Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 166 — 3. september 1992 Møguliga danskur | mótahandil til Feroya tíðindablaðið - eingin fóroyskur áhugi fyri leigumáli í Havn Tað er eingin loyna, at tað gongst striltið hjá nógv- um handilsfyritøkum at fåa endarnar at røkka sam- an. Torført er eisini, tå talan er um handilsmið- stødir, sum krevja stórar iløgur. Handilskjarnin í miðbý- num hevur eins og nógvar aðrar fyritðkur, havt av afturgongdini í samfelag- num. Bert tvey ár eru liðin, síðani Handilskjarnin lat upp í nýggjum húsum, og hetta saman við at tíðirnar eru vorðnar so vánaligar, hevur ikki býtt um stødu- na. Hans Joensen, stjóri í Handilskjarnanum, sigur við Sosialin, at tað bert er eitt at gera, bróta upp um armar og arbeiða meir. Stórur partur av handils- hølunum standa tóm. Hvussu ber tað til? - Vit hava sekt eftir leigarum í hálvt ár, men eingin føroyingur torir ella vil gera iløgur i handlar. Samráðast vid danir Vit hava tí umhugsa at gera eitthvørt, til tess at fáa fólk uttanlanda at gera iløgur og stovna handil her hjá okkum. Hóast vit eru um at verða lidnir við samráðingarnar, so er tó einki at frætta júst nú. Hans Joensen sigur, at talan er um danska fyri- tóku, sum skal selja mótaklæðir til ungar gentur. Slíkur handil er ikki í miðbýnum. Hans Joensen heldur, at tað kundi verið ein góð loysn. Í løtuni stendur 3. hædd í Handilskjarnanum nær- um tóm. Bert konufólka- deildin hevur til húsa har, og hon verður nidurløgd 1. januar 1993, tå danska fyritøkan vónandi flytir inn og skal nyta alla hæddina til mótadeild fyri ungar gentur. Verða klæðnaprísirnir hægri, tá meirvirðis- skipanin verður sett í gildi? - Ikki so vítt, sum vit hava roknað okkum fram til. Gongst sum ætlað og meirvirðisgjaldið verður 25%, so verður bert eitt prosent minni á muni í prísinum, sum er galdandi í dag. Tað er tó ikki heilt greitt enn, sigur Hans Joensen, tí vit vita íkki hvat politikarnir hava í hyggju at gera. Væleydnað umhvørvi Hans Joensen: - Saman- umtikid riggar Handils- kjarnin væl. Tað gongst væl í hinum partinum av húsunum, eitt nú á 1. hædd, har ítróttarhandil, kiosk og fotobúð er. Á 2. hædd er mannfólkadeild, og á ovastu hædd er Tór- gerð Suðuroy. Har er eis- ini kaffestova. Bert 3. hædd stendur heldur tóm, men vit vóna at fáa leigumálið avgreitt at byrja 1. januar 1993, sigur Hans Joensen. Dagny Mynd: Kalmar Hans Joensen, stjóri í Handilskjarnanum: - Eg havi vónir um at fáa danska fyritøkau at lata mótahandil upp á 3. hædd, væntandi um ársskiftið Skulanevndin í Fuglafirði: Farin Í tviningar - ein meirluti í skúlaneyndini í Fuglafirði hevur sett sær fyri at loysa vikartrætuna á skúlanum Tað er ofta lættari at góð- taka treytir enn at semjast um at yvirhalda tær. Tað noyðast partarnar í vikartrætuni í Fuglafirði at ásanna. Fundur var í skúlanevn- dini í Fuglafirði mánadag- in 31. august, har bert eitt mál skuldi viðgerðast, nevniliga broytta tíma- talvan og vikarsetanin á skúlanum. Annfinnur Hansen, for- maðurin í skålanevndini greiddi frá málinum um vikarsetanina. M.a. at skúlanevndin hevði av- greitt málið um vikarseta- nina 20. juni, har samtykt varð, at vikarurin ikki skuldi loysast úr starvi, sum Landsskúlafyrisiting- in hevdi kravt. Hetta varð ført inn i gerðabók. Annfinn Hansen, sigur vid Sosialin, at henda av- gerd, sum er førd inn i gerðarbókina, ikki kann broytast, og at Landsskúl- afyrisitingin hevur góð- kent hesa avgerð 13. au- gust í ár. Vikarurin aktar ikki skúlastjóran Málið er ógvuliga fløk- jasligt. Seinast er hent, at skúlastjórin í Fuglafirði týsdagin boðaði vikari og formanninum í skúlanevn- dini frå, at vikarurin ikki skal arbeida eftir timatalv- uni, sum varð galdandi fyri 1. september. Vikarurin kom kortini til arbeidis sum vanligt. Hann fekk aftur boð um broyttu tímatalvuna, men mikudagin kom hann aftur í skúla, og hevði for- mannin í skúlanevndini við sær. Anfinn Hansen: - Vit hava onga ábyrgd av broyttu tímatalvuni. Uppgávan hjá skúlanevndini er at seta og loysa lærarar úr starvi. Av tí at vit íkki hava loyst vikarin úr starvi, kunnu vit ikki góðtaka broyttu tíma- talvuna. Málið verður loyst Seinasta Sosialurin frætti í skúlamálinum í Fugla- firði er, at ein meirluti í skålanevndini: Paulina Abrahamsen, næstformad- ur, Unna Petersen og Dån- jal Vang, hava sett sær fyri at loysa málið, við- víkjandi vikarsetanini. Hesin meirluti hevur við- gjørt og tikid avgerð í málinum. Hvør avgerðin er, vil meirlutin í skålanevndini ikki siga, ti sergreinalær- arar og myndugleikar ikki hava fingið boð enn. Dánjal Vang sigur, at tey rokna við at málið verður loyst um fáar dagar. Hinir limirnir í skúla- nevndini eru: Annfinn Hansen og Páll á Lakjuni. Fyribils arbeiðir vikar- urin í Fuglafirði eftir gomlu tímatalvuni, sum er 20 tímar, har hann undirvísir í tilevning, træ- smíð, jarnsmíð og motor- læru. Eftir nýggju tíma- talvuni skal vikarurin bert undirvísa í fýra tímar um vikuna, og bert í jarnsmíð og motorlæru. Dags