Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 1992síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10.000 og 12.000 og henda seinasta túrin til Es- bjerg eru 350 ferðafólk við. Poul Erik Nielsen held- ur eisini, at føroyingar hava dámt væl at sigla við DFDS, ti manningin hevur gjørt sær stóran ómak at bjóða eina so góða tænastu sum gjørligt. Men hvat sigur so hesin DFDS skiparin til, at Nor- røna komandi år helst verður einsamgll á rutuni millum Føroyar og Dan- mark. Fullsett -Eg ynski teimum alt tað besta og ivist onga løtu í, at nú teir fara at sigla uppá Esbjerg, so fara teir at sigla við fullum skipi hvønn túr. Hann dylur tó ikki fyri, at Smyril Line kann fáa trupulleikar á rutuni, so- leiðis at skilja, at pláss verður ikki fyri øllum, sum skulu við skipi ul Føroya komandi ár. Tá hugsað verður um, at Winston hevur flutt meira enn 10.000 ferðafólk og at Norrøna á ferðunum mill- um Hanstholm og Føroyar hevur verið nærum fullsett við ferðafólki, so kann tað blíva eitt problem, tá Norrgna nú eisini skal flyta ferðafólkini, sum annars hava siglt við Winston. -Men verða teir einsa- mallir á rutuni komandi árini, so er greitt, at teir fyrr ella seinni verða noyddir at hugsa um at fáa sær nýtt og stórri skip, Skulu teir klára at taka alt ferðafólki og serliga um ferðafólkatalið fer at vaksa heldur danski skiparin. Frí kapping Vit spurdu Poul Erik Nielsen, um ein kann rokna við, at onnur skipa- feløg fara at royna seg á Føroyarutuni, nå DFDS gevst. Til tad sigur hann, at hetta er heilt óvist, men møguleikin er sjálvandi til steðar, tí eingin hevur einkarrætt uppá hesa sigl- ing. -Hetta er jú forrætning, sum so nógv annað, og eg kann bara ímynda mær, at nú vit gevast, so skuldi møguleikin hjá ødrum verid betri at farid inn i rutuna leggur hann aftrat. Men hann leggur tó dent á, at hann veit ikki um nakað skipafelag, sum fer inn í Føroyasiglingina, nú DFDS gevst. Hóast Poul Erik Niel- sen heldur kapping vera góða, tí hon skal jú fyrst og fremst koma kund- unum ul góða, so sær einki als einki skeivt ella negativt í ti, at bara Norrøna fer at rekja Siglingina. Nr. 151 — 13. august 1992 Endin verdur blakadur å sjågv fyri síðstu ferð --Sjálvandi er vandi fyri, at prísurin fer tann skeiva vegin, tá eingin kapping er, men eg vóni, at Smyril Line megnar at liva upp til hesa avbjóðing, soleiðis at brúkararnir, og har eisini tey mongu, sum hava siglt við DFDS, fáa eina góða Og trygga tænastu. Skilagott at sigla uppá Esbjerg Hann heldur tað annars vera skilagott av Smyril Line at sigla uppá Esbjerg, tí henda havnin liggur geograftiskt sera væl fyri. -Toksamband er úr øll- um Danmark beinleiðis til Borgarstjórin og býráðs- skrivarin vóru umborð fyri at siga farvæl, nú DFDS gevsi við siglingini tidindabladid Sida 9 skipid, og hetta er ein ómetaliga stórur fyrimun- ur. Eisini liggur Esbjerg høgligari fyri enn Hanst- holm, tá hugsað verður um ferðafólk úr øðrum londum. Uppá fyrispurning um møguleiki verður at sigla uppá Føroyar alt árið, nú bert eitt skip fer at røkja rutuna, sigur Poul Erik Nielsen avgjørdur: -Eg haldi ikki tað er grund- arlag at sigla uppá Føroyar alt árið við ferðamannaskipi. Bara tað ringa veðrið um veturin ger, at tað verða ikki nógv fólk, sum fara við skipi til Føroya hesa tíðina. Og so mugu vit heldur ikki gloyma kappingina frá flogfeløgunum. DFDS-skiparin ynskir at enda at takka øllum temum føroyingum, sum hava siglt við skipinum og sendir eisini eina heilsan til starvsfólkið á DFDS- skrivstovuni í Havn við tøkk fyri eitt sera gott samarbeiði. -Og so sjálvandi øll góð lukkuynski til Norrønu. Tad var kalt og váttligt veður henda seinasta morgunin Winston fór av Havnini, men nakað av fólki hevði leitað sær út á Molan at veitra farvæl