týsdagur 1. apríl 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
11
EYÐUN KLAKSTEIN
HB setir sær á hvørjum ári høg
mál um at vinna alt í føroyskum
fótbólti, og hóast teir í fjør snáv-
aðu í avgerandi dystinum um
steypagullið, var alt frøi og gaman
í landskappingini.
Nú skal FM-heitið verjast, og
tað ætlar HB at gera við nógvum
av somu spælarunum, sum vóru
við í fjør, og við nýggjum profil-
um.
Tað gjørdist nakað rokut í HB í
fjørsummar, men endaði alt so
sera gott, tá ið spælararnir fingu
gullmerkini hongd um hálsin á
seinasta leikdegi.
Kring summarsteðgin steðgaði
tað upp hjá HB, og tá ið felagið
hevði tapt týðandi dystir fyri KÍ
og B36, fekk venjarin seinastu
fýra árini, Ion Geolgau, sekkin. Í
hansara stað komu Jóannes
Jakobsen og Kári Nielsen, og teir
fingu skútuna aftur á beint og
fingu gullið í havn.
Nú verður tað Frank Skytte,
sum skal hava ábyrgdina av HB-
liðnum, og afturat sær hevur hann
fingið Oddbjørn Joensen, sum
áður hevur røkt uppgávuna sum
venjari og hjálparvenjari hjá besta
HB-liðnum.
Verjan skal fóta sær
HB hevur mist onkrar spælarar
síðani kappingarárið í fjør, og
hetta hevur serliga gingið út yvir
verjupartin. Jón Rói Jacobsen,
sum bæði spældi í verju og álopi,
er leigaður til Brøndby, Jóhannis
Joensen er farin í Vágarnar at
spæla, og Hans á Lag er farin
uttanlands.
Men HB hevur styrkt seg við
donskum verjumanni, sum tó ikki
hevur spælt nakað enn, tí hann
hevur verið skaddur. Tað kom eis-
ini væl við, at Jan C. Dam, sum
hugsaði um at gevast við fótbólti-
num, í øllum førum spælir hetta
árið afturat. Hann er álitið í mið-
verjuni og er góður at stuðla
nýggjum verjumonnum. Higartil
hevur hann spælt nógv saman við
unga Eli Thorsteinsson, og sam-
starvið hevur verið gott.
Á miðvøllinum eru nógvir góð-
ir spælarar um boðið, og við
dygdarspælarum sum Rúna Nols-
øe, Rógva Jacobsen og Nicu Dog-
aru á hesum plássum kann mið-
vøllurin ikki vera nógv sterkari.
Álopið hjá HB var í stórformi í
fjør, og nú felagið hevur fingið
sær nýggjan styrk úr Danmark, er
líkt til, at málskjótingin ikki fer at
vera trupulleikin. Andrew av Fløt-
um var toppskjútti í kappingini í
fjør, og nú ætlar danin Karsten
From eisini at bjóða av á hesum
øki. Hann hevur longu fingið eina
góða byrjan í venjingar- og
steypadystum.
HB skal verja gullið
Havnar Bóltfelag
Stovnað: 17.10.1904
FO-110 Tórshavn, Postrúm 1333
Tlf. 314046/Fax 318202
Formaður: Birgir Enghamar
Meistarar (16): 1955, 1960, 1963, 1964, 1965, 1971, 1973, 1974, 1975, 1978, 1981, 1982, 1988, 1990, 1998, 2002
Steypavinnarar (25): 1955, 1957, 1959, 1962, 1963, 1964, 1968, 1970, 1971, 1972, 1973, 1975, 1976, 1978, 1979,
1980, 1981, 1982, 1984, 1987, 1988, 1989, 1992, 1995, 1998
Greipuvinnarar (11): 1955, 1963, 1964, 1971, 1973, 1975, 1978, 1981, 1982, 1988, 1998
Í 1. Deild (60 ár): 1942-1943, 1945-
Í Europa (8): Meistarakapping 1999/00, Steypavinnarar 1993/94, 1996/97, 1997/98, UEFA Cup 1998/99, Intertoto
1995/96, 2000/01, 2001/02
Málverjar
Bárður Johannesen
17/-14 (1-1)
Pól N. Joensen
5/0 (0-0)
Lars Müller
TB, Royn
Verja
Martin Christiansen (DAN)
Eli Thorsteinsson
Janus M. Joensen
15/0 (0-0)
Jan C. Dam
16/0 (1-0)
39/1
B68, KÍ, Skansin
Bergleif Sólsker
B71
Rani D. Christiansen
1/0 (0-0)
Vagnur M. Mortensen
Miðvøllur
Kári Nielsen
Skála, B71
