Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. juli 1992síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Ummæli av Olavsøkuframsyningini: klæd | Á UMMÆLI Kenda danska ævintýr- skaldið H. C. Andersen eig- ur manga góðu søguna, og felags fyri tær allar er, at har er ein søkalladur moralur Þann, ið lesur ella hoyrir fær móti endanum eina nið- urstødu serverada Eitt tað kendasta og eisini eitt tað besta ævintýrið hjá H. C. Andersen er tað um tey nýggju klæðini hjá keis- aranum Her skal ikki vera farið út í æsir við hesum ævintýr- mum, men í stuttum var søgan tann, at keisarin als ikki var i nøkrum klæðum men fekk spillnakin. Av ti at hetta vóru nýggju klæði keisarans og ikki klæði hjá onkrum tilvildarligum, var einki mark fyri, hvussu fólk róstu klæðunum og søgdu, hvussu vekur og snøgg tey vóru — til eitt barn endiliga rakti seymin á høvdid: >Jú, men keisarin er jú í ongum klæðum! Keisarans nýggja list Olavsøkuaftan varð tann árliga ólavsókuframsýn ingin við ymsari list latin upp i Norðurlandahúsinum Talan er um eina tað størstu føroysku listafram- sýningina, og á henni vóru ikki færri enn 170 listaverk gjørd av tilsamans 70 listafólkum. Nakað hevur henda lista- framsýning verið havd til viðgerðar frá fleiri síðum í pressuni — fyrst og fremst her í Sosialinum — og tå ein hevði verið runt og sæð hvert einstakt listaverk, var einki annað, ein kundi taka betur undir við, enn vit í Føroyum í dag av sonnum hava eina lista-elitu, 10 gev- ur alla orsøk til enn einaferð at hugsa um ævintyrid hjå H. C. Andersen um nyggju klædi keisarans. Í hvussu er tykist lítið hópi vera í, hvat verður mett sum list og hvat ikki verður tað. At nógv frálík list við kaldari hond er hildin uttan fyri framsýningina, meðan annað, ið bert við keisarlig- ari vælvild kann kallast list VJgJU er sloppið igjøgnum nálar- eygað, er einki at taka seg aftur í, tá ein hevur havt høvi at sæð okkurt av tí, ið ikki slapp igjøgnum Hol í høvdid At fólk kunnu liva av list, er ført — um talan altso er um list! Men tíverri sær út til, at fleir av okkara sokalladu etableraðu listafólkum lata fólk fáa steinar fyri breyð. Í hvussu er vóru fleiri itøkilig dómi um, at hvorki høvd ella hali var á tí, so kendir listamenn sum Bárður Ják- upsson, Amariel Norðoy, Marius Olsen, Eyðun av Reyni, Ingálvur av Reyni, Kári Svensson, Ole Wich og fleiri aftrat sýna fram í Klingruni í hesum døgum. Máling oyst yvir lørift, við einstókum tilvildarlig- um strikuskapilsum inn ímillum og svakliga saman- blandaðum litum, so ein ikki ivast í, at fleir av hes- um fólkum høvdu havt gott av at fingid kannaeyguni, er tað, ein sum vanligur ólav- søkugestur kann fáa burtur úr nógvum av hesum. Ivist i, um hendan sokall- aða listin hevði verið brúk til so frægt sum tapetmynst- ur nakrastaðni. So líuð hev- ur bara litparturin uppá seg. Og so er tað hasin, ið fer eftir ruski og savnar tað saman ul sokallað renovati- énslist. Millum annað var ein gamal rustadur viskari og nakrir brendir vidastubb- ar klimaks i renovatiónslist- ini hesaferð. Nógv av teirr skulpturellu lisuni er heldur ikki nógv annað enn geometriskir ruðuleikar, ið hvørki visa ella siga nakað sum helst. Skeivt, beint og svugt Tað sær út til, at høvuds- endamálið við hesi abstr- aktu listini er at ørkymla sum mest, so eingin skal kunna fáa nakað burturúr. Og tað mest harmiliga av tí heila er, at fleiri av hesum góðu fólkum í veruleik- anum megna at gera nakað, iðer veruligt og í familju við list um tey vilja. Fleiri teirra kunnu bæði avmyndað, lýsa tíðindablaðið „2 9 lavsøkuframsyningi | Norðurlandahúsinum 28. juli - 2. august og endurgeva bæði lutir, kenslur, stemningar og ann- að, men velja heldur at fara ein túr í mjørkan eftir fýra- kantum, ið bert variera í liti og um teir eru beinir, skeivir ella øvugtir. Farið ein túr í onkran barnagarð og finnið har tykkara javnlíkar — men kortini yvirmenn í sannari og hjartaligari list. Klædini, klædini… Ádú, ådå. Her liva keisar- ans nýggju klæði sum