Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| A AG NR SU rer LV he Nr. 121 — 30. juni 1992 »So nógvir bátar flyta so nógv fólk um Leir- víksfjórð so nógvar ymiskar tíðir, at sam- bandið um fjórðin ongantíð hevur verið betri enn tað sama,< heldur leirvíkingur Meðan verkfallið hjá skip- arum, navigatørum og maskinmeistarum hevur verið, hevur lívligur ferða- fólkaflutningur verið um at kalla allar firðir, uttan Suduroyarfjørd. Ogtó... har var eisini siglandi, eitt nú sunnudag- in, soeieratklagaum tað. I hvussu er slapp B71 suður á Tvgroyri at spæla dyst, og kappróðrarfólkið kom somuleiðis norður til Sundalagsstevnuróðurin. Millum Gomlurætt og Skopun hevur verið siglt, ynd: Jens Kr. Vang Okursprisir "Gribbarnir” vóru tiltiknir í gomlum døgum, tå kapp- ingin um ferðafólkini var hørd og privat. Vanliga er nú ådøgum so vorðið, at Strandferðslan og Bygdaleiðir taka sær av øllum ferðafólkaflutningi, men nú verkfallið er, hava privatir *yvirtikið' strand- ferðslusiglingina millum oyggjamar. Og gribbarnir eru vakn- aðir aftur sum ongantíð áð- ur. Í hvussu er má sigast, at prísirnir við nýggju strand- faraskipunum eru ikki lítið grovir. Fyri at sleppa um Vest- mannasund skulu ferdandi vid summum båtum av vid ikki minni enn 160 krónur — eitthundraðogtrýss krónur! Summir eru bíligari, men teir flestu dýrir. Kappingar- hugurin er so stórur, at ein- asti lógligi ferðafólkaflyt- arin um Vestmannasund sleppur næstan ikki framat. hj. millum Vestmanna og Fútaklett og Oyrargjógv, og so eisini millum Klaks- vík og Leirvík, sum var einki hent. Hetta førdi við sær, at Skipasýnið eitt nú fór til Vestmanna, har serliga lív- ligur flutningur hevur ver- ið, fyri at kunna um treyt- irnar, ið skulu uppfyllast í sambandi við ferðafólka- flutning. Lítið batti, og tað, ið frammanundan var av flutningi, helt eisini fram eftir hesa kunning. Tað sama var um Leir- viksfjørd, har bæði stórri og smærri bátar sigldu við ferðafólki alt vikuskifuið. Sunnudagin var Ellintur Abrahamsen inni á keiini í Leirvík og gav bátunum boð um at gevast við sigl- ingini, og hesum játtaðu teir eisini at gera. Sum sagt hevur ferða- sambandið verið sera lív- ligtum Leirvíksfjørð. Enn- tá so lívligt, at summi íkki vitaum, atso væl hevur lig- ið fyri at koma um fjørdin, sum nú, einki strandfara- skip siglir: Betri samband nú >Ég haldi, at tað er ikki mætari, enn at hetta er tað besta ferðasambandið, ið nakrantíð hevur verið um Leirvíksfjørð,< heldur ein leirvíkingur, ið sunnudag- in var niðri á keiini har og hugdi at, meðan fólk vórðu hálað í land og lyft umborð á bátarnar. >Hvórjaferð bussarnir eru her við fólkið eru bát- arnir klárir, og eisini aðrar tíðir ber til at fáa skjúts yv- irum — enntá bæði fyrri og seinni enn vanliga ferða- ætlanin plagar at loyva.< Meðan Sosialurin var á keiini í Leirvik seinnapart- in sunnudagin, lógu tveir stórri bátar klárir inni í havnini at fara avstað, og eitt áttamannafar var á veg inn, men har skiltist, at tal- an var meira um privatan flutning. Samstundis lá eis- ini ein skjótur bátur nær- hendis ferjuleguni og bíð- aði eftir fólki. Dýrir streiku-prisir Sjálvsagter tað kærkom- ið hjá fólki at sleppa við hesum bátunum, tá eingin 0 tíð verið Síða 3 annar fartur er, men dýrt kann tað vera. Prísirnir eru nokk teir dýrastu um Vestmannasund, men eis- ini um Leirviksfjørd kostar meira enn vanligt at fáa fólk yvirum. Ein kona sendi eitt barn við einum av bátunum av Leirvík ul Klaksvíkar, og fyri at fáa menninar at fylgja barninum til húsar skuldi hon av við 50 krón- ur. Mynd: Hilmar Jan Hansen »Men tå er eisini kaffi uppi í prísinum, sum kort- ini ikki er so øgiligur,« smilust skiparin gjøgnum stýrhúsvindeyga, meðan hann taldi seðlarnar... hj. Agangur móti útjaraðanum Sjålvstyrismenn í Norðoyggjum halda lít- ið um verkfallið, og siga, at fakfeløgini fremja ágang móti útjaðaragkjunum Sunnudagin helt Norðoya Sjálvstýrisfelag fund, har stødan viðvíkjandi verk- fallinum var ul viðgerðar. Nidurstødan var greid, og átalar felagið ågangin, tey fakfeløgini fremja móti útjaðaragkjunum, ið hava lagt strandfaraskipini. >Tað er heilt meinings- leyst at hava stongt okkum úti frá megingkinum, ið ótarnað virkar, sum einki verkfall var,< sigur Norð- oya Sjálvstýrisfelag í nið- urstødu síni. „Sjálvandi virdismeta vit áhuga felaganna fyri trygdini, um hetta er veru- ligi setningurin, men tikið verður ikki undir við ver- andi verkfalsskipan, ið rak- ar okkara ferdslumøgu- leikar, ferðavinnuna og framleiðslu so meint, at einstaklingurin og útjað- aravinnan er fyri stórum missi, meðan streikandi partarnir virka og ferðast ótarnaðir.< Víst verður í nidurstød- uni á, at trætumål og tulk- ing av lóggávu kann valla geva verkfalsheimild, men at tað er dómsvaldið, ið eigur avgerðina. Sjálvstýr- ismenninir í Norðoyggjum heita ti á landsstýrið og Strandferdsluna um at beina avgerdina å rætta stad og i stundini at gevast vid hesum meininsleysa verkfalli. »Mint skal verda å, at tingid kemur saman um ein mánað, og er tá møguleiki hjá samgongu og andstøðu at endurskoða manningar- lógina,< endar hvassa nið- urstødan. hj.