Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. august 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ið Nr. 143 — 1. august 1992 Síða 3 Lógmaður um ídnað og handil i 6lavsøkurøduni: Mugu laga okkum til marknaðirnar Ein tryggur heimaídnaður og -marknaður er treytaður av einari styrktari útflutningsvinnu. Við vórumenningarlóg- ini og sáttmálunum við EEC og EFTA er reikað fyri menn- ing. Lógmaður segði: Ídnaðurin stendur fyri stór- um avbjóðingum. Krøvini til kappingarføri herdast, og vinnan skal laga seg til nýggjar kappingartreytir, javnsettar teim í gðrum londum. Við nýggju tolllógini fingu mestsum allar vørur úr EF tollfrælsi; men GATT-viðurkendur tollur varð lagdur á vørur úr gðr- um londum. Gomlu inn- flutningsgjøldini galda tó árið út, og toliurin fyri týdn- ingarmestu vørurnar úr EFTA-londum er undir samráðingum fyribils frá- settur. Henda fráseting (>suspensatión<) fellur burtur 1. september í ár, tí tá hava vit eins góðan handils- sáttmála við flestu EFTA- londini og sáttmálan við EF. Árið 1992 verður tillag- ingarår, og flestuav teimum gomlu skipanunum eru framvegis í gildi við ávísum lætta hjá vinnuni. Innflutn- ingsgjøldini á maskinum og íløgutólum, sum fala burtur 1. januar, eru minkað ella strikad, at virki ikki skulu bíða við íløgum, til meir- virðisgjaldið kemur 1. janu- ar. Meirvirðisgjaldsskipanin leggur avgjald á nýtsluna, har skipanin, ið er, í nógv- um fórum leggur tað á vinn- una. Virkini verða at krevja avgjaldið inn og avrokna við landskassan, men skulu ikki bera avgjald av vinn- uni. Skipanin lættir um út- flutningsvinnuna og lands- umsitingina, men krevur, at landið ikki stuðlar føroysk- ari vinnu við lægri avgjøld- um, ið skattaborgarin um- vegis ber. Landsstýrinum er greitt, at nøkur av teimum smáu virkjunum og fleiri av teimum, sum serliga hava livað av muninum í inn- flutningsgjaldi á råvøru og lidnari vøru, fáa trupul- leikar av broytingunum, og summi megna ikki at standa seg, fáa tey ikki tolllætta ellastuðul. Men hetta eru so treytirnar fyri, at okkara vørur sleppa undan tolli aðrastaðni. Fyri heimaídnaðin liggja trupulleikarnir í ú sera veika heimamarknaðinum. Heimamarknaðurin fer ikki at vaksa aftur, fyrr enn út- flutningurin hevur ment seg munandi. Tað er ti sjålv- sagt, at landsstyrid leggur mesta dentin á at stimbra út- flutningsvinnuna og at eggja til, at tað besta fæst burtur úr henni. Vørumenningarløgirnar frå 1991 og 92 um studul til arbeiðsskapandi tiltøk á landi hava roynst væl og stímbrað iløgur og virksemi á fiskavirkjum. Tær hava verið galdandi eitt ár í senn, og ein lóg fyri 1992 fer eins og hinar at stuðla fortreyt- unum at gera meirvidgjørd- ar vørur til kræsnar markn- aðir. Fiskiídnaðurin hevur góðar utflutningssømdir í nýggja EF-sáttmálanum, bæði fyri fullvirkaða voru, ta Ovirkada og hálvvirkaða vóru, og handilssáttmálin við EFTA er ikki verri. Fýlst hevur verið á, at kvoturnar til EF fyri fullvirkaða vøru hava verið ov smáar, og at tað ikki eydnaðist at fáa ser- sømdir fyri triðjalandsfisk. Í samráðingunum við EF gjørdi landsstýrið nógv burtur úr tí at fáa so stórar kvotur fyri fullvirkaðar fiskavørur sum gjørligt og at kunna hækka kvoturnar við samráðingum