hósdagur 20. august 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 156 — 20.august 1992
- -
tiAindahla Aid
Olaf Olsen, fyrrv. landsstýrismaður:
Rætt at byggja
tjodvøllin å
Svangaskarði
-Soleingi tað ikki er prógvað, at tað var skeivt
at byggja tjóðvgll á Svangaskarði, haldi eg ikki
nókur orsók er til at finnast at avgerðini at
leggja okkara fyrsta tjóðvóll júst har
Hetta sigur Olaf Olsen,
tingmaður og fyrrverandi
landsstýrismaður í eini
viðmerking tl úttalilsini
hjá Poul Michelsen, bý-
ráðsformanni í Havn um,
at tað varð eitt stórt mis-
tak, at táverandi eysturoy-
ar landsstýrismenninir
góvu toftamonnum al-
mennan stuðul at byggja
tj6dvøll.
Olaf Olsen heldur ikki,
at ein eigur at taka orðini
hjá partamanninum í Havn
so tungt. Hann heldur á-
skoðaratalið til dystin
móti Ísrael vera ov lítið
grundarlag til at byggja
nidurstøduna um at
kolldøma Svangaskarð á.
Tíðin fer at vísa
-Latið okkum heldur
síggja, hvat tíðin fer at
vísa, og sjálvur ivist eg
ikki í, at Svangaskarður er
eitt væl valt pláss til
tj6dvøll sigur Olaf Olsen,
sum ikki leggur stórvegis í
at gera viðmerkingar til
úttalilsini hjá Poul Mich-
elsen um lokalpolitik mót-
vegis landspolitikki.
-Hetta er ikki fyrstu
ferð, at eg er vorðin skýrd-
ur bara at hugsa lokal-
politikst, og tað lati eg
meg so avgjørt ikki gsa
upp av.
Olaf Olsen sigur víðari,
at hvat viðvíkur almenna
studulinum til projektið á
Toftum, so var hetta eitt
serligt tiltak, sum rætt var
at stuðla. Hann heldur
eisini, at tað, sum verður
gjørt á meginøkinum, sum
Eysturoyggin jú er, tað at
at meta sum gjørt fyri alt
landið.
Samferðslan bdetri
Olaf Olsen heldur eisini,
at samferðsluviðurskifuni
hava nógv at siga í hesum
málinum. Og her er hann
av teirri áskoðan, at vit í
rå
framtidini fara at siggja
eina gongd, sum bara fer
at knýtt alt meginøkid enn
nærri saman.
Við hesum sipar hann
til bergholið millum Kald-
baksbotn og Oyrarreingir.
-Tað er sjálvandi rætt,
at mest fólk í dag búgva í
Havnini og nærhendis
Men hetta kann skjótt
broytast, nú samferðslu-
vidurskiftini gerast alsamt
betri.
Olaf Olsen heldur fyri,
at tað er sera umráðandi at
fáa Dúgvuna at sigla í
pendulferð millum Sund
og Skálafjørðin. Hetta er
eitt gamalt ynski og nú tað
finast bæði ferjulega,
rampi og stórt parker-
ingspláss á Sundi, so
skuldi tað verið so sjálv-
sagt at laid Dúgvuna siglt
Síða 9
millum Sund og Skála-
fjørdin, kanska annan-
hvønn tíma tað mesta av
degnum
Sund sentralt
-Er tað rætt at brúka 200
mill. kr., soleiðis at
sandingar kunnu sigla til
Gomlurætt heldur enn um
Kirkjubønes, so veit eg
hví skal ikki skal vera rætt
at brúka eina ferjulegu á
Sundi, sum longu er gjørd.
Hann heldur, at júst
Sund verður at liggja sera
sentralt, tá tunnilin verður
tikin í brúk og øll buss-
ferðslan fer at koyra tann
vegin. Tá er lag á manni at
knýta rutuna millum Sund
og Skålafjørdin uppí
Við hesum verður tað
líka mikið, hvar ein býr, ti
tá er so gott sum sam-
anbundið millum Skála-
fjørdin, Sundalagið og
Havnina. Býurin er tá eins
nær Sundi sum Eystaru
vág. Og hetta heldur Olaf
Olsen fer eisini at gera, at
vøllurin á Svangaskarði
fer at liggja upp aftur
meira sentralt, enn hann
ger í dag.
Tosa seg til rættis
Uppá fyrispurning um
hann fer at krevja av
landsstýrinum, at tað ikki
gevst við Skålafjardarsig!-
ingini, soleiðis sum tosað
hevur verið um, sigur Olaf
Olsen, at tað ongantíð er
rætt at seta ultimativ krøv,
tá ein kann tosa seg ul
rættis um tingini, og tað
heldur hann fer at bera ul í
hesum máli
Og tá hann gongur so
hart inn fyri heldur at ókja
um rutuna hjá Dúg
við at brúka Sund enn at
niðurleggja hesa rutu, so
hevur tað sjálvandi mest
vuni
i >, r r vir
samband við spurningi
um fólka- og farmaflui-
ningin úr og ul Eystur-
oynna.
-Men spurningurin um
Svangaskarð er sjálvandi
eisini aktuellur í tí mál-
inum, tí verður Dúgvan
løgd, so er greitt, at hetta
kemur eisini at skerja
møguleikarnar hjá vøll-
inum á Svangaskarði sigur
Olaf Olsen at enda
jan