Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. september 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

- 29 Zo. september 1992 Eini 120 starvsfólk vóru mett á Blindastovninum leygardagin. Mynd: Kalmar MVG-folk á skúlabonk Leygardagin vóru øll al- mennu starvsfólkini, sum hava og fáa nakað við komandi MVG-skipanina at gera, á skúlabonki á Blindastovninum. Hetta eru starvsfólkini á øllum deildum hjá Toll- stovuni og Líkningarráð- num kring alt landið. Fyrr í ár varð ein út- búgvingarbólkur settur til at fyriskipa neyðuga veg- leiðing fyri starvsfólkini. Í undirvísingarbólkinum eru Oli Heinesen, Leivur Gre- gersen og Rúni Joensen. Oli Heinesen sigur, at sjálvandi eru nógvir iva- Spurningar um skipanina, sum er at kalla ókend fyri flestu av starvsfólkunum, men hann heldur, at starvsfólkini leygardagin fingu væl burtur úr. Um stutta tíð fer útbúgv- ingarbólkurin at skipa fyri starvsfólkakunning á gll- um deildum um landið. Tiltakið leygardagin var ein meira breið kunning um skipanina, men tå teir fara út á deildirnar, ber betur ul at fara meira gjølla til verka. Eisini verdur i heyst skipað fyri kunningarfund- um fyri vinnulívsfólk. tór.- Onkur annar kundi verið skiftur út -heldur enn Alex Sólstein, sigur býráðsformaðurin í Klakvík Óli Heinesen, býráðsfor- maður í Klaksvík er alt annað enn nøgdur fyri tað svar hann júst hevur fingið frá Hensari Ellingsgaard, landsskúlastjóra í samband við sokalaðu grein 7- nevndina. Klaksvíkar Kommuna heldur uppá at Alex Sól- stein skal vera umboðs- maður teirra í musikk- nevndini, men Hensar Ellingsgaard hevur valt ein annan. Hesum mótmælti Klaks- vikar Býráð, og i skrivi til landsskúlastjóran setti bý- ráðið triggjar spurningar. Býráðið spurdi hví Alex Sólstein varð koyrdur út, Hví landsskúlastjórin valdi júst hann, sum nú varð valdur, og hví Klaksvíkar Býráð ikki fekk høvi til at tilmæla nevndarlim hesa- ferð. Einki svar Sambært Ola Heinesen sigur Hensar Ellingsgaard í svari sínum til býráðið, at hann hevur sín fulla rætt at skifta nevndarlimir út, og at hetta fleiri ferður áður er hent. Eisini sigur hann, at limirnir Skulu rætta seg efur hjá landskúlastjóranum. ; Men hesum svari er Oli Heinesen alt annað enn nøgdur við. Hann sigur, at í veruleikanum er hetta einki svar. Í hvussu er ikki upp á teir spurningar hann setti landsskúlastjóranum. asetingunum - Tå landsskúlastjórin sig- ur, at tað er gott at skifta it viðhvørt kundi ein spurt upp í móti, um onkur annar ikki skuldi verið sen. Hver: -Landsskúlastjórin! tór.- Býráðsformaðurin í Betri at skift "nan út! Síða 5 Útav við fullari ferð, ongum kovrikorti og kenning Hóast polit:ið í Norðuroyggjum vanliga letur va brýtur hesa meginreglu Hetta hendi um wýtíðina leygarmorgunin tá tveir mans í persónbili fóru norður eftir Viðareiðisveg num. Bæði ferð og kenning hava verið heldur ógvuslig, so førarin hevur mist tamarhaldið á bilinum. Hann | fór niðan av vegnum, gróv eina 40 metrar langa veit | eftir sær, og rendi síðani í ein grótgarð. Tveir mans vóru í bilinum, men hesir boðaðu ikki frá óhappinum. Ikki fyrr enn onkur kom framvið nakrar tímar seinri, varð politiið í Klaksvík fráboðað. Bilurin var so mikið illa farin, at teir hildu vanda vera fyri, at mannskaði var hendur, og spurdu seg tí fyri á sjúkrahúsinum. Men har var eingin hjálp at heinta. Sjúkrahúsið er til fyri at hjálpa skaddum fólki,- og ikki politinum. Men fram ímóti døgurda ringdi eigarin av bilinum til poltiid og segði frå, at hann hevði ikki koyrt sjåvur. Tað hevði onkur hann kendi, og hesin hevði kenning og einki koyrikort, visti eigarin at siga. Bilførarin fekk seinri vitjan av politinum, sum játaði seg sekan. Maðurin verður nú ákærður fyri lógarbrot sítt. tór.- Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvønn hósdag frá kl. 19.00—21.00, inngongd hjá KFUM, undir Pisuvarða 2, ella á tif. 17200. pf. Wenzel Petersen, tif. 1 3873 |