í felags- nevndini. Hetta fer at bera til og hevur sera stóran tydn- ing, tí fullvirkaðar verur fáa frægasta prísin og bera við sær fjølbroytt arbeiðsskap- andi virksemi í landinum. Tað, sum okkara fiskifloti fiskar, eigur at verða avreitt og arbeitt í Føroyum til vøru, lidna á borðið um til ber. Fesk, ísað vera eigur bara at verða utflutt til sera høgan pris til brúkaran bein- leiðis og ikki til meiri virk- ingar á meginlandinum. Tað er at fegnast um, at tann parturin av veiðuni, ið verð- ur góðskaður á landi, veksur skjótt, og at royndirnar í fiskiidnadinum at gera framkomnar borðbærar vørur eru komnar so lang å- leiðis, at tær fyrstu helst fara á marknaðin í heyst. Skipasmidjurnar hava tí- verri ikki megnað at fingið sáttmálar um nýbygging, hóast fíggjarligu fortreytir nareru av teimum frægastu í vesturheiminum. Haraftur- ímóu veksur umvælingar- arbeiðið fyri eystureurope- isk skipafeløg, og roknað verður við stødugum ar- beiði í vinnugreinini eitt ár fram. Utflutningurin av tøknifrødi í fiskivinnuni er alsamt vaksandi, og nógvar samráðingareru um nýggjar sáttmálar. Nýgaiu handils- sattmálarnir Tó at sáttmálarnir við EF og EFTA ikki nøkta allar ætl- anir og vónir Føroya, eitt nú frítt at fara hjá føroyingum í vinnu- og útbúgving, so heldur landsstýrið tær vera vælnýuligar og arbeiðir við at fáa slíkar sáttmálar við onnur lond eisini, eitt nú Spurningurin um broyt- ingar í handilssáumálanum við EF er tíkin upp í felags- nevndini á fyrsta fundinum. A fundinum í heyst rokna vit við, at >ckvivaleringin< kemur í rættlag, og at vit fáa somu sømdir sum EFTA- londini hava í EBS-sáttmál- anum. Í samráðingunum við EFTA-londini er landsstyr- ið komið so langt vid norð- urlondunum, at hesir sátt- málar kunnu nýtast til at selanýggjar spurningar í fe- lagsnevndini. Tad er kortini greitt, at ikki verður møgu- ligt at veita beinleiðis studning eftir 1. januar 1994, tí tá skulu studnings- skipanirnar vera í samljóði við tær reglur, ið bæði EF og EFTA halda seg til. Tað skilst, at bæði EF og EFTA veita stuðul eftir ser- ligum reglum, og landsstýr- ið hevur tí fingið nágreini- ligt yvirlit yvir teir studn- ingshættir, ið eru loyvdir. Tó skerst ikki burtur, at vit valla orka at veita stórvegis almennan studning uttan inntøkuhækkingar ella sparingar. Framhald å sidu 20 Kvinnufinalan: VB og Skåla i Gundadali Seinnapartin í morgin, nærri sagt kl. 16, verð- ur finalan i steypa- kappingini spæld å ovara vølli i Gunda- dali. Finalistar eru VB og Skála, og dóm ari er Birgir Sondum. Vinn- arin av finaluni fær sokallaða Dagblaðs steypið í varðveitslu hetta næsta árið VB og Skála teljast millum stinnastu lið- ini í landskappingini hjå kvinnunum i år, og liggja liðini eisini av álvara við í kappingini í toppinum av 1. deild, so líkt kundi verið til, at tað verður ikki bert hendan eina finalan í morgin, ið kann skapa spenning teirra mill- um. Í hvussu er kundi hent í ár, at vinnarin av steypakappingini eis- ini verður vinnari av "The Double” — tað vil siga landskappingini við. Venjari hjá VB er Jó- annes Jakobsen og venjari hjá Skála er Álvur Hansen. jsini ilsølu Eisini hava vit hei av filmum, videobond- arium 0.Ø. Td. um bar A 2 FUJI TLF. 19820