Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juli 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 134 — 17. juli 1992 Henning Jacobsen, landsverkfrødingur: Hølva av allastaðn --Lutfallsliga verða eins nóg fólk søgd upp á øllum deildum á stovninum, men tå timalønt er nógv størsti parturin av okkara starvsfólki, so merkjast uppsagnirnar av hesum partinum best, sigur hann Landsverkfrødingurin, Henning Jacobsen, hevur verid skuldsettur fyri at bert at uppsiga timalønt, vanligar arbeidsmenn, medan flippumennirnir ikki verða raktir og hetta avsannar hann —I mínum hugaheimi er ongin munur á fastløntum og timaløntum. Okkara játtan er minkað og tí mugu vit síga fólki upp. Hetta hava vit gjørt sein- astu fýra árini, og starvs- fólkatalið er hesi ár mink- að munadi, sigur Henning Jacobsen. —Vit hava hølvad av allastaðni og limir úr nógvum fakfeløgum eru við. Men tá einki veg- arbeiði er, so er heldur einki arbeiði til teir sum vanliga gera vegir. Eg trúgvi at orsøkin til, at tað ikki hevur verið so nógv rumbul um uppsagnirnar á okkara stovni er, at tær hava verið spjaddar kring alt landið. Tá farið verður undir nýgerð, so vita teir sum fáa arbeiði, at teir hava arbeiði, til nýgerðin er liðug, sígur Henning Jacobsen, landsverkfrød- ingur --Men vit eru nú eisini komin til tann fasta "stabin". Hetta eru fólk, sum hava starvast hjá okkum í drúgva tid. Tað eru bæði handverkarar. teknikarar og fólk í Síða 3 umsitingini uppsøgd. Vit fara i komandi viku i summarfri og aftanå sum- marfritidina verda tad nøkur, sum ikki koma aftur. Men hesi hava fingið bod í góðari tíð, sigur Henning Jacobsen, landsverkfrødingur jústinus Uppsagnirnar hjá landsverkfróðinginum raka allar fakbólkar. Mynd: Kalmar ÆrFF (IM: ———————"——— = Sambært danska F.D.M-motorbladnum fyri juli 92 eri eg "Verdens mest solgte personbil" Eg smæðist heldur ikki burtur í Føroyum