Nicu Dogaru (RUM)
15/0 (6-0)
Rúni Nolsøe
17/2 (3-0)
3/0
VB
Rógvi Jacobsen
17/3 (3-0)
18/1
KÍ
Símun Eliasen
2/0
ÍF, KÍ
Bjarni Jørgensen
6/0 (0-0)
Hallur Danielsen
14/0 (1-0)
Hendrik Rubeksen
Teitur Ellingsgaard
Páll M. Joensen
1/0 (0-0)
Høgni M. Joensen
Álop
Karsten From (DAN)
Andrew av Fløtum
18/18 (1-0)
7/0
Rókur á Fløtum Jespersen
Tór-Ingar Akselsen
16/0 (1-0)
FSV
Tilgongd
Lars Müller
18/0 (2-1)
TB
Martin Christiansen (DAN)
Danmark
Bergleif Sólsker
B71
Kári Nielsen
13/1 (5-0)
Skála
Símun Eliasen
Heim úr Danmark
Karsten From (DAN)
FC Midtjylland
Frágongd
Hans á Lag
17/7 (4-0)
Uttanlands
Jóhannis Joensen
17/1 (3-0)
FS Vágar
Jón Rói Jacobsen
18/12 (0-0)
Brøndby
Nocko Jokovic (DAN)
6/4 (0-0)
Uttanlands
Pætur M. Dahl
6/0 (2-0)
AB
Uni J. Arge
5/2 (0-0)
Givin
Ingi Rasmussen
5/0 (0-0)
Givin
Eyðun Samuelsen
4-1 (0-0)
AB
Venjari:
Frank Skytte
Leikarahópur
Tølini, sum eru viðmerkt, siga, hvussu nógvar dystir/mál leikarin spældi/gjørdi fyri felagið í 2002, og hvussu nógv (gul-reyð) kort leikarin hevur fingið í sama tíðarskeiði.
Navn
Í fjør
Landsdystir
Áður spælt við
Navn
Í fjør
Landsdystir
Áður spælt við
EYÐUN KLAKSTEIN
HB hevur aftur í ár sent boð eftir
einum góðum donskum álops-
spælara. Karsten From er maður-
in, sum skal gera mál fyri høvuðs-
staðarfelagið, og hann hevur sett
sær høg mál fyri hetta árið.
– Málsetningurin hjá mær er
broyttur fleiri ferðir, síðani eg
gjørdi av at koma til Føroya. Fyrst
var ætlanin bara at koma higar og
koma í gongd við fótbóltin aftur.
Síðani fekk eg at vita, at HB er
meistari, so har er nakað at fara
eftir aftur í ár. Og eftir at hava
spælt nakrar dystir, haldi eg, at
tað er realistiskt at stíla eftir at
koma heilt upp á máltindin.
– Um eg nú kann spæla væl í
eitt ár og kanska gerast toppskjútti
í Føroyum, so ivist eg ikki í, at tað
kann skapa møguleikar fyri ein-
um sáttmála í Danmark ella aðra-
staðni, sigur Karsten From, sum
hevur spælt einar 10 dystir á besta
liðnum í FC Midtjylland.
Skuldi kappast við beiggjan
23 ára gamli álopsspælarin hevði
sín fótbóltsliga uppvøkstur í
Kolding BK, og tað var eisini har,
at hann gjørdi vart við seg sum
vaksin spælari. Hann skoraði 28
mál í 16 dystum fyri besta liðið
hjá felagnum, sum tá spældi í
Danmarkseriuni, og tað vakti
áhuga í einum av størstu feløg-
unum í Danmark.
Alt byrjaði við eini royndar-
venjing í FC Midtjylland, men tað
gekk ikki long tíð, áðrenn partar-
nir vóru samdir um ein fulltíðar-
sáttmála, sum skuldi ganga yvir
trý ár.
– Sáttmálin við FC Midtjylland
er tað størsta, sum er hent fyri
meg fótbóltsliga. Tað var tann
stóri dreymurin, sum var uppfylt-
ur, sigur Karsten From.
Men dreymurin helt ikki fram
við at vera ljósareyður.
– Eg helt, at FC Midtjylland
hevði keypt meg sum áleypara, tí
eg gjørdi so nógv mál í Kolding.
Men soleiðis var ikki. Beiggi mín,
Kenneth, spælir eisini har, og eg
haldi, at teir høvdu start seg blind-
ar í, at eg var sami spælari, men
bara nøkur ár yngri.
– Tí kom eg at kappast um
plássið sum høgri bakkur við
beiggja mín, og tað var als ikki
tað, sum eg hevði hug til.
Tann føroyski kjansurin
Karsten From spældi einar 10
dystir á besta liðnum í FC Midt-
jylland, men hann beit seg ikki
fastan, og tá ið tvey ár vóru farin
av sáttmálaskeiðnum, samdust
partarnir um, at tað skuldi steðga.
