Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. juni 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 120 — 27. juni 1992 WP satsar nú stórt í Eysturoynni Í dag kl. 13 letur WP upp nýggja deild í Saltangará — í hólum Ian Rasmussens. Í tí sambandi eru eisini fleiri sera góð tilboð á skránni At kalla alla sína tíð innan bilbransjuna í Føroyum, hevur WP — Wenzel Peter- sen — verið ein av størstu fyritøkunum i landinum. Og hesi síðstu árini, nú nógv hevur verið gjørt burtur úr alskyns hagtølum viðvíkjandi eitt nú bilasølu, hevur WP verið millum tey fremstu. Ikki er tað heldur at undr- ast á. Fyritøkan umboðar nevniliga eitt av heimsins kendastu bilmerkjum, ið stavar frá upprunamann- inum at hópframleidda bil- inum, Henry Ford. Eftir- navnið og bilurin eru navn- ar. Eisini úti í stóru verð er Ford eitt vælumtókt merki, og navnið borgar vanliga fyri dygd. Satsar í Eysturoynni At hava vind í seglunum førir ofta vid sær, at neyð- ugterat víðka virksemið og leita sær nýggjar leiðir, og er tað júst tað, føroyska Ford-umboðiðer í ferð við í løtuni. I dag verður latin upp ein nýggj deild i Eysturoynni, har tað skilist, at WP hevur hug at gera eitt rættiligt framtak — fyrst og fremst innan bilasøluna. Ikki so løgid heldur, at WP hevur valt júst at satsa upp á Eyst- uroynna av øllum — har býr jú nærum ein fjórðingur av Foroya fólki, eins og stytri kann vera hjánorðoyingum og norðstreymoyingum at leita sær út á Skålafjørdin, tá eitt nú nýggi bilurin skal finnast. Seinnapartin kl 13 letur nýggj deild upp í Saltang- ará í hólum lan Rasmus- sens, oman fyri Statoilstóð- ina. Opið er í dag til kl. 18, og eisini er opið í morgin — somuleiðis frá kl. 13 til 18. Kaffi og ballónir Í sambandi við upplat- ingina av nýggju deildini bjóðar WP kundunum kaffi og køkur, og ballónir vera til tey yngru. Men tað eru ikki tey all- arstørstu tilboðini, har eru at fáa. E ni verða nevni- liga latin era góð tilboð upp á bilar, og har tróta sløgini ikki — eitt nú Fiesta, Orion og Sierra. Kunnu royna bilarnar Somuleiðis er hópin av tilbodum upp á brúktar bil- ar eisini at fáa. Umframt alt hetta bjóðar WP eisini ta sokallaðu Ditec Car Clean-viðgerð- ina, ið gevur bilinum eina eykaslitstyrki. Fyri at fólk skulu kunna fáa so breiða kunning um alt tað, WP hevur at bjóða kundum sínum, verður eis- ini møguleiki at fáa eitt gott bilprát. Eisinier møguleiki fyri at royndarkoyra bilar, ið eru har til sølu. hj. Bingo verður í B36-húsinum mánakveldið 29. juni, kl. 19.30, til frama fyri danmarkarferð. Nógvur góður matur o.a. at vinna. B36-smádreingir tíðindablaðið Tað skinur langan veg igjøgnum, at Arnstein Nic- lasen als ikki veit, hvat tað er, ið hann tosar um, tá ið hann sigur hyruvognsfør- arar kunna klára seg, um túrarnir kosta 20 krónur, heldur enn 50 krónur. Tað er tvætl úr enda í annan, og Arnstein veit ikki, hvat tað er, ið hann tosar um.< Orðini koma frá einum av teimum umleið 70 hýru- vognsførarunum í Havn- ini, 10 skulu forvinna sær til dagligt breyð vid hýru- vognskoyring burturav. »Fyri tað fyrsta er talið 50 krónur hálað úr leysari luft, tí millum kl. 6 og 18 kostarein túrur innan býar- markið 44 krónur, frá kl. 18 til 24 kostar hann 51 krónur, og um náttina 60 krónur,< sigur hýruvogns- førarin, ið hevur koyrt hýruvogn í eini 12 ár. > Vit hava okkara fystu útreiðsl- ur attaka okkum av, og um hvor túrur skal fara niður á 20 krónur, verður tað ikki nóg mikið ul at gjalda alt tað fasta.