgen Proch-
now og Herbert-Arthur Grønemeyer i
høvudsleiklutunum. Søgan er frå 1941
hjå kavbåtastødini vid fronsku Atlantar-
havsstrondina, La Rochelle. Umborð á
einum „gráum úlvi< hjá Domitz admirali
fyrireika 43 ungir menn seg til eitt álop.
Fleiri av teimum eru ikki fyltir 20 ár enn,
og leiðari teirra er 23 ár og verður kall-
aður abbin..
Tveir løgreglumenn verða funnir myrdir í
bili sínum. Alt bendir á at tann seki er ein
átrúnaðarligur = bólkur, »Santeria«.
Crockett og Tubbs fara undir kanningar
av South Beach frågreidingum frå teim-
um seinastu døgunum i vón um at finna
okkurt. Men Crockett hevur sítt at
hugsa um, ein grannskoðari hevur fingið
áhuga fyri gentu hansara.
Hósdagin kl. 19.05:
21 Jump Street
Penhall skal kanna eina ákæru um incest.
Hann verður klakkur, tá ið hann sær, at
tað snýr seg um ein, hann heldur nógv
um, ein ítróttarskrivara, Jeff Logan, sum
er ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á
dóttir sína. Eftirsum dóttirin ikki sær út
at hava sjónligar skaðar, er einasti møgu-
leiki at Logan játtar seg sekan, og so
byrjar hoyringin
Hósdagin kl. 22.00:
Married With
Children
Hamburgarbarrin »Johnny B. Good«
skal steingja, og letur ti atgongumerki til
teirra, sum vilja eta har fyri seinastu
ferd. Tad var har, Al og Peggy hittust
fyrstu ferð, og tey fáa tvey atgongu-
merki