Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 1992síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Í hesum arbeiðsloysistíðum eru einhverji tíðindi um nakað arbeiði, ætlanin er at seta í gongd, góð tíðindi Við øðrum orðum eru tað góð úðindi, at Hitafelagið hevur í hyggju at byggja fjarhitaskipanina út, so hon verður løgd oman í Havn- ma Ætlanin er at leggja fjar- hitaleiðingina út ul Lands- sjúkrahúsið og síðani eisini fáa lagt fjarhita úti í Horna- bø, á Frælsinum og har á leið, umframt allan tann vegin, leiðingin ferðast. Ein tanki er at leggja leiðingina soleiðis, at hon kemur fram Í sambandi við HM- undankappingardystin í Cardiff í Wales miku- kveldið 9. september kl. 19.30, fer landsliðið úr Føroyum við flogfar- inum hjå Atlantic Air- ways sunnudagin kl. 17.45. Umframt landsliðið, FSF-umboð og tíðinda- fólk verða eisini nakrir áskoðarar úr Føroyum við. Tú kanst gerast ein teirra, um tú skundar tær eitt sindur. við økjum, har møguleikar við fjarhitanum skuldu ver- ið góðir, eitt nú fram við SMS. 50 milliónir dýrari >Hendan útbyggingin fer at gera samlaðu fjarhitaætl- aninaeinar 50 milliónir dýr- ari, men vit eru komnir til ta niðurstøðu, at hendan út- bygging er neyðug, fyri at vit kunnu fáa inntøkur,« sigur Jóannes Hansen, stjóri í Pf. Hitafelagnum. „Einasta inntøka vit hava, er frá søln av fjarhita, og fyri at fáa nóg mikið av inntøkum, má eisini vera HM-ferðin til Wales: Í dag kl. 17 er seinasti møguleik- in at bíleggja ferðaseðilin til HM-dystin millum Wales og Føroyar í Cardiff mikukvoldið Í dag kl. 17 er nevni- liga síðsta freist at tekna seg og bíleggja flog- ferdasedil ul ferðina. Vid i kostnadinum upp å 3.500 krónur er ferð, uppihald, nakað av buss- koyring og atgongu- merki til sjálvan lands- dystin. Bíleggingin fer fram hjá FSF á tlf. 16707 til í dag kl. 17. So nú er at skunda sær, um ein hev- ur hug at vera við. hj. Nr. 166 — 3. september 1992 ÚTBYGGINGIN HJÁ HITAFELAGNUM: Varðveltir 57 arbeidsplass Tann utbyggingin, Hitafelagið ætlar at gera oman í býin og út á Landssjúkrahúsið, kemur at fóra við sær, at eini 57 arbeiðspláss kunnu varðveitast í fýra ár, meðan arbeiðið er í gongd gjørligt at selja nóg mikið av fjarhita, og fyri at røkka ti sjålvsagda málinum, mugu vit fara oman i byin við fjarhitaskipanini, tí tað er har, vit lættast kunnu finna brúkarar.< Hann greiðir frá, at ætlan- in upprunaliga var, at fjar- hitaskipanin skuldi umfata Hoyvíkshagan, ið fyri nøkr- um árum síðani varð hildin at verða útbygður eftir ein- um 15 ella 20 árum, men av tí at alt virksemi — eisini bygging av húsum í Hoy- víkshaganum er minkað so nógv síðstu árini, at ikki kann roknast við fullari út- bygging har fyrrenn eftir kanska 30 árum. Fyritreytirnar broyttar »Fleiri hava sett spurnar- tekin við hesa útbygging- ina, vit nú hava fyri framm- an, tí hon skal verða ov dýr,< sigur Jóannes Hansen. »Men av ti at fyritreytirn- ar fyri upprunaligu fjarhita- ætlanini eru so nógv broytt- ar, mugu vit royna nakað annað enn Hoyvíkshagan. Vit hava gjørt ta viðtøku í felagnum, at vit ikki skulu fara undir nakað, ið ikki gevur yvirskot, og tå iløgan í upprunaligu ætlanina upp á 59 milliónir krevur stórri brúk av fjarhita, mugu vit satsa upp á útbygging.< Stjórin í Hitafelagnum heldur ikki, at tað er rætt at bíða, til gongd er komin á bygging í Hoyvíkshag- anum, men at fáa gjørt út- byggingina nú. Arbeiðspláss varðveitt Verður hetta útbygging- ararbeiði sett í gongd, fer tað millum annað at føra við sær, at eini 57 arbeiðspláss verða varðveitt yvir fýra ár. „Hetta eru arbeiðspláss, ið kanska annars høvdu ver- ið mist, men sum kunnu varðveitast — í hvussu er so leingi sum útbyggingin var- ar,< sigur Jóannes Hansen. „Hesi 57 arbeiðsplássini verða fyrst og fremst at finna innan byggifeløg, HVS-fyritøkur og líknandi. Og umframt, so eru líkindi til, at eini 12-15 arbeiðs- pláss burturav verða fram- yvir í takt við ta útbygging, ið ætlandi skal fara fram.< Hitafelagsstjórin nevnir, at trý eru, ið tala fyri, at far- astskal undir útbyggingina: Fyri tað fyrsta, at arbeiðs- pláss verða bjargað, fyri tað næsta, at felggini verða bjargað og fyri tað triðja, at innflutningur av olju í kann verða spardur í longdini. „Men so er eisini ein lítil A Svend Aage Ellefsen setti fjarhitaskipanina í gongd í 1991, men síð- ani eru fyritreytirnar broyttar. Mynd: Hilmar Jan vansi við hesum triðja, og hann er, at landskassin við árunum fær minni inntøkur frá oljuinnflutninginum, ið ikki fer at geva so nógvan toll av sær, tá hann minkar,< sigur Jóannes Hansen. >Ánnar vansi er, at vit nú Skulu lána pengar uttan- lands til útbyggingina.< hj. Fjórði flokkur hevur loppumarknað Leygardagin 5. september skipar 4. læraraflokkur á Føroya Læraraskúla fyri einum tiltaki, ið skal útvega nakað av peningi til náms- ferð ul Italia. Skipað verður hendan dagin fyri ymsum tiltøkum, so sum loppumarknadi, bil- vaski, teknifilmi og ødrum. Næmingarnir hava eisini frammanundan skipað fyri ødrum tiltøkum við sama endamáli. Hesaferð verður tó lagt soleiðis til brots, at loppumarknaðurin verður í auluni á læraraskúlanum, meðan bilvaski verður uttanfyri á parkeringsøk- inum. Teknifilmurin er sjálv- andi mest ætlaður teimum smærru, men eisini verða eitt nú kaffi og køkur til tey vaksnu. Fjórði læraraskúlaflokkur takkar øllum, ið hava veitt og fara at veita tiltakinum Stuðul á einhvønn hátt. Byrjað verður kl. 10 leyg- armorgunin og hildið fram til kl. 15. hj.