« Nógv at gjalda fast Føstu útreiðslurnar, ið talan er um, er stødgjald, Síða 3 rentur og avdrøg upp å bil- In, tygging, vegskattur, olja ella bensin og annars alt tað viðlíkahald, ið nógv koyring krevur av einum bili, sum er í fullari drift at kalla allar dagarnar á ár- inum. >Um vit eitt nú koyra fyri einar 700 krónur um dagin, so verður tað 21.000 krónur um mánaðin, um vit koyra hvønn einasta dag. Og tá alt tað fasta er drigið avtí,erikki meira eftir, enn at tað kanska kann breyð- føda eina familju, um kon- an frammanundan hevur eitt arbeiði hålva og helst fullatíð,< sigur hýruvogns- førarin. >Í hvussu er verður talan ongantíð um nakra líkinda månadarløn, so sum aðrir menn hava hana fast hvønn einasta månad.« Hann heldur ikki, at tað heldur hjálpir nakað serligt upp á roknistykki, at hýru- vognseigarar fáa helvtina av virðinum á bilinum end- urgoldið yvir trý ár. Bilarnir kasta nógv >Teir flestu bilarnir eru dýrir — liggja kanska upp ímóti hálvari millión — og til ta upphæddina, øll sum hon er, skal fåast figging, hóast helvtin verður endur- goldin,< sigur førarin. »Og skalt tú í dag hava kjans at fáa nakrar kundar, ert tú eisini noyddur at hava ein dýran bil. Annars fara fólk bara í ein annan, tá tey Skulu hava ein túr. Hyruvognsførarin vísir annars á, at sum er kann prísurin á einum tår ikki vera bíligari enn hann er. Í mesta lagi kann verða hild- ið uppat at hækka prísin í eina tíð, men niður má hann ikki. >Og í mesta lagi kundu vit kanska strekt okkum ul at latið eina 5- krónu farið av, tá talan er um útjaðaragkini, eitt nú í Norðasta Homi, uppi i Hoyvíkshaganum og aðra- stadni, har langt er at fara.< Ov nógvir hyruvognar Ein annar hyruvognsfør- ari, Sosialurin hevur tosað við, heldur aðra leið vera at ganga, fyri at tað skal kunna loysa seg at koyra, og hon er, at býráðið skarv - ar av loyvunum, so tey minka eitt sindur, fyri at ikki soøgiligan6gvir hýru- vognar skulu vera. >Sum er, eru einir 70 SEA RANA RS * Hýrvognsferarar: Arnstein tvætlar Tað er ikki fallið í góða jørd, at Arnstein Niclasen á bý- ráðsfundi månakvøldid segði hyruvognsførarar kunna fáa eins nógv burturúr, um ein túrur kostaði 20 krónur hyruvognsførarar í Havn- ini, hóast vit ikki áttu at verið meira enn einir 50, um tað skuldi loyst seg. Sum er, loysir tað seg ikki hjá mær at biðja mær av- loysara, hóast brúk ofta er fyri tí,< sigur førarin, ið hevur góð átta ár á baki í vinnuni. »Og mín sann um teir so ikki nú herfyri lýstu eini fýra loyvi leysat søkja, tá teir heldur áttu at latið tey farið niðurfyri, ið nátt- úrliga fóru burturav.< Hann heldur ikki, at tað hevði loyst prísspurningin, um farið varð yvir til at nýta eitt nú taxametur, sum er vanligt aðrastaðni. >Til tess eru ov stutt strekki í Føroyum. Taðer ødrvisi, tå talan er um stórbýir ella øki, har long strekki eru — tá kann tað bera til, men ikki í Føroyum.« hj. Ringið! - og vit skriva (O11820