Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juli 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 130 — 11. juli 1992 Jón á Steig, yvirlækni: | Eg avspåki fegin | Síða 3 Við ongari løn - og eg trúgvi ikki at yvirlæknar sum heild eru ímóti ti, um tað kann gera sítt til at vit finna eina skilagóða loysn á hesum Jóannes Eidesgaard segði í gjár, at hann hevði vónað, at læknarnir fóru at vísa >samfelagssinni< og vera til reiðar at geva nakað frá sær fyri at bjarga Lands- sjúkrahúsinum. Men tað vístu teir seg ikki at vera. Vit hava spurt Jón á Steig, yvirlækna, hvat hann sigur til hetta. - Tað er ikki so einfalt, svarar hann. Sum øll onnur fakfeløg hevur okkara fastar rammur fyri tær avtalur, sum eru. Og tað skulu samráðingar til, áðrenn nakað kann gerast. Føroysku serlæknarnir eru limir í danska felagnum FAS (foreninger af speciallæger). Skal nakað broytast, mugu samráðingar vera millum føroysku leiðsluna av FAS (Anders Harbore og Petur Ellefsen) og danska fel- agið. Og enn er einki hent. Sjálvur fyri Jón heldur eina orsøk til at læknarnir ikki eru komnir við tilboði um at geva rættindi frá sær, vera samráðingartaktikk. - Tað er sjálvandi ilt hjá mær sum vanligum lími at siga, men eg hugsi at talan kann vera um taktiskt spæl, sigur hann. Tí skal tað ikki síggjast sum ein avvísing av møguleik- anum. Og fyri sin part hevdi Jón á Steig ið hvussu er onki havt ímóti at latið nakað frá sær. - Eg hevði avgjørt gingið við til t.d. at avspáka eina viku við ongari lón, um tað kundi medvirka til at vit funnu eina skilagóða loysn á hesum, sígur hann. - Og eg trúgvi eisini at yvirlæknarnir sum heild eru fyri tí. S-S- Landssjúkrahúsið Kantinan er stongd Prisirnir hava verið so lágir, at hóast bert eitt fólk starvaðist har, gav hon undirskot Starvsfólkakantinan á Landssjúkrahúsinum er afturlatin. Hon varð nýtt av øllum starvsfólkabólk- um, og har hevur sera nógv fólk etið hvønn dag. Tað verður tó bert ein uppsøgn í sambandi við hesa sparing, upplýsir Karter Højgaard, umsjón- armaður. Har starvaðist nevniliga bara eitt fólk, sigur hann. Orsøkin til at kantinan kortini gav undirskot, er, at prísirnir vóru so lágir. - Men hevdi ikki verið møguligt at sett prísirnar | upp, heldur enn at stongt kantinuna? - Tad er ein møguleiki vit mugu hugsa um, sigur Karter. Undir øllum um- stóðum vóni eg, at tað fer at bera til at lata kantinuna upp aftur áðrenn langt er liðið. S-S- vilja, sum lærararnir hava víst. Tann betra loysnin Men er tað ikki eitt sindur øvugt av javnaðarflokk- inum fyrst at siga nei til ein generellan lønamnidur- skurd, fyri sidani at royna at gera avtalur vid fak- feløg um tað sama? - Nei! sigur hann. Tað, sum fólkaflokkurin vildi, var at skerja lønirnar við lóg. Hesum eru vit prinsipielt ímóti. - Tá er tað ein nógv betri loysn, um fakfeløgini sjálvi koma aktivt inn í stríðið móti arbeiðsloysi við at gera avtalur um antin lønarnidurskurd ella avspáking uttan løn. Sjálvur heldur Jóannes at fremsta uppgávan hjá fakfeløgunum í dag, júst er at verja teir limir, sum eru hóttir av arbeiðsloysi. - Og tað verður m.a. gjørt við avtalum, sum tann, lærarafelagið gjørdi, heldur hann. Petur Ellefsen, formaður í læknafelagnum, eftirlýsir í dag einum heildarpolitikki fyri sjúkrahúsverkið, áðr- enn hann er sinnaður at lata nakað av síni løn til verkið. Eisini sjúkra- systrafelagið hevur ferð eftir ferð eftirlýst hesum seinnu árini. Og sambært Jóannesi Eidesgaard er hendan heildarætlan nú loksins komin í ljósmála. Hann hevur nevniliga evnað eitt uppskot um hetta at leggja fyri tingið. - Stórar rembingar hava verið farnu árini, sum hava lagt alsamt stórri byrðar -á tann primera sektorin, sigur hann. Tí eru broytingar hendar í heilsuverkinum, og tað er av stórum týdningi, at vit fáa gjørt eitt álit, sum fastsetir ein skilagóðan heilsupolitikk fram til aldarskiftið. - Hvor skal skriva hetta álit? - Tað skulu sjálvandi vera fakfólk, svarar hann. - Síðani kunnu politik- ararnir taka stóðu til tað aftaná. S-S- Í I Petur Ellefsen, form. i læknafelagnum: Treytir áðrenn avtalu Eg eri lítið fyri at lata ein part av mínari løn til sjúkrahús- verkið, um eg ikki veit hvussu tað fer at síggja út framyvir. Vit mugu fáa at vita, hvat politikararnir vilja við sjúkra- húsverkinum áðrenn vit gera nakra avtalu Serlæknafelagið hevur on- ga stóðu tikið til, hvert teir skulu geva nøkur rættindi frá sær ella íkki. Serlæknarnir hava heldur ikki tosað um, hvørt teir skulu seta nakrar treytir við, fyri t.d. at avspáka við ongari løn. - Fakfelagid tekur onga stóðu, fyrr enn landsstýrið er komið við sínum út- spæli, sigur Petur Ellefsen, formaður i serlæknafelagnum. Men persónliga hevur Petur kortini nakrar hugs- anir um støduna, og um hvat kann gerast. i - Eg ivist i um tad loysir nakað at fara niður i lør ella avspáka fyri at dekka undirskotið, sigur hann. Áðrenn Petur Ellefser ger nakra avtalu, vil hani fegin vita hvussu sjúkra húsið fer at síggja út un nøkur ár. - Eg kundi hugsað mæ at sæð eina itøkiliga heik arætlan fyri alt sjúkr húsverkið, so eg veit hv tað er, eg møguliga sk geva ein part av mini lg til, sigur hann. Petur visir til, at Læ arafelagið setti treytir c fekk tær uppfyltar. C hann kundi hugsað sær læknafelagið eisini set treytir, áðrenn naka verður latið. Og treytirnar skulu ver tað, sum fakfólk hava róp eftir í fleiri ár: Ein heildar ætlan fyri alt tað føroyska sjúkrahúsverkið. Smáar vónir Men vónirnar fyri hesun: heldur Petur ikki ver góðar. - Jóannes Eidesgaard vi! als ikki hava Tvøroyrai Sjúkrahús uppí hett? orðaskiftið. Tað bendi: ikki á, at nøkur heildar- ætlan er á veg, sigur hann - Og heldur maðurin seg fáa nóg nógva vitan um Landssjúkrahúsið við at fundast við hvønn starvs- bólk í 10 minuttir, so má eg bara siga: Várharra má seg forbarma... S-S-