hósdagur 10. september 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 171 — 10. september 1992
Saint John í New
Foundlandi og triggjar
dagar seinni, fingu vit
motorskada. Vit fingu
umvælt brekid, men
ólukkutíð, tå var so lítil
luft eftir í starttanganum,
at vit fingu ikki
maskinuna runt. Skjótt var
streymurin í battaríunum
uppbrúktur, og nú lógu vit
uttan samband við
umheimin av ngkrum
slag, sigur Jack
Lammiman.
Settu segl
Helga Maria er eitt
gamalt skip, frá 1929,
bygt í Esbjerg og er bygt
bæði til segl og motor.
Hon hevur fullan rigning,
hon hevur klivara, fokku,
stórsegl og mesan og
seglini vórðu sett og kósin
var sett í ein landnyrðing.
--Tað, var løgi0, í tíggju
samfullar dagar útí eitt
høvdu vit landnyrding,
hóast tað als ikki er
vanligt við landnyrðingi
hesa ársins tíðina, og tað
var nógvur vindur, so vit
fingu ikki siglt rættuliga..
Vit fingu tað seinasta av
ódnini "Andrew" á okk--
um, men tá var hon
viknað so nógv, at ikki
bilti. Tað var illsligt veður
meginpartin av tíðini, men
vit vóru heppin, bert ein
lítlan skvamp fingu vit og
hann gjørdi lítlan skaða,
sigur Jack Lammiman.
Sóu skip
Okkurt skipð sóu tey,
men skipini vóru langt
burtur og tey fingur ikki
givið boð frá sær.
Leygarkvøldid sóy vit
eitt fiskiskip. Myrkt var
og vit høvdu heldur einki
ljós. Skipið sigldi kring
okkum, men fór so avstað
aftur, sigur ein av kvinn-
unum, sum var við.
--So sóu vit ein vita
blunka og nú hildu vit, at
hetta mátti vera Hebrid-
urnar, men blunkini pass-
aðu ikki við nakran vita á
Hebridunum og so funnu
vit fram til, at hetta var
vitin á Mikineshólmi.Vitin
á Mikineshólmi hevur
hvítt try-glimt 20. hvert
sekund og hann sæst 26
fjórðingar, sigur sama
kvinnan
--Og tað var frødi á okk-
um, tá vit fingu staðfest
hvar vit vóru, sigur hon.
Tey sigldu so norður um
Oyggjarnar og tá tey vóru
stødd einar seks fjórðingar
úr Rivtanganum, festu tey
í næstseinasta neyð-
blussið. Tá høvdu tey bert
tveir svávulpinnar eftir.
--Vit vóru á veg á
Fuglafjórð, okkurt var
galið við spælinum og sóu
neyðblussið, vit vóru
skjótt hjá Helgu Mariu og
tey dansaðu av gleði á
dekkinum, tá tey høvdu
fingið fast, sigur Einar
Hammer, skipari á R.C.
Effersge.
Umborð til kaffi
Tá Sosialurin vitjaðu í
gjáramorgunin var mann-
ingin á veg í land. Tey
vóru boðin umborð á R.C.
Effersøe til morgunmat.
Og tað var ein sonn gleði,
serliga fyri kvinnurnar,
aftur at fáa heitt kaffi.
Kokkurin lovaði teimum
døgurda, hannn hevði
seyðarhgvd í pottinum og
stríddist í galluni so
sveittin lak. Hóast
seyðarhgvd ikki er
gerandiskostur hjá hesum
fremmandafólkum, so
gleddu tey seg til at fáa
feskt undir tonna.
Fuglfirðingar komu
oman at forvitnast sum
vera man, og skjótt kom
ein maður umborð við eini
iltfløsku. Ikki gekk long
tíð til tann gamli Hunde-
sted motorurin sendi sínar
bláligu roykringar uppí
himmalin.
--Heimsins besti motor-
ur, tá hann gongur, segði
skiparin stoltur.
Og fuglfirðingar prátaðu
aftur og fram á keiini um
hvussu tað bar til, at tey
kundu hava rikist í so
langa tíð, uttan at teir
høvdu fingið motorin
ígongd.
Eitt sama slag skip, sum
Helga Maria, við júst
sama slag av motori og
somu stødd hevði hoyrt
heima í Fuglafirði. Og teir
undraðust á, hví bretarnir
ikki høvdu bora eitt hol í
dekkið, vundið eina lissu
um svinghjólið, sett start-
patrónir í, og so sett allir á
lissuna. Teir garanteraðu
fyri, at hevði motorurin
farið í gongd. Hetta var
vanligt fyrr. Og soleiðis
gekk prátið aftur og fram.
Og fleiri komu við væl-
meintum ráðum.
Siglir í dag
Tá Helga Maria er klár í
Fuglafirði er ætlanin at
sigla til Havnar. Har fer
skiparin møguliga at hitta
vinfólk, hann kennir væl
Trónd í Kirkjubø og Knút
Nolsge, frá teirra ferðum.
—Eg má leggja afturat, at
øll trygdarútgerð sum
bretska skipasýnið krevur
var umborð. Og vit høvdu
ein neyðtrumf eftir, og tað
er neyðsendarin í bjarg-
ingarbátinum.
Leiðin hjá Helgu Mariu
gongur síðan til Hetlands
og Hebridurnar, áðrenn
stevnt verður heim til
Whitby á eysturstrond
Skotlands.
Jack Lammiman hevur
verið nógv ár á sjónum.
Hann hevur siglt í mar-
inuni og eisini sum skipari
í handilsflotanum, hann
hevur verið 38 ár á
sjónum.
Jack keypti Helgu Mariu
fyri 10.árum síðan og hon
verður nýtt til leiguferðir.
=
Broytt veðurlag
Tað eru ikki bert føroy-
ingar sum tosa um at
veðurlagið er broytt.
--Allatsaðni kring heim,
hvar eg komið er sogan
tann sama, fólk tosa um
hvussu nógv veðrið er
broytt til tað verra
seinastu 10 árini, sigur
Jack Lammiman at enda.
jústinus
Økkurt smávegis er altíð at takast við
umborð á skipi. Skiparin segði at
kvinnurnar vóru tær raskastu umborð, tá
Síða 7
Kokkurin á
R. C. Effsøe
hevur kókað
seydarhøvd,
sum tey fingu
borðreitt í
gjár
Ein heitur kaffimuður ger
gott, aftaná at fødin í vikur
hevði verið bloytt ris og
spagetti og vatn
Eftir: Jústinus Eidesgaard
Myndir: Kalmar Lindenskoy
ástóð.
Helga Maria er eitt stolt
skip. Hon ber seg væl