Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 166 — 3. september 1992 Síða 5 Upsabåtar Í bretskan J.A. Johannesen, tingmaður: Ongin nýilgga av heinleiðis studninginum --John Petersen ætlar at fáa ein nýggjan útróðrarflota, men hesin SR verður ikki fíggjaður av kilostudninginum, hesin er skorin so nógv niður á fíggjarlógini, at tað er neyvan meiriluti í samgong- uni fyri hesum, sigur hann John Petersen, landstýr- ismaður sigur í Dimma- lætting týsdagin, at kilo- studningurin til fiskivinn- una fór nógv betur, um hann fór til iløgur til ein nýggjan útróðrarflota. John Petersen er for- maður í eini nevnd sum er sett at endurskoða al- menna stuðulin til fiski- vinnuna. Hendan nevndin kemur við eini niðurstøðu í næsta mánað. --Jógvan Adolf skilir ikki hvussu John Petersen er vorðin formaður í hesi nevnd. Sær vitandi hevur nevndin ikki enn skipað seg, tað einasta sum er sgjør er, at ein skrivari er Jógvan A. Johannesen, løgtingsmadur valdur, og hann er Kaj Mortensen å fiskivinnu- stovuni í Tinganesi. Hinir limirnir í nevndini eru John Petersen, Olaf Olsen, Thomas Arabo og Hendrik Old. John Petersen heldur, at hepnari var at latið iløgu- stuðul til ein størri og meira nútímans útróðrar- flota, og her verður serliga hugsað um at snelluflotin skal mennast. —Vit mugu koma burtur frá kilostudningi, hann fór nógv betri ul nýggjar bátar, sigur John Petersen við Dimmalætting. --Kilostudningurin kann ikki sameinast við krøvini hjá eitt nú EF, men tá hesin studningur fer burt- ur, so má hann koma innaftur í vinnuna í øðrum líki, sigur Jógvan Adolf Johannesen, tingmaður. Ikki skerjast meira --Fiskivinnan er tann sum ber tyngstu bryðarnar av kreppuni vit eru í. Studningurin til fiskivinn- una er so nógv niður- skorin, at tað kann ikki koma uppá tal, at nýta eitt oyra av hesum til ný- iløgustunding, sigur Jógv- an Adolf Johannesen, løgtingsmaður. --Taka vit fiskivinnu- greinina sum heild á fíggjarlógini so var játtað Framhald á síðu 14 --hetta átti at verið ein móguleiki, sum landstýrið átti at kannað, siga snellu- menn Føroyingar eiga onga upsakvotu í EF-sjógvi, men vit eiga eina blálongukvotu, sum ikki verður útnyttað og tí átti at verið møguleiki at býtt hesa um við eina upsakvotu. Tá føroysku snellubátarnir Munkagrunninum eru teir tætt við bretska sjómarkið. Teir eru bert 30 fjórðingar frå markinum. Tað ljóðar frá, at skotskir trolarar fáa nógvan upsa hinumegin markið og ti er ikki lagið, at bátarnir brellast at leppa yvirum Hví er ongin upsakvota við í EF-sáttmálanum? --Hetta kemst av, at føroyingar eiga onki søguliga veiðu eftir upsa í EF-sjógvi. Myndugleikarnir i EF ganga ógvuliga neyvt eftir, at ein hevur havt søguliga veiða, tá vit tosa um kvotur. Kvotan vit eiga hjá teimum er ein leingjan av fiskiskapi, sum vit fyrr hava havt í EF-sjógvi, sigur Kjartan Hoydal, fiskivinnustjóri. royna á Men sum eg skilji, so eru nógvir trolarar og royna í kantinum í hetlandsrennuni og trol og snella hoyrir ikki saman. Tað eru fleiri snellumenn sum hava vent sær til fiskivinnustovuna við fyrispurningi um tað ber til at sleppa at royna í brestkum sjógvi, men eg Ivist, Sigur Kjartan Hoyda, fiskivinnustjóri Vit eiga upsakvotu i norska partinum av Norðsjónum, men hesi hava snellubátarnir ikki nýtt Brandur úr Fuglafirði gjørdi eina roynd í summar, men hann fekk bert nøkur kilo, sigur Kjartan Hoydal. jústinus J