Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| — UR Nr. 100 — 28./29. mai 1992 Politiið heldur fram vid at kanna, hvør sigldi bátin, ið sakk vid Argjalandið i januar mánaði. Hol var gjørt á båtin við onkrum amboði, vísa kanningar Hvør var tað, sum leyg- arkvøldid 25. januar ella sunnunåttina tók ein bát í Vágsbotni, fór út við honum og fekk bátin at søkka út fyri grótbryggjuni á Argjum? Politiið hevur nú fingið staðfest sín illgruna um, at báturin við vilja varð søkt- ur. Tá báturin varð tikin upp, varð eitt petti saðað av bátinum uttanum holið, ið var atvoldin til, at báturin fyltist við sjógv og sakk. Hetta holið hevur verið til kanningar hjá politinum í Danmark, og kanningarnar siga, at holið varð gjørt við onkrum innanifrá, flísarnar vendu úteftir. T.v.s., at hol ikki er komið á ba'tin, tí hann hevur borið við land. Holið varð gjørt við vilja. Uni Vestureið, leiðari á kriminaldeildini, sigur, at teir halda fram við kann- ingum sínum í Havn. Poli- tid vil hava greiðu á, hvor fór við bátinum og nær, hví og hvussu hol varð gjørt á hann. Politiið vil ti fegin hava samband við fólk, sum sóu bátin hetta kveldið ella ta náttina. randi Kreppuloysnin Nógvar uppsagnir á veg, og tað verður dýrari at liva Landsstýrið legði í gjár uppskot sítt um broyt- ingar í verandi fíggjarlóg fyri tingið. Sambart hesum uppskoti skulu sparast umleið 160 mill kr. Haraftrat skulu inntøkulégir geva góðar 90 mill. kr. Ella tilsamans millum 250 og 260 mill. kr. Uppskotið er gjørt við tí endamáli at avmarka undirskotið á verandi fíggjarlóg mest møgu- ligt. Inntøkur Hvat vidvikur nyggju inntøkulégunum er ætl- anin at leggja eykaskatt å tær hægri inntøkurnar. Allar inntøkur millum 181.00 og 200.000 kr. skulu gjalda 2% eyka i skatti teir sjey månad- irnar, sum eru eftir av årinum, inntøkur millum 200.000 og 300.000 3% og inntøkur omanfyri 300.000 4%. Hetta svarar til, at ein inntøka uppå 220.000 kemur at gjalda 980 kr. eyka fyri restina av årinum, medan ein inn- tøka omanfyri 400.000 kemur at gjalda góðar 7000 kr. eyka. Eyka- skatturin er mettur at geva einar 22 mill. kr. í landskassan. Síðani verður rentu- skatturin hækkaður. Ein- staklingar, sum eiga pen- ing á bundnari bók, skulu gjalda millum 8-9% í rentuskatti. Hetta eru umleið 2% meira enn í dag. Haraftat skulu partafeløg gjalda 18% í rentuskatti. Hetta er mett at geva landskass- anum einar 20 mill. kr. Dýrari at drekka og roykja Ætlanin er so at hækka tollin á ymsum vørum, eitt nú brennivíni, víni, sigarettum og tubakki. Ein pakki av sigarettum fer at kostar einar 2-3 kr. meira, ein flaska av víni 10 kr. meira og ein fløska av sterkum 15 kr. meira. Vegskatturin hækkar nakað og somu- leiðis oljan. Tollurin er mettur av geva einar 20 mill. kr. Haraftrat koma so 7 mill. kr. sum er fallin skuld hjå Trygg- ingarsambandinum, 5 mill. i afturrindan av sjómansskatti og 12 mill. kr. í statsrefusion í sambandi við forsorg- arlógina. Sparingarnar Sparingarnar uppá góðar 160 mill. kr. koma at raka tann almenna sekt- orin meint. Her verða tær flestu almennu kont- oirnar skerdar. Og her verdur helst talan um négvar uppsagnir. Taka vit tær størstu greinarnar å fíggjarlógini, so skal sparast soleiðis: Løgtingsumsitingin 330.000 kr., meginfyri- sitingin 5,5 mill. heilsuverkid 3,3, sam- ferdslan 32, útbúgving og gransking 11,6, ment- an 4,8, fiskivinnan 23, landbúnaður 2, vinnuliv og arbeiðsmarknaður 22, almannaverkið 30, Húsa- lánsgrunnurin 5 og til politiska upplýsing verða 700.000 kr. minni. Aftrat hesum skulu so eisini sparast 22 mill. kr. í lónum innan tað al- menna. Sambart Degi og Viku tyskvøldid verður talan um at síga upp nøkrum hundrað fólkum hjá tí almenna. Tær umleið 140 mill. stovn- arnir hava fingið boð um at spara fara við umleið 300 arbeiðsplássum og hinar 22 mill. kr., sum sparast skulu aftrat í lónum, svara til umleið 100 starvsfólk sambart D&V. Talan er so eisini um at útseta ymsar almennar iløgur. Maskinskilin verður ikki