fríggjadagur 31. juli 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 142 — 31. juli 1992
Óheppin kvinna í Havn
Stakk mannin
Í búkin
Hendiligt óhapp er nidurstødan hjá kriminalpolitinum, tá ein
kvinna undir húsaófriði kom at stinga mannin í búkin við einum
12,5 sentimetra longum knívi
Månakvøldid klokkan
22:30 hoyrdust lúðrarnir
frá politibilum og frá
sjúkrabilum í Havn og um
Olavsøkuna gingu tíðindi
at ein maður var niður-
stungin, knívurin var farin
undir hólkin og at tað
stóð illa til.
--Men hendingin var
tíbetur ikki so álvarslig.
Maðurin og konan høvdu
skeldast. Konan stóð við
borðið, hon hevði knív í
hondini, hon fekst við at
skera ost. Hon vendi sær
knappliga við knívinum í
hondini, maðurin stóð so
tætt hjá henni, at hann
fekk knívin í búkin. Men
knívurin fór ikki djúpt,
bert eitt "snittsár", verður
sagt av kriminaldeildini á
politistødini í Havn.
—Tå boðað var frá, fóru
tveir manns av politistød-
Norróna nýggja farleið
Hanstholm strikad
ini beinanvegin å stadid,
eisini kom sjúkrabilur á
staðið, maðurin varð flutt-
ur á landsjúkrahúsið, har
hann varð seymaður sam-
an aftur, hann varð
útskrivaður dagin eftir
Olavsøkuaftan, sigur krim-
inalpolitiiið.
--Kvinnan varð flutt á
politistødina til avhoyr-
ingar. Hon var verandi å
politistødini til dagin eftir,
tå hon var leyslatin. Frå-
greidingarnar hjå bådum
passa saman og vit eru
komnir til ta niðurstøðu, at
talan var um eitt hendiligt
óhapp. Tí verður neyvan
talan um nakra sak, sigur
kriminalpolitiið.
jústinus
Smyril Line yvirtekur siglingina hjá DFDS og í framtíðini verður
tað bert Norrøna, sum siglir millum Føroyar og Danmark og hon
skal sigla til Esbjerg
Í gjár undirskrivaðu ferða-
mannastjórin hjá danska
reiðarínum DFDS og Oli
Hammer, stjóri á Smyril
Line eina samstarvsavtalu,
sum er søgulig. Tí við hesi
avtalu gevst DFDS við at
sigla til Føroyar, ein
sigling, sum hetta reidari
hevur røkt i yvir 100 år.
Mren DFDS gevst ikki
heilt at fåast vid føroyska
ferðamannavinnu. Ti í
avtaluni verður DFDS
Hetta ve ræur Se
adalumbod fyri i Dan-
mark.
-Størsta broytingin i
hesum samanhangi
verður, at nú gevst
Norrøna at sigla til
Hanstholm. Vit fara at
sigla til Esbjerg í staðin,
sigur Oli Hammer , stjóri
å Smyril Line.
Og vid at sigla til Es-
bjerg eru fyrimunir. Mill-
um annað er einki bein-
leiðis toksamband til
Hanstholm og skuldi
Smyril Line fingið sær eitt
stórri skip, so kundi tað
ikki nýtt havnina í
Hanstholm.
Samstundis sum Nor-
røna komandi summar fer
at sigla til Esbjerg, verður
Hetlandssiglingin
nidurløgd.
Vikudagarnir, tå Nor-
røna er i Føroyum verda
teir somu, t6 eru onkrar
tíðir broyttar eitt sindur.
--Hendan avgerð er tikin
aftaná drúgvar samráð-
ingar, og meta nevnd og
stjórn, at hetta er rætta
avgerð, bæði mótvegis
ferðafólki og felagnum,
heldur enn at liggja
sjóvarfallið av sær, sigur
Óli Hammer, stjóri í
Smyril Line.
jústinus
Síða 7
Viran
(ng 6
Hilmar Jan
Hansen
skrivar
I VERULEIKANUM SKULDI hesin teigur í dag itið
»Olavsøkan, ið før« ella »Hålva vikan, id fór<, heldur
enn >Vikan, ið fór<. Okkara tjóðarhátíð hevur merkt
hesa hálvu vikuna fram um alt annað, og tað er eisini í
fínasta lagi. Tjóðarhátíðin er ein av okkar dýrgripum, ið
savnar fólkið — ikki minst, tá annar savningardepil valla
er aðrastaðni at finna enn í kreppu og armóð í hesum fyri
so mong herðu og strævnu døgum.
EIN HUGNALIGUR OG eftirhondini vælsaktans eis-
ini nakað gamal tåttur í øllum ólavsgkuhaldinum, er
rikisumbodsmans-, løgtingsmanna-, landsstýrismanna-
og prestaskrúðgonganm frå tinghúsinum oman i Havnar
kirkju — dómkirkjuna — til 6lavsøkugudstænastuna og
nidan aftur ul tingsetanina, har kórsangur og horntón-
leikur verða tilsett sum mentunarligt kryddarí i håtidar-
haldinum.
MEN HESAFERD VAR alt ødrvisi, enn tað plagar at
vera. Skrúðgongan var mannað, sum hon plagar at vera
tað, og lógungs- og landsstyrismenn gingu í annaðhvort
snuligum klædningi ella í føroyskum klæðum, meðan
prestarnir — burtur sæð frá teimum pensioneraðu — gingu
í kjóla og hvítum pípukraga, sum embætinum hoyrir til
Og tó var alt so nógv ødrvisi. Fremsti maður í fylginum
saman við løgmanni, var eins og vanligt ríkisumboðs
maðurin, men uttan prýðiliga eyðkennisbúnan, ið hevur
i HU
verið 'fastinventar' i skrúðgonguni i mannaminni. Bún-
an og tann serliga hattin hevur verandi rikisumbods-
maður vrakað, og gongur hann nú í staðin í snøggum
klædningi.
FLEIRI HØVDU TAÐ á munni — og ikki er tað ilt at
skilja — at við hesari broyting var ein stórur partur av
sjarmuni við hesi skrúðgongu farin. Uttan at hava nakra
veruliga marknaðarkanning at vísa á, skal her verða send
ein lítil heilsan frá ikki so fáum Olavsøkugestum til ríkis-
umboðsmannin um at grannskoða (revidera) avgerðina
um at goyma eyðkennisbúnan við fjaðrahattinum burtur
í tíð og allar ævir. Í sjónvarpinum grundaði hann hetta á,
at búnin annars ikki hevði verið brúktur í danska ríkinum
í mong år, og at ti mundi heldur ikki vera orsøk fyri at
brúka hann her.
EIN FRIDARLIG ÓLAVSOKA er altíð sámulig fyri
land og fólk. Ein slík var hendan, skel verða gingið eftir
ti, poliuid hevði at greiða frá, hóast ólavsgkuaftan
kanska ikki var so fridarlig. Hinvegin var veðrið betri um
dagin ólavsgkudag, so tað fekk fólk út á gøturnar, og har
skikkadu tey sær sum heild væl. Annars var veðrið sera
keðiligt stórar partar av tíðini, men tað er so nakað, ið
eigur at verða uikid til eftinektar ul næstu ferð. Teir, i?
liva av at selja regnskjól, eiga meira at gera vart við s
so gjøgnumbloyttu ólavsgkugestirnir ikki skulu
tjóðarhátíðina oydilagda av dropsemi vedurgud:
Til eina aðru ferð: Syrgið fyri at regnskjól fåast, og
koma til sjóndar hvar tey eru at fáa.