Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. august 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 152 — 14. august 1992 tíðindablaðið fekk heilivág frá mær til sjúkling, sum eg ikki hevdi stundir at vitja, meðan eg fór tey mest neyðugu stødini i bygd- ini. Ein sjúklingur skuldi hava hjálpitól, annar skul- di hava rgkt og veg- leiðing. - Tá eg kom til Havnar aftur, fór eg á skriv- stovuna at ringja til tveir stovnar, sum eg eisini hevði samband við um morgunin, at vita, um avtalurnar vóru í lagi. Eis- ini tveir sjúklingar vitjaði eg seinnapartin. Møtimikil umstilling Tað er møtimikid at ferðast úr einum heimi í annað, tí umstødur og sjúklingar krevja, at tú ert før fyri at umstilla teg. Eitt stað er neyðugt at geva greið boð, annað stað er neyðugt at lurta og seta spurningar. Øll fólk eru ymisk og ti ræður um hjá okkum at hava bæði eygu og oyru við, um vit skulu geva góða røkt og viðgerð, eru heimasjúkra- systrarnar samdar um. - Nú er so bert eftir at skriva dagbók um vitjan og kanningar í dag, um- framt at vit skriva virkis- yvirlit ul Heilsustýrið í Danmark. Dagbókin er neyðugt amboð, hóast tað ikki nýtist at verða so umfevn- andi. Tað er jú soleiðis, at vit hava avloysarar ella ein onnur vitjar næstu ferð, og tí mugu neyðugu upplýsingar vera tøkir. Uppá fyrispurning, hvø- rji viðurskifti í arbeiðs- degnum eru torførast at greiða, sigur tær triggjar, at tað kann vera so ymiskt frá degi til annan, ti eingin dagur líkist. Vita íkki um tey eru á lívi - Tað kann vera einsa- malt fólk, sum livir so illa, at vit ikki vita, um tey eru á lívi, tá vit koma Sosialurin ynskir tykkum hjartaliga tillukku við brúdleyps- degnum og blíðan byr frameftir Til øll brudarpør Sendið okkum brúðarmyndina og tit fáa hana í blaðið ókeypis. Telefonin er hent amboð hjá heimasjúkrasystrini, men orka er ikki at taka móti boðum allan dagin, ti sjúkrasystirin, sum hevur skrivstovuarbeiðið um hendir, noyðist at røkka teimum eina hond, sum eru um sjúklingin heima næsta dagin. - Tá eru altíð avvarandi hjá sjúklinginum, og vit hava bert alt gott at bera teimum. - Adur kundu vit fara á sjúkravitjan áðrenn song- artíð, kanna sjúklngin, tosa við tey avvarandi, leggja sjúklingin væl til rættis fyri nåttina 0.s.fr. Hetta er ein trygd fyri av- varandi og sjúkling, at tey vita at alt er í lagi, áðrenn náttin kemur. - Tað er álagt okkum frá leiðsluni, at tað mugu vit ikki gera longur. Hinvegin, so vitja vit kanska í heimum, har vit hava gingið í áravís. Tey kenna okkum og vit stan- da í telefonbókini... Í sjeyti- og åttatiårunum var tað vanligt at fólk doyðu á sjúkrahúsunum, men í dag velja nógv at vera heima til tað síðsta. Ussalig fólk orka ikki sjúkrahúsumhvørvið, sum alt meira er merkt av strongd, tí starvsfólkið hevur so nógv um at vera. Noyðast at geva okkum stundir - Slíkir sjúklingar og Vit vildu fegin sett brúðarmynd av tykkum í blaðið, har tit eisini fáa meguleika til eina heilsan til tey, sum mintust tykkum á brúdleypsdegnum. Vit senda myndina aftur beinanvegin. Sendið myndina til: Sosíalin postrúm 76 110 Tórshavn avvarandi hava brúk fyri at vit geva okkum stundir, tosa um viðurskiftini og kanna at heilivágur og røkt er í lagi. Tað gevur neyvari samband millum heim og rgkt. Tá sjúklingurin ikki er meira, er tað okkara upp- gáva at veita avvarandi upplýsing um, hvussu tey skulu bera seg at við jarð- arferðini o.s.fr. Vit gera eisini tann deyða í stand og royna sum oftast at fáa tey, ið eftir sita at taka lut í hesum. - Hetta er hending, sum krevur góðar stundir, so tey avvarandi kenna, at tey ikki bert verða slept upp á fjall. Kensluliga eru tey í einari torførari stóðu, og tí bøtir tað um hjá teim- um, um vit eru felags um hetta. Ongantíð vanlig arbeiðsuppgáva - Tað kann eisini kenn- ast tungt hjá okkum. Hó- ast vit eru vandar við slíkt arbeiði, so verður tað ong- antíð ein arbeiðsuppgáva, sum vit venja okkum við. - Ein hugsan, sum nær- um altíð kemur til tey av- varandi er, at nú er tann sjúki farin, og tað kann vera ein lætti, men eisini, at nú kemur heimasjúkrasystirin ikki aftur. Endamálið við at stovna heimsjúkrasystraskipanina var eisini at vit skuldu gera uppsøkjandi arbeiði, kannað tørv o.a. úti í ymsu heimunum, men hetta hevur heldur ikki verið stundir til. Vit eru tú umboð í upp- tøkunevndini, har fólk søkja um at sleppa á ellis- og røktarheim. Oftani kennur upptøkunevndin ikki viðurskifuni hjá umsøkjaranum, og tá fara heimasjúkrasystrar út at tosa við viðkomandi og kanna umstødurnar. Beinleiðis samband Øll kunnu ringja til Heilsurøktina og biða um hjálp frá heimasjúkrasyst- ir, men nú eru vit bangnar fyri at eisini henda skipan dettur niðurfyri. - Tað hevur ljóðað at kommunulæknin ella sjúkrahúsið skal senda á- heitan til okkara. - Vit stúra fyri, at fólk ringir til okkara og vit noyðast at vísa teimum aftur, tí annar stovnur skal ávísa. Tað góðtaka vit ikki, tí so rapar endamálið við skipanini. Orð: Dagny Myndir Jan Lýsing Hjallar verða gjørdir, ymiskir prísir. Skjót levering. Tlf. 21 393. Síða 7 Heilsaðu vid flagginum. I sambandi vid fråsøgn okkara í gjár um seinasta túrin hjá Winston Churchill skrivaðu vit, at Merkið á Molakeiini varð vundið niður í hálva stong. Her skuldi sjálvandi standa, at Tórshavnar havn heilsaði við føroyska flagginum sum eitt seinasta farvæl til 125 ára gomlu Føroyasiglingina hjá DFDS. IKKI FERÐABÚGVIN 7 14 21 28 FOROYA MYNDAKALENDARI 1993 Føroya Myndakalendari Myndakalendarin fæst um alt landið — fyri einans kr. 68,- á staðnúm