Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 102 — 2. juni 1992 Ferðaseðlamaskinan var nógv nýtt um vikuskifti. Yvir 3000 fólk komu til Klaksvíkar á stevnu fólkið varð klætt út eins og fótbólsáskoðarar úti í heimi við serligum kepp- um og klæðum sum kundu vísa hvgrjum tey hildu við. Ungi føroyingurin er ikki bangin fyri at lata seg í so tað passar honum og tað er stuttligt og festligt. Hetta var ein håtidarløta og fleiri gingu í vøkru føroysku klædunum. Og mótavísir eru føroyingar, konufólkið gekk í ti seinasta úr París og vit mannfólk nýtast ikki at smæðast yvir okkara kvinnuligu landsmenn, tær standa einki aftanfyri aðrar kvinnur í útsjónd. Eftir Jústinus Eidesgaard Myndir: Hilmar Jan Hansen Onkur fekk sær ein lúr meðan onnur hugdu eftir kappróðri Hetta er ikki mín, hetta er blóð- prøvin hjá Eiler, segdi innbrots- tjóvurin á polit- istødini í Norð- 0Y- arstevnuteitinum Kappróðurin var væl fyriskipaður og skjótt fyri seg. Nýggja havnagkið niðanfyri Norðborg er rúmligt og har liggur væl fyri hjá áskoðarunum at standa. Skal ein tosa um rús- drekka á stevnum, so verður drukkið mest undir kappróðrinum. Her er talan um ein serliga stem- mning og spenning. Eg kom framvið tveimum, sum veddaðu um hver kundu taka størsta snapsin. Teir svølgdu hvor í sínum lag og ein rúgva av luftblødrum fóru uppí gjøgnum fløskurnar. Eg stóð sum navnleysur dómari og eygleiddi. Og sjálvsagt, so vann tann eini, ein prúður unglingi, eg mundi dottið um hann ein róður seinni, hann lá og steinsvav, avdottin á havnalagnum. Eitt stig afturat til fyri- reikararnar av kappróð- rinum. Teir høvdu sett hátalarar upp á havnaøki- num, so vit kundu hoyra fråsøgnina frá útvarps- manningini. Og at greiða frá kappróðri, tað eru teir nú einaferð bestir til í Sortudýki. Stemningur í Vágstúni Um midnáttina leygar- kvøldid var nógv fólk samankomið í Vágstúni. Her var midnáttarsam- koma, við horntónleiki, sangi réðu og felagssangi. Fyrst spældi Klaksvíkar Hornorkestur lættan tón- leik og tá teir høvdu spælt eina létu komu skótarnir inn við kyndlum í hond. Hetta sá sera hugnaligt út, login stóð beint uppí loft, so stilt var og hornorke- strið spældi væl. Aftaná kom Klaksvíkar Sangfelag á pallin. Kórið, sum ikki var serliga stórt, sang væl, men her var eitt stórt minus til fyrireik- ararnar, tí fámenta kórið hoyrdist ikki serliga væl, nakrar mikrofonir høvdu gjørt undurverk. Hetta kunnu fyrireikararnir læra av ul næstu stevnu. Kérid endadi vid at syngja tjóðsangin og áhoyrararnir tóku undir. Men her gekk ikki so væl, tí meðan kórið fór undir annað ørindi, høvdu klaks- víkingar hug at stytta tjóð- sangin og stemmaðu í triðja grindi. "Eg níði tí niður í bøn til tín Gud..." Moms á bøkur Talarin á midnåttarsam- komuni var stjórin i Norðurlandahúsinum, Jan Kløvstad. Ein klaksvik- ingur greiddi frå, at tad var ikki vanligt at taka rødarar uttanifrå til hesa D