Tað var her, at føroyskur fót-
bóltur kom inn í myndina. Gamli
venjarin í Kolding, Kim Ziegler,
arbeiðir fyri ein fótbóltsumboðs-
mann, og hann greiddi frá tí før-
oyska møguleikanum.
– Eg tosaði eisini við venjaran í
HB, men eftir at hava hugsað meg
um í nakrar dagar, segði eg nei
takk til tilboðið úr Føroyum,
greiðir Karsten frá.
Óvissan um føroyskan fótbólt
og eitt ítøkiligt tilboð frá danska
felagnum Fremad Amager fingu
Karsten at taka hesa avgerð. Men
tá ið hálva avtalan við Amager-
felagið fór fyri skeyti, leitaði Kar-
sten aftur til føroyska tilboðið.
– Og so tók eg kjansin. Í fyrstu
syftu snýr tað seg um átta mánað-
ir, og um tað ikki gongur eftir
vild, so er tað ikki so long tíð.
Øll eru vinarlig
Nú hevur Karsten From verið í
Føroyum í nakrar mánaðir, og
hann hevur fingið betri innlit í
føroyskan fótbólt.
– Eg haldi ikki, at støðið er so
høgt, sum eg fekk at vita
frammanundan. Tey bestu liðini
høvdu ivaleyst klárað seg í 2.
deild í Danmark, men tað er
sanniliga stórur munur á teimum
góðu og vánaligu liðunum í Før-
oyum. Hendan munin upplivir tú
als ikki í Danmark. Har eru liðini
javnt góð, og tað finnast eingir
vánaligir spælarar á liðunum.
Hóast hann hevur saknað
damuna hjá sær fyrstu tíðina, hev-
ur hann havt tað gott í Føroyum.
– Hold kæft, hvor er færinger
flinke, sigur hann.
– Eg havi ongantíð áður møtt so
fyrikomandi fólki sum føroying-
um. Tað ger tað sama, hvar eg eri,
so eru øll blíð og vinarlig. Eisini
tá ið vit vóru í Klaksvík og spæl-
du, komu nógv fólk og heilsaðu
upp á meg og spurdu meg, hvussu
tað gekk. Eg kenni meg vælkom-
nan her.
Hann heldur tó, at føroyingar
eru sera harðir við hvønn annan á
fótbóltsvøllinum. Mest sum ov.
– Føroyskir spælarar spæla hart
og ikki altíð so fair. Tað er komið
fleiri ferðir fyri, at eg havi hugs-
að, at hasin spælarin kemur ikki
fyri seg aftur eftir hasa takkling-
ina, sigur hann og heldur, at ávís-
ar taklingar, sum hann hevur upp-
livað í Føroyum, so at siga ikki
koma fyri í Danmark.
Lægri støði
Hóast støðið í bestu føroysku
deildini ikki er tað sama, sum í
teirri bestu donsku deildini, har
Karsten From vil sleppa at spæla
aftur, so heldur hann, at møgu-
leiki er fyri at fáa nakað gott burt-
ur úr uppihaldinum í Føroyum.
– Tað verður sjálvandi spenn-
andi, um eg kann menna meg sum
spælari her og halda meg á einum
høgum støði. Hetta er ikki sama
støðið sum í superliguni, og so er
freistandi at hugsa, at so verði eg
ein verri fótbóltsspælari, men tað
er ikki vist.
– Her er betri tíð til alt í dyst-
unum, og tað ger, at eg kann ar-
beiða meira við teimum pørtunum
av spælinum hjá mær, sum eg
ynski at betra.
– Og so er tað áhugavert, at før-
oyskir spælarar fáa kjansin uttan-
lands. So her eru møguleikar fyri
ein spælara sum meg, sigur Kar-
sten From.
Karsten
stílar høgt
– Tað verður sjálvandi spennandi, um eg kann menna meg sum spælari her og halda meg á einum høgum
støði. Hetta er ikki sama støðið sum í superliguni, og so er freistandi at hugsa, at so verði eg ein verri fót-
bóltsspælari, men tað er ikki vist, sigur Karsten From, sum stílar eftir oddasessinum á toppskjúttaralistanum.
Mynd: Álvur Haraldsen
Høvuðsstaðarfelagið plagar ikki at fjala
út yvir, at teir eru við fyri at vinna. Nú
skal meistaraheitið frá í fjør verjast
Nú skal FM-heitið verjast, og tað ætlar HB at gera við nógvum av somu spælarunum, sum vóru við í fjør, og
við nýggjum profilum.
Mynd: Álvur Haraldsen
– Eg havi ongantíð áður møtt so fyrikomandi
fólki sum føroyingum, men spælararnir eru sera
harðir við hvønn annan á fótbóltsvøllinum, sigur
danski álopsspælarin hjá HB, sum ætlar sær at
gera nógv mál fyri nýggja felag sítt
2003
2003