týsdagur 1. apríl 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 79 - 26. apríl 2003
Nr. 79 - 26. apríl 2003
11
C
M
Y
K
11
10
FISH FAIR
Vilmund Jacobsen
Hetta er aðru ferð, at føroy-
ingar taka stig til at skipa
fyri eini altjóða fiskivinnu-
og alistevnu. Grundarlagið
undir stevnuni hesaferð,
eru góðu royndirnar, tá ið
North Atlantic Fish Fair
varð hildin í Føroyum
seinast.
Tá ið stevnan fór av
bakkastokki fyri tveimum
árum síðan, søgdu stigtak-
ararnir, Áki í Skemmuni og
Andrias Jacobsen, at hend-
an fyrsta stevnan fór at vera
avgerandi fyri, um tiltakið
verður afturvendandi.
Nú stundar so til, at
North Atlantic Fish Fair
verður sett á øðrum sinni,
og enn einaferð kunnu vit
bara vóna, at úrslitið verður
so mikið gott, at eingin ivi
verður um, at altjóða fiski-
vinnu- og alistevnan í Før-
oyum er komin fyri at vera.
Fýra tjald
At útvega eitt framsýning-
arøkið á havnalagnum, sum
táttar í 5.000 fermetrar til-
samans, er ikki bara sum at
siga tað, men hetta hevur so
eydnast stigtakarunum og
teimum, sum standa aftan-
fyri og hava stuðlað upp-
undir hetta stóra tiltak.
Áki í Skemmuni sigur, at
umframt tjøldini, sum eru
fýra í tali, verða goymslu-
bygningarnir hjá Skipa-
felag Føroya og P/F Beta
nýttir sum framsýningar-
økið.
– Hesaferð verður alt
stevnutiltakið savnað niðri
á havnalagnum oman móti,
har nýggja Norröna fer at
liggja sum hotel-skip.
Hann vísir á, at í tí eina
tjaldinum fer Heimamis-
siónin við Sjómansheimi-
num í Runavík á odda at
reka kafeteria, samstundis
sum kunnað verður um ar-
beiði hjá sjómansheim-
unum og sjómansmissión-
ini.
– Onkur útróðrarbátur og
onkur alibátur verður eisini
at síggja við bryggjuna ella
uppi á landi, og ætlanin er,
at fólk eisini skulu sleppa at
síggja nýggju trolararnir
hjá P/F Beta, Bak og Stelk.
Áki veit at siga, at skipa-
smiðjan í Vigo í Spaniu,
sum bygdi hesi skipini,
verður við á North Atlantic
Fish Fair.
Nýggja Norröna
Umborð á nýggju Norrönu
verða fyrilestrar og tíðinda-
fundir, og har verða annars
aktivitetir alla tíðina við
undirhaldi og dansi um
kvøldarnar. Um dagin verð-
ur døgurði, og um kvøldið
kalt borð.
Áki sigur, at nógv fólk
kemur til landið uppundir
stevnuna. Norröna kemur
við fullum skipi, flogfar
verður chartrað úr Noregi,
og eykaflúgving er til Før-
oya.
North Atlantic Fish Fair,
sum byrjar týsdagin, varar í
tríggjar dagar, og seinasti
framsýningardagurin er 1.
mai.
Kostnaðurin fyri at vitja
stevnuna í ein dag, er 150
kr., og fyri allar stevnudag-
arnar er kostnaðurin 350 kr.
Áki vísir á, at Hirtshals,
sum er vinarbýur hjá Runa-
víkar kommunu, hevur
stóran bás og ger nógv
burtur úr framsýningini.
– Tað áhugaverda her er
kanska, at danskar havnir
eru privatiseraðar og gjørd-
ar til partafeløg. Hetta er
eitt nýtt modell og eitt nýtt
konsept í okkara verð, sigur
hann.
Á íslendska básinum eru
eisini fleiri havnir í Íslandi
við.
– Úr okkara heimliga um-
hvørvi eru norðoyingar við
undir einum hatti, og tað er
Vágur eisini, sigur Áki í
Skemmuni.
Alt á einum staði á havnalagnum
– Hesaferð verður alt
stevnutiltakið savnað
niðri á havnalagnum
oman móti, har
nýggja Norröna fer at
liggja sum hotel-skip,
sigur Áki í Skemmuni
– Nógv fólk kemur til landið uppundir stevnuna. Norröna
kemur við fullum skipi, flogfar verður chartrað úr Noregi, og
eykaflúgving er til Føroya, sigur Áki í Skemmuni.
Mynd: Jens Kr. Vang