mikudagur 27. mai 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
í
|
á
2
H
=
F
Nr. 99 — 27. mai 1992
Síða 13
Flogbóltslandsliðið
Skal I eldin í kvold
Bert tvær ferðir áður hevur eydnast at vinna á
flogbóltslandsliðnum, so spennandi verður, um tað fer at
eydnast triðju ferð, nú Fóroyar og Íslands skulu spæla um
ettt nýtt tíggju ára ferðasteyp, ið Icelandair hevur latið
Í kveld, annadkvøld og
friggjakvøldid skulu flog-
bóltsmanslandsliðini hjá
Føroyum og Íslandi spæla
triggjar landsdystir.
Fyrsti dysturin verður í
kvold kl. 20 í Gundadals-
høllini, og verður hetta eis-
ini ein steypadystur. Kapp-
ast verður um eitt ferða-
steyp, ið íslendska flogfel-
agið Icelandair júst hevur
latið at kappast um kom-
andi tíggju árini.
Dysturin í Gundadals-
høllini verður eisini sjón-
varpaður beinleiðis.
Hinir báðir dystirnir, ið
verða millum landsliðini,
verða í annadkvøld kl. 19 í
Ítróttarhgllini í Klaksvík
og friggjakvøldid kl. 19.30
i Itrétarhøllini á Kambs-
dali.
Fyrireikingar
Allir triggir dystirnir eru
liður í fyrireikingunum til
smálandakappingina, sum
verður í San Marino frá
sunnudegnum 14. til
fríggjadagin 19. juni. Før-
oyska kvinnulandsliðið
var í vár eisini við eini
smálandakapping við
hampuligum úrsliti.
Samstundis eru bæði
hesir dystimir og små-
landakappingin saman við
aðrari venjing partur av tí
uppbyggingararbeiði, ið
gjørt verður fyri at fáa eitt
gott og sterkt manslandslid
tilOyggjaleikirnar á Isle of
Wight næsta summar.
Føroyska og íslendska
flogbóltslandsliðið hava
ofta spælt móti hvørjum-
ødrum, men bert tvær ferð-
ir hevur eydnast okkara
monnum at fara frá dysti
við sigri í hond — í 1985 og
1987. Hinvegin hava liðini
bæði verið við í kapping-
um, har tað hevur eydnast
føroyska landsliðnum at
fåa betri urslit enn ti isl-
endska, men uttan at liðini
hava mgtst.
Feskasta dómi um tað
eru Oyggjaleikirnir í
Føroyum í 1989, tá Føroy-
ar vunnu gull, medan Is-
land endaði á fjórða plássi.
Åvikavist tygju o
nýggju eru úttiknir
Til teir tríggjar dystirnar
móti íslendingum hevur
landsliðsvenjarin Niclas
Joensen arbeitt vid einum
hópi upp á 16 mans, ið
regluliga hevur verið saml-
aður ul venjing síðani í
fjørsummar, tá Oyggja-
leikimar vóru í Alandi.
Burtur úr hesum 16
manna hópinum eru tiknir
tiggju spælarar: |
Suni Hansen, IF (29 ár,
188 cm høgur, 17 lands-
dystir), Odd Eliasen, IF
(27, 177, 15), Annfinn Jo-
ensen, Mjølnir (25, 198,
10), Klæmint Isaksen, Skt.
Jørgeni Danmark (25, 187,
43), Eli Høgnesen, Fleyr
(25, 180, 40), Jóhannes Ej-
desgaard, Sundby KFUM i
Danmark (28, 189, 38),
Bjami S. Joensen, IF
(30,187, 42), Tummas Oli
Mortensen, Fleyr (30, 170,
26), Jan Hentze, Fleyr (26,
180, 36) og Sigmund av
Teigum (16, 180, 0).
Venjari hjå islendska
landsliðnum er Guðmund-
ur E. Pálsson, og hevur
hann til teir triggjar dyst-
imar tikið sær hesar níggju
menninar:
Leifur Harðarson, Þrótt-
ur (35 år, 182 cm høgur, 71
landsdystir), Jón Arnason,
IS (28, 180, 51), Bjarni
Porhallsson, KA (30, 186,
24), Þorvarður Sigfússon,
ÍS (29, 193, 22), Prøstur
Friðfinnsson, KA (30, 188,
22), M. Bjarki Guðmunds-
son, Þróttur (25, 190, 4),
Ørn Kr. Arnarsson, Þróttur
íslendska
På Flogbóltslandsliðið skal i
(25, 184, 4), Stéfan Sig-
urðsson, HK (20, 186, 4)
og Guðbergur Eyjólfsson,
ÍS (20, 170, 0).
Royndir og óroyndir
Kendastur á íslendska
liðnum er ói vað tann 35 ára
gamli veteranurin Leifur
Harðarson, sum hevur ver-
ið á liðnum í mong harrans
ár, og hevur spælt íkki
færri enn 71 landsdystir, og
so eisini Jón Árnason, ið
hevur verið í teirri ís-
lendsku landsliðstroyggj-
uni 51 ferðir.
Hesir bådir og einstakir
aftrat á islendska liðnum
kveld spæla tann fyrsta av
í teimum trimum landsdyst-
B unum móti íslendingum.
Dysturin í kvøld er sam-
stundis dystur um tað
nýggja Icelandair-steyp-
á ið. Mynd:Thomas Johannesen
eru spælarar, føroyingarnir
kenna og hava spælt fleiri
ferðir ímóti.
Fýra spælarar á føroyska
liðnum hava nøkunlunda
eins nógvar royndir. Teir
eru Klæmint Isaksen,
Bjarni S. Joensen, Eli
Høgnesen og Jóhannes Ej-
desgaard, ið allir hava ver-
ið við á liðnum í umleið 40
landsdystum.
Tveir spælarar kunnu í
hesum dystunum koma at
spæla fyrstu ferð fyri
åvikavist Føroyar og Ís-
land. Teir eru tann bert 16
ára gamli Sigmund av
Teigum úr Fram, ið er í
føroyska hópinum, og is-
lendingurin Guðbergur
Eyjálfsson úr ÍS.
hj.