Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. september 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 175— 16. september 1992 tíðindablaðið s0sialurin Sida 3 Hendir Dara Tå teir sløkkja annan para- bolin hjá Tórshavnar by- ráð, kemur ein týsk stóð av og á inn á Eurosport-rás- Einki lag var á nevndini í Starvsmannafelagnum - teimum, sum eftir eru í nevndini. Eftir tveimum døgum var felagið blivið bæði formannin og næst- formannin fátækari. Ein tí- lík innanfelags kreppa kem- ur alt annað enn væl við, nú so hart leikar á allastaðni. Mánadagin kom tiltaks- limurin Ingrid Jensen inn í nevndina fyri Øssur Winth- ereig, sum segði seg frá sunnudagin. Ingrid Jensen, Bjarta Eskildsen, Jákup Danielsen og Bogi Godt- fred hildu mánadagin fund við Hartvig Hansen. Hesir fýra nevndarlimirnir góvu ikki Hartvig Hansen nakra misálitisváttan, men Hart- vig Hansen segði kortini, at hann ætlaði frá. Hann vildi tó hugsa seg um til gjára- morgunin. Og gjáramorgunin kom Hartvig Hansen á skriv- stovuna og tveitti lyklarnar. Seinnapartin í gjár skuldi hin tiltakslimurin, Erland Jacobsen, sum býr sunn- anfjørd koma til Havnar og inn sum nevndarlimur. Men fyri tað, um nevndin er fullmannað, er eingin formaður. Formaðurin verður beinleiðis valdur, og sambært lógini skal hann veljast í januar mánaði. Felagið kann ikki bíðar til januar mánaði at fáa nýggjan formann, neyðugt verður at víkja frá regluni. Uppstilling og húsa- bygging Suðurstreymoyar Javnað- arfelag hevur annan upp- stillingarfund til býráðs- valið í kveld. Fundurin verður klokkan 19.30 í hólum felagsins á Argja- vegi 26. Umframt at stilla upp, fer fundurin eisini at snúgva seg um Húsaláns- grunnin og íbúðarpolitikk yvirhøvur. Í hesum sambandi verða Jóhann Mortensen, nevnd- arlimur í Húsalánsgrunn- inum og Jóannes Eides- gaard, landsstýrismaður, við á fundinum. Fyri at fáa nýggjan formann er neyðugt við eykaaðal- fundi. Hann kann kallast inn til við 14 daga ávaring. Øssur Winthereig var næst- formaður. Nevndin velur næstformannin sjálv. Sosialurin royndi í gjár at fáa eina viðmerking frá Hartvig Hansen, hví hann valdi at fara, men hann var ongastaðni at hitta. Nevnd- in sat á fundi allan dagin, og haðani fingust tí heldur ongar viðmerkingar. randi Stjórnarloysi Gjáramorgunin tveitti Hartvig Hansen lyklarnar og fór frá sum formaður í Starvsmannafelagnum. Tað tekur sína tíð at fáa nýggjan formann Nevndin, sum nú er í Starvsmannafelagnum, er i ringari stóðu. Eingin formaður og eingin næstformaur. meginpartin av degnum í gjár sótu tey á fundi, Jákup Danielsen, Bjarta Eskildsen, Ingrid Jensen og Bogi Godifred. Út á seinnapartin skuldi hin tiltakslimurin, Erland Jacobsen, eisini koma inn í neyndina Tórs Cafeteria TILBOÐ Kotelettir Svínabúffar v/ eplum, grenmeti = v/epium, grønmeti sås v.m. sås v.m. 40,- 50,- Bert bert Opið er: Gerandisd:: Frå 11.30—14.00 og frå 16.00-22.00 Sunnud.: Frå kl. 11.30—16.00 Tors Cafeteria v/ Helgi Johansen N. Finsensgøta 38 - Tórshavn - Tlf. 12243 Ina Månakvøldid varnaðust fólk, sum hugdu at Euro- sport í sjónvarpinum, at ein tysk sendistød var komin inn å råsina. SAT 1 stóð á skiggjanum, og sendingarnar mintu um undirhaldssendingarnar hjá Scan-Sat. Tað var ikkk við vilja, at henda týska rásin kom inn. Av Telefonverki- num frættist, at tá teir av ymsum orøkum sløkkja parabolararnar, hendir tað av og á, at henda tyska stødin, ið nevnist RTL, kemur inn å Euro- sport-råsina. So noydist fólk nidan á Húsareyn at stilla við hond, og tað er lætt gjørt. Teir vita ikki, hví tað hendir, og tað hendir heldur íkki hverja ferð, parabolurin verður sløktur. Teir sløkkja td. um veturin, tá veðrið er ringt. Henda dagin sløktu teir, meðan ar- beitt var við at styrkja fundamentið undir para- bolinum. randi Fóru við myntunum Týsnáttina hava óbodnir gestir verið inni á nýggju breydsøluni hjá Gunnleivi á Landa- vegnum í Havn. Inngongd teirra hevur verið eitt vindeyga. Horvin var allur kassapeningurin, um- leið 5000 krónur í mynt- um. Politiið ger vart við, at aðrir handlar eiga at hava eyguni við sær, kemur onkur inn at keypa við heilt nógvum myntum. Månakvøldid varnað- ist ein krambakvinna í einum ødrum handli, at tá nakrir ungir dreingir høvdu verið inni, vóru 200 krónur horvnar úr tasku hennara. Leygarkvøldid, með- an fólk vóru og vandu í ítróttarhgllini á Hálsi, hevur onkur verið og brotið inn í kioskina og er tikið sær ymiskt góð- gæti. randi Hugtikin av Isinum Tad var bara fyri at at geva ferðafólkunum høvi til at síggja eitt sindur av Føroyum, at russiski ísbrótarin Kapi- tan Khlernokov mána- dagin seinnapartin kom inn í Nólsoyarfjørð. Umframt manningin, ið taldi 59, vóru 13 ferðafólk við ú stóra skipinum, ið lá seks tímar í Nólsoyarfirði. Kapitan Khlernokov er leigaður einum vest- urlendskari fyritøku, ið siglir við vesturlend- ingum, sum fegnirvilja gjalda fyri at sleppa at sigla í ishavi. Tá skipið kom higar, hevði tað verið í Kana- da, Grønlandi og Ís- landi. Nú sttevndi tað móti Danmark á veg til Baltikum. I vetur fer Kapitan Khlernikov til Antarktis vid ferðafólki. Tað vóru ikki fleiri enn 13 ferðafólk, tå skipið var her. Nøkur vóru frammaundan farin av í Grønlandi og í Íslandi. randi