Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juli 1992síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Sálarfróðingurin um teir sum sigldu undir krígnum Kunnu sam- metast við kz-fangar Teir livdu undir sama sålarliga trýsti, ongantíð at vita hvat fór at henda. Og skaðaárini kann eerast sjónligt mong ár seinni. Einasti munur er, at teir svóltaðu ikki. Teir fóroyinga sum sigldu undir krígnum kunnu líða undir tí so- kallaða kz-syndrominum, og eitt eyðkenni er, at teir kunnu eldast nógv skjótari og verri enn onnur, sigur Eyðun Joensen, sálarfróðingur Eftir Jústinus Eidesgaard Teir sum sigldu undir krignum og ikk: lúka treytirnar fyrr at fáa endurgjald efur "Lon om erstatning til besæt- telsesudens ofre” eiga at vera fegnir. Ti teir hava havt eitt nógv betri lín løroyingar, aftaná kriggið, enn teir sum eru sálarliga skaddir sum avleiðing av sigl- ingini, sigur Eyðun Joen- sen, sålartrødingur Nógvir føroyskir sjó menn, sum høvdu roknað við endurgjaldi, gjørdust Ikki sørt skakkir og vón- brotnir, tå landstyrid i einum tidindaskrivi kunn- gjørdi treytirnar í donsku lógini. Har stóð millum annað at umframt at hava silt í minsta lagi seks mánaðir, var treytin, at teir skuldu hava fingið ar- beidsførid niðursett við í minsta lagi 25 prosentum, sum eina avleiðing av siglingini. Arbeidsførid kann verða niðursett antin av likam- ligum ella sálarligum or- søkum. Fleiri av teimum, sum fingu beinleiðis lik- amliga skaða, hava fingið pensión. Teir sum eru eftir skulu so í flest førum fyri at lúka treyurnar fyri at fáa endurgjald, fáa eina våttan frå einum sålarfrødingi, at teir hava fingið arbeidsførin nidursett. --At gera eina kanning um hetta ber væl til, sjålvt um 50 ár eru ligin síðan hendingarnar fóru fram sigur Eyðun Joensen, sál- arfrødingur. Ikki prógvast Tad er torførari at meta um sålarligar løst ella avlami enn um likamligan skada. Få ella ongi kann- ingartól eru ul at meta um psykuna við, psykist rønt- mát og vekt finst ikki. Men tilikar metingar verða gjørdar í stóran tá stóða skal takast til avlamisveiting, tryggingarendurgjald, ella aðra veiting grundað á gen, mun sálarligan skaða ella avlami, sigur Eyðun Joensen. Skaði ella avlami kann ikki prógvast sum so, men "sansynliggerast" og so- mikið gjølla undirbyggj- ast, at tað ber ul at sann- føra metngarnevndirnar, at talan er um so og so stóran løst/avlami, sum í tryggingar ella endur- gjaldsførum kann førast aftur tann og tann skaða- tilburðin, sum klienturin hevur verið fyri, sigur Eyðun Joensen, sálar- frødingur -Tað er torførari at progva/sansynliggera/vått a gamalt skadaårin enn nýkomið. Men tó verður tað gjørt og ber til. sigur hann. Aðrenn og aftaná --Vanliga mannagongdin er, at meta um persónin áðrenn skaðatilburðin, sjokkid ella løstandi strongdina (stress). Hetta kann gerast vid at pråta við persónin og tey sum kenna hann. Eisini verður kanna hvussu hann fung- eraði, provtøkuskjøl 0.s.v. Síðan verður mett um støðu hansara aftaná hend- ingina. Hædd verður ukin fyri møguligum náttúr- ligum likamligum, psyk- iskum og sosialum "for- falli" grundað á náttúrligar orsøkir, eitt nú slit og elli, sigur Eyðun Joensen. --Er stórur munur á per- sóninum áðrenn og aftaná hendingina, kann munurin stava frá ti løsti/skada ella strongd, sum ein vid rann- sóknini hevur havt cyguni efur. Tá ber aloftast cisini til at meta um støddina á brekinum ella avlamninum í tí einstaka førinum, sigur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur. --Tíðin hevur vist, at júst ávísir løstir, ávísar strongdir og nívandi upp- lívingar, sjálvt leingi aftaná ella í framkomnum árum, møguliga á ellis- árum, vísa seg sum serlig sjúkueyðkenni, sum so aftur kunnu setast í sam- band við likamligar og sálarligar strongdir, ið hin sjúki hevur verið fyri sjálvt í góðum árum. Hetta ger ikki vart við seg, fyrr enn tann sjúki av eitt nú ellisáðum er viknaður, sigur Eyðun Joensen, sålarfrødingur. -Fyri at nevna eitt dómi, so kann talan verda um ein føroying, sum undir krignum noyddist at fara av eini søkkandi skútu, sum var álopin og fleiri doyðu. Meðan hann var ungur kláraði hann at skúgva nívandi tankar burtur. Men nú hann eldist Nr. 123 — 2. juli 1992 Eyðun Joensen, sálarfróðingur: "Teir sum sluppu óskalaðir sålarliga undan at hava siglt vandasjógv eiga at fegnast, eisini um teir ikki uppfylla treytirnar fyr. kríggsendurgjaldi. Tí teir hava havt eitt betri lív aftaná kríggið, enn teir sum tóki mein." koma tankarnir framaftur og hann kann skuldseta seg sjålvan fyri ikki at hava gjørt nógmikið fyri at hava hjálpt feløgunum, sum doyði. Hann kann føra við sær, at maðurin gerst tungsintur, sigur Eyðun Joensen. KZ-syndromið Eyðun Joensen arbeiddi sum ungur sålarfrødingur å Rikishospitalinum i Keypmannahavn fyrst i sjeytiårunum. Tå kom fram eitt nytt fyribrigdi innan sålarfrødina, sum ongin kendi ul ådrenn, tad sokallada KZ-syn- dromið. --Ein stórur partur av donsku løgreglumonnun- um, vórðu tiknir ul fanga, tá týskarar hertóku Dan- mark. Og fleiri av hesum endaðu í týskum konzen- tratiónslegum. Eini 30 ár aftaná seinast í seksti árunum og fyrst sjeyti- árunum, fóru fleiri poli- tistar at kenna seg illa. Fleiri vóru enn í góðum manndómsárum, aðrir framundir pensíónsaldur. Teir vístu seg at endast nógv verri og skjótari enn onnur, slitust skjótari. Umframt at hava nógv fleiri likamsskavankir enn onnur, so plágaðust teir at øllum hugsandi sálar- bundnum trupuleikum. Hetta var óvantað í mun til onnur javngomul og púrasta óvantað í mun til hvussu hesi fólk áður høvdu klárað seg í liv- inum, sigur Eyðun Jocn- sen. nevna, at garvaðir politistar, styrdu fyri at fara å vakt, at fara út at gera uppgåvur. Teir tordu nóg illa at ganga á gøtuni, og royndu alt hvat teir kundu at sleppa at gera skrivstovuarbeiði heldur enn at vanligt poli- tiarbeidi. Teir skiltu ikki, hvi teir knappliga vóru vorðnir so bangnir, sigur Eyðun Joensen. javnt Ótti --Sum dømi kann eg gamlir og -Og sjúkueyðkennini kundu vera mong. Eitt nú at missa holdini, mødi, linleika, leti, vána minni og ringt við at savna tankarnar, konsentratión. Teir kunnu eisini verða í vánaligum hýri, kynsliga måttleysir LC.