bygdur nú, røktarheimsbyggingin i Sandoynni verdur gjørd seinni lidug og minni verður játtað til sjúkra- húsútbygging í Suðri. Landsstýrið hevur so eisini avgjørt, at 1/3 av bundnu uppsparingini frå 1989 skal gjaldast inn å vanliga bók 1. juli. Tvs. at tey, sum skulu til at gjalda eykaskatt, hava møguleika at brúka part av bundnu uppsparingini til tess. jan Síða 3 Væl sloppið Flestu sparingarnar á , mentanarliga og útbúgv- ingarliga gransking iløgur Fólkaskúlin fer einki at mekja av, at sparast skuli 11,6 milliónir krónur í útbúgving og gransking. Einki verður tikið frá fólkaskúlanum. Átta av hesum mili- ónum eru íløgur, ið verður útsettar. Maskin- skúlin stóð fyri seks milliónum og nýbygg- ing í fólkaskúlanum fyri tveimum milliónum. Hinar = milliónirnar verða tiknar av rakstri, og upphæddirnar á hvørjum staði eru mill- um 50 og 200 túsund krónur. Marita Petersen, landsstýriskvinna, sig- ur, at tey hava funnið fleiri av hesum upp- ókinum eru , og Í útsettar hæddum við at hyggja at, hvat er brúkt. T.d. til útbúgvingarstuðul. Tað varð tosað um at spara á Læraraskúla- num við ikki at taka inn nýggjan flokk. Men tað loysir seg ikki, ti lærarar eru har kortini. Lærara- skúlin fær tó nakað minni til rakstur, 100 túsund krónur. Á mentanarliga øki- num eru sparingarnar, ið gerast skulu, ikki stórar. Tilsamans tó 4,8 mió. krónur, men tað er tílíkt sum, at eingir pengar verða latnir til bygd- arhús og graslíkisvallir. Hetta hevur neyvan tann stóra týdningin, ú kommunurnar eiga Sparingarnar á máls- økjunum, sum Marita Petersen umsitir, eru ikki tær heldur hon ringaslu, heldur ongar pengar at byggja fyri, heldur Mar- ta Petersen. onkur sýkt, fáa tey nú tað greiða svar, at stuðul ikki verður játtaður enn. Skuldi Tjóðarsavnið og skjalasavnið eru útsett. Sjónvarpið = verður ikki rørt á hesum sinni. Av teimum 4,8 milli- ónunum til mentan skal minni enn ein millión av rakstri. randi Fleiri ungir tjóvar Tað er so javnan, at skúlagentur og skúladreingir verða tiknir fyri stuldur í handlum, á arbeiðsplássum og inni hjá fólki heima Mikudagin á middegi varð ein 14 ára gomul skúlagenta í Havn tíkin av politinum. Hon hevði verið inni í einum handli og stolið eina pengamappu, men hon varð sædd. Politiið hevði okkurt ann- að mál at tosa við gentuna um. Henda gentan er ein av monum í sama aldri við longum fingrum. Uni Vestureið, leiðari á kriminaldeildini, sigur, at tað er ofta, slík mál verða meldað til politiið. Tað eru gentur líka væl sum dreingir í skúlaaldri, heilt niður í yngstu flokk- arnar. Ofta hendir tað - umframt í handlum - á arbeiðspláss- um, at tey fara inn og taka pengar úr mappu ella tasku, vidhvørt eisini í priva- thúsum. Í umklæðirúmum verða pengar tiknir úr lummum, og somuleiðis úr bilum. Tað eru stórir flokkar av stórri og smærri børnum, sum ganga og mala í býnum og á handilsøkjum. Lætt er hjá ødrum at glida við. Politiið mælir fólki til ikki at freista hesi børnini við at lata pengar og onnur virði liggja soleiðis, at tað kann stjalast. Tað er heldur ikki nóg mikið at læsa ein bil. Liggur nakað í bilinum, eigur tað at verða fjalt. Tað eru foreldur, sum væl vita, at børnini ganga so- leiðis, men antin tora, vilja ella orka tey ikki at gera nakað við tað. Summi av hesum børnum hava for- eldur, ið sjálv hava onkrar trupulleikar. Men ifleiri fórum eru foreldrini als ikki greið yvir, hvat børnini gera, tá tey ikki eru í skúla. Heldur ikki at tey skulka úr skúlanum. Politiið mælir foreldrum við skúlabórnum til at fylgja væl við, hvat børnini gera, tí tað ræður um at steðga teimum sum skjótast. Foreldrini nýtast íkki kenna seg so hjálparleys. Tey kunnu altíð venda sær til barnaverndina, stundum kann psykologur hjålpa, og poliuid er eisini til at tosa vid i slikum førum, sigur Uni Vestureid. Tá eitt barn verður tikið fyri stuldur, kemur barna- verndin altíð uppí. Bern undir 15 ár koma íkki fyri rættin, men verða tey tikin, hanga tey og foreldrini upp á rokningina. randi