Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 1992síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 166 — 3. september 1992 tíðindablaðið John Hansen, kabinupursari: lvist ikki í vit kunnu faa nógv fleiri ferðafólk henda vegin -og hví ikki royna at selja Føroyar og Ísland i arabisku londunum! Eitt kent andlit umborð á Norrønu øll hesi 10 árini og umborð á ødrum ferð- mannaskipunum, sum hava siglt uppá Føroyar er John B. Hansen. Hann er dani men hevur búð í Føroyum seinastu 20 árini. John Hansen er kabinupursari tvs. at hann tekur sær av reingerðini, av kømurunum og annars av ferðafólkunum, sum koma og fara. Honum dámar stak væl at arbeiða í hesi vinnuni. Hann byrjaði longu at sigla millum Føroyar og Danmark við tí gamla Tjaldrinum, var tvey summar við Kronsprins Fredrik og var eisini við Smyrli í uttanlandasigling í fimm ár. So han hevur drúgvar royndir umborð ferðamannaskipum, fyrst sum maskinmaður og seinni sum kabinupursari. John Hansen dámar stak væl umborð á Norrønu. Hann ivast onga løtu í, at Smyril Line er komið fyri at vera og vónar, at tað ber til at liva upp til framtíðar krøvini, sum sett verða í slíkari vinnu. Pengapungurin Hann heldur tað hevði verið gott við einum nýggjari og stórri skipi. Tað er tó ringt at finna eitt skip, sum er skræddara- seymað til hesa siglingina. Spurningurin er eisini, um ein við hesum ringu tíðun- um hevur ráð at keypa eitt nýtt skip nú.Sjálvur ivast hann stórliga í tí, hóast hann kundi ynskt sær eitt nýtt og stórri skip. John Hansen vísir á, at nógv av útlendsku ferða- fólkunum leggja ikki so nógv eftir seg umborð, tí tey hava mat við og keypa lítið. Hann sigur annars, at tað er sera ymiskt, hvgrji krøv útlendingar seta um- borð. Meðan eitt nú frak- lendingar góðtaka tað sum er, so seta týskarar seta strong krøv, sum teir so eisini vilja gjalda fyri. Teir keypa oftani tey bestu kømurini, og so skal alt eisini vera í lagi. Svíar og finnar John Hansen heldur, at vit áttu at gjørt meira fyri at finið sviar og finnar at ferðast henda vegin. Teir vita sum er lítið um Føroyar. Vit eiga so eisini at royna at fáa størri tal av norðmenn at ferðast við Norrgnu, tí teir eru góðir kundar. Hann heldur eis- ini, at vit eiga at royna at fáa fólk í arabisku lond- unum at ferðast til hesar leiðir. Her er ein h eilt Ótroyttur møguleiki, sum vit áttu at gjørt nakað við heldur hann. -Har er ein vaksandi meðalstætt, sum hevur nógv av pengum, og eg ivist ikki í, at vit kundu fingið teir at vísa áhuga fyri okkara fiski, um vit bjóðaðu eitt nú Føroyar og Ísland út sum ferða- mannalond. John Hansen heldur, at ikki minst reina umhvørvi, náttúran og litirnir hugtaka tey mongu fremmandafólkini. Og verður eitt miðvíst arbeiði gjørt fyri at fáa fleiri henda vegin, so hevði tað helst borið åvøkstur. Orð og myndir Jan Miller John B. Hansen við Norrønu øll árini Sida 9 Nørrøna stóran tydning John Hansen sigur vidari, at keypid av Norrønu å sinni hevur ikki bert havt stóran tynding fyri Føroy- ar sum ferdamannaland. Tað hevur eisini havt týnding fyri teir mongu føroyingamar, sum fara til Danmarkar at fáa sær eina útbúgving. Mong teirra brúka Norrønu sum nátúr- liga flutningin millum Føroyar og Danmark. John Hansen heldur eisini, at føroyingar, sum fyri 10 årum sidani, ikki høvdu so nógvar royndir at arbeiða í ferðamanna- vinnuni, nú hava ment seg og eru førir fyri at taka sær av stórum tali av ferðafólki. Bara tað at skula fáa 500 fólk í land og 700 umborð aftur á Norrønu, meðan hon liggur við bryggju í Havn í tveir tímar, krevur ikki so lítið. Men hetta duga vit nú. Esbjerg einasta rætta Hann sigur, at tað er fyrimyndarligt samstarv millum allar deildir um- borð á Norrønu. Hetta at nógv av ferðafólkunum, ikki minst útlendingar, koma aftur hvert ár sigur ikki so lítið. Uppá fyrispurning um hvat hann heldur um rutuna hjá Norrønu sigur John Hansen, at tað ein- asta rætta er at sigla uppá Esbjerg heldur enn Hanstholm. Hetta bæði ti at stormur oftani er i Hanstholm og tí tokini koyra til Esbjerg. Yvirmenn og leiðarar á teim ymsu deildunum hittast eina ferð um dagin hjá skiparanum at práta um viður- skiftini umborð 10 ár við Norrønu Norrøna er nú givin vid siglingini 10. summarið ár rað. Sosialurin hevur verið umborð og tosað við nakrar av manningini um hesi 10 árini og framtíðina. Petur Højgaard er maskinstjóri á Norronu. Hann hevur verið við frá byrjan og heldur, at teir hava verið sera hepnir við skipinum. Har hava verið få óhapp., og øll hava teir sjálvur kunnað umvælt. Hóast Norrøna er 20 ára gamalt skip, so heldur hann, at hon kann sigla í nógv ár aftrat. tað at kannast heldur hann. Mynd Jan Verður tørvur á nýggjum skipi, so eigur