ong- antíð. Og so eru tað prísirnir eisini: Túsundvís av krón- um vilja hesi hava afturfyri sítt oyðsl av bæði lørifti og máling, tí fólk jú í hópatali helst framvegis eru av teirri áskoðan, at hetta er tann sanna listin. Nei, sanniliga eru tað ikki prísirnir á amatørlistaverk- unum, ið skemma ólavsóku- framsýningina, sum lesast kundi millum reglurnar á tí, norðurlandahússtjórin gav til kennar leygardagin í Sos- ialinum. Hyggja at kendum Hann segði forrestin eis- ini, at fólk koma fyri at síggja tey kendu listafólk- ini, og so kanska eftir ein kaffimunn skeita at restini, Li: fara avstad eftir at hé ugt at topplistini. Hetta er ein stør misskilj- ing. Flestu teirra, id fara at hyggja at 6lavsøkufram- sýningini, munnu heldur vilja finna útav, um onkur, ið tey kenna, er við. Hetta kann ein siga, ið sjálvur hevur verið óteljandi ferðir og hugt at júst ólavsgku- framsýningini. Eisini fólk, ein hesaferð prátaði. við á framsyningini og onnur, ið høvdu verið, høvdu somu fatan. Teir kendu koma ikki fyrr enn í aðru rød — um yvirhøvur verður hugt serliga nógv at øllum hesum keisarliga... Eivindur Mohr fær 13! Einasta av teimum kendu listafólkunum, ið veruliga vísir og prógvar nakað á Olavsøkuframsyningini '92 í Norðurlandahúsinum, er Eivindur Mohr. Hann hevur tveir stórar málingar við av fyrrverandi sjóvinnubankastjóranum Rasmusi Olsen, sála, og nevndarformanninum å samastað, Birgir Danielsen. Hesir báðir málningar eru rein meistaraverk, og listin hjá Eivindi Mohr liggur í minsta lagi einar tveir klass- ar oman fyri restina av elit- uni. Her er talan umeitt reint 13-tal, og við frálíku evnum sínum tekur Eivindur dystin upp á løriftinum við restina av elituni. Av sonnum ein ólíka dyst- ur, ti hini koma honum ikki til kniggja — og tað so langt frå ti. Og t6 — eisini ein madur sum Olivur vid Neyst, id er ein partur av elituni, er kom- in væl frå sini list å hesi framsyningini vid lættari abstraktari, men tó mynd- andi list í føgrum litum. Gladir amalgrar Men ólavsgkuframsýn- ingin er annað ern bert elit- an, hóast framnsýningin av røttum átti at verið so nógv meira enn bara tað. Við eru fleiri frálíkir og evnarikir amatørar, ið veru- liga vísa stórt hugflog og góðar gávur at arbeiða við líst. Nakað, ið var sera hugtak- andi at síggja, vóru tær báðar áseymaðu myndirnar hjá Anni Haraldsen úr Fuglafirði. Hetta var sonn list og samstundis ótrúliga gott handverk. Vakrir litir og vøkur motiv — stutt sagt: List! Yvirhøvur var einki á hesi Nr. 142 — 31. juli 1992 framsýning, ið bendi á, at amatgrarnir taka ov nógv fyri síni listaverk — tvørtur- ímóti. Seta blinda eygað til Uttøkunevndin, ið hevur til starvs at velja út tey lista- verk — ella kanska rættari sagt: listafólk — ið eru við á framsýningini, man í fleiri fórum tó hava sett kikaran fyri blinda eygað. Í hvussu er vóru tíverri eisini fleiri málningar frá amatørum, ið høvdu eins lít- ið uppá seg og tað hjá teim- um professionellu. Kundi bentá, at tey høvudleysu fáa herðaklapp, meðan tey evnaríku verða mett sum primitiv og fávitskut, tí tað tey gera, líkist nøkrum og er til at fata fyri mannin á gøt- uni, og ti tey nokta fyri at lata keisaran úr fyri síðani at billa honum inn, at hann hevur fingið nýggj klæði. Beiðari framsýning Yvirhøvur hevði verið ynskiligt, um 6lavsøku- framsyningin kundi verið ein breiðari framsýning, har fjøldin av listafólkum, ið ikki síggja seg sjálv sum professionell fekk møgu- leikan at royna seg. Av teimum, ið sýndu fram, vóru sanniliga ikki bert fólk úr listaelituni, mer eitt nú kundu fleiri fermetrar av veggjaplássi verið brúkt- ir betur, um aðrir amatøral aftrat skuppu framat, heldur enn tey, ið liva av at selje sína list og at rósa hvørjum ødrum, sum eftirhondini er vorðið fólkahugtak, tá um list er at røda. Framsýningin er annars opin til og við sunnudegn- um 2. august. Í dag og í morgin frá kl. 10 til 18 og sunnudagin frá kl. 14 til 18. Við vón um snarligan bata fyri føroyska list verða hesi orð skrivað. Hilmar Jan Hansen