Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 1992síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Ynskidreymur ella veruleiki? tíðindablaðið Tvey skip -Norróna hevur roynst væl og er vælegnað til siglingina hjá Smyril Line. Men skulu vit hugsa um framtíðina, so verður helst neyðugt - fyrr ella seinni - við stórri og tíðarhóskandi skip. Mín dreymur hevur altíð verið at hava tvey skip í sigling sigur Jógvan í Dåvastovu, skipari á Norrønu í samrødu við Sosialinum, nú Norróna hevur endað 10. árið á rutuni millum Føroyar og útlandið. Skiparin å Norrønu eitur Jégvan i Dåvaastovu. Hann er 41 åra gamal og hevur siglt vid skipinum øll hesi 10 årini. Framm- anundan sigldi hann vid ØK og Strandferdsluni. Jógvan var eisini millum teirra, ið stovnaðu Smyril Line á sinni. -Hetta hava verið 10 góð ár, og eg ivist onga løtu i, at tað var eitt røtt avgerð, tá menn stovnaðu felagið og keyptu Norrønu sigur Jógvan í Dávastovu, sum eisini hevur verið sera væl nøgdur við skipið. Hann heldur Norrønu vera skræddaraseymað til hesa sigling men viðgongur tó, at eftir 10 ár á hesi rutuni átti møguliga at verið hugsað um at fingið eitt nýggjari og stórri skip. Tvey nýggj skip! Uppá fyrispurning um tørvur ikki er á einum nýggjum skipi hann, at teir hava havt sera góðar royndir av Norrønu, sum hevur verið sum skrædd- araseymað ul hesa sigling, men hann viðgongur, at skipið er helst í minna lagi og lúkar kanska heldur ikki krøvini til komfort, ið mong ferðafólk seta. -Vit vita, hvat vit hava, men ikki hvat vit fáa, og ein eigur tí at vera sera varin. Men tað vil so vera prísurin, ið avger, um nýtt skip skal keypast ul siglingina. Jógvan í Dávastovu vísir á, at ein má ansa væl eftir at ikki aðnr koma inn og taka marknaðin frá ein- um. Hetta setur tí stór krøv til tann, sum rekur rutuna, og hesi krøv mugu vit so avgjørt lúka og sjálvandi eisini krøvini til eitt tíðarhóskandi skip Skiparin á Norrønu dyl- ur ikki fyri, at tað altíð hevur verið hansara dreymur at hava tvey skip í siglingini, soleiðis at eitt siglur millum Danmark, Føroyar og Ísland og hitt millum Noreg, Ongland yz Føroyar. Ferðamannavinnan Jógvan í Dávastovu heldur fyri, at ferðamannavinnan er komin fyri at verða. Hóast føroyingar ikki hava tær nógvu royndirnar í hesi nýggju vinnuni, so heldur hann, at teir eru sera væl egnaðir at taka sær av ferðafólki. -Hóast tað ikki altíð kenst líka professionelt, so haldi eg, at føroyingar eru bæði smílandi og fyri- komandi, og ferðafólkini kenna tað so, at manningin her umborð tekur sær av teimum. Hann leggur annars aftrat, at teir hesi 10 árini við Norrønu ongantíð hava havt stórvegis trupul- leikar av ferðafólkinum. Jógvan í Dávastovu heldur, at vit hava møgu- leikar at menna ferða- mannavinnuna meira, men vit eiga eisini at vita, hvar markið er. Við hesum sipar hann til, at av ti at landið ikki er so stórt, so eru bæði náttúra og ment- an viðbrekin, og ti eiga vit at vera eitt sindur varin ikki at leggja upp til nakra hópferðamannavinnu í Føroyum. I Islandi eru teir eisini greiðir yvir hetta og har tosa teir um at seta kvotu á, hvussu nógv fremm- andafólk landið tolir at taka ímót. -Men summarið her hjá okkum er stutt, so tað av- markar seg sjálvt leggur Jógvan í Dávastovu aftat. Leigumál Hvat Norrønu viðvíkur, so er her ikki bert talan um at fáa útlendingar at ferðast hendavegin. Tað snýr seg so sanniliga eisini um at fáa føroyingar at sigla við skipinum. Jógvan í Dávastovu sig- ur, at tað hevur ómetaliga nógv at siga at fáa skipið leigað út allan veturin, tí tá kunnu teir hava meginpartin av manning- ini í arbeiði. Hetta hevur gingið væl næstan øll undanfarnu árini, men teir hava so enr CINK | Í leigumál fingið til komandi vetur. Vanliga eru 94 fólk við Norrønu, tá teir leiga skip- ið út til Nato eru eini 70 við, og tá skipið hevur verið leigað út sum flóttar- fólkaskip eru bert 30 við. Men ber skiparin á Norrønu ótta fyri at teir í framtíðini skulu fáa kapp- ing frá øðrum skipafelag hesi rutuni! Til tað sigur hann, at ein eigur ongantíð at taka nakað fyri givið. Tað krevur nógvan pening og ikki minst kunnleika at fara inn í eina slíka rutu, so tann vandin er helst ikki so stórur, tá hugsað Nr. 166 — 3. september 1992 Fr - Jógvan í Dåvastovu, skipari á Nørrønu hevur góðar vónir um framtíðina. Mynd jan verður um, hvussu gekst íslendingum, sum byrjaðu á rutuni á sinni men máttu gevast við einum sera stórum halli. Trygdin í hásæti -Vit eiga so alla tíðina at betra um tænastuna og skapa ferðafólkinum tær best hugsandi umstød- urnar. Hvat framtidini annars viðvíkur so er tað vón mín, at vit sleppa undan óhappum av nøkrum slag, og at vit kunnu halda fram at útbyggja rutuna við einum størri skipi ella kanska tveimum. Jógvan í Dávastovu vil fegin undirstrika, at Ólavur Hovsgarð, yvirstýrimaður: Gott við einum nýggjum skipi -men ivist í, um tíðirnar loyva eini slíkari ílógu Nógvir av teimum, sum í dag eru yvirmenn umborð á Norrønu, hava verið við 5 I túr Kavur FOVSga yvirstyrim ;/5 1 > x > við Norrønu oll árini. Mynd jan skipinum frá byrjan av, og teir stødast væl umborð. Ein teirra er Olavur Hovs- i€ vi VErI garð, sum er yvir stýri- maður. Hann var við til at yvirtaka skipið í 1983 og mannngin og reiðaríðið leggur sera stóran dent á trygdina umborð. -Vit sova trygt hvgrja nátt umborð, so stórt arbeiði verður lagt í at fyribyrgja einum óhappi. hevur verið við síðani. Ólavur var eisini við Smyrli í tvey ár í utt- anlandasigling. Hann heldur fyri, at tað var røtt avgerð at keypa Norrønu á sinni. Hóast hann heldur tað er tørvur á einum nýggjum skipi, so ivast hann í, um tað er rætt at gera eina slíka íløgu júst nú, tá hugsað verður um ringu tíðirnar. Men við einum størri skipi høvdu verið fleiri møguleikar, eitt nú at kunna flutt fleiri fólk til Íslands. Og tá slapst eisini undan at seta bilar og motorsúkur uppá sóldekkið. Esbjerg Olavur Hovsgarð heldur tað vera rætt at sigla uppá Esbjerg ístaðin fyri Hanst- holm, serliga orsakað av, at tað er beinleiðis tok- samband til skipið. Um royndirnar við Nor- rønu hesi 10 árini sigur hann: -Av eini ferju at vera so hevur hon roynst ótrúliga væl, og eg havi varhugan av, at ferðafólk eru væl foreint við Norrønu.