leygardagur 26. september 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
VERT ELST lái Je
5
|
Í
;
i
É
Nr. 183 — 26. septe:ber 1992 | tíðindablaðið Sosialurin Síða 9
Sambært uppskotinum hjá sjúkrahússtjóranum, sum landsstýrið hevur biðið um, skal avrúsingin av
rúsdrekkamisnýtarum fara fram á B74, meðan eftirviðgerðin hjá bæði Heilbrigdi og Blákrossheiminum, skal fara
fram á Velbastað.
Felags avrúsing
— á einum stað
- men annars kann eftirviðgerðin hjá Heilbrigdi og
Blákrossheiminum halda fram, tó bert á stovninum á
Velbastað. Hetta er m.a. ført fram í uppskoti, sum
sjúkrahússtjórin hevur gjørt fyri Landsstýrið
Í samband við nýggju Rús-
drekkalógina, gjørdi Rús-
drekka- og Narkotikaráðið
eitt álit um, hvussu mið-
vísur nisdrekkapolitikkur
skuldi skipast.
Í hesum sambandi var upp-
skot gørt um at samskipa
viðgerðina av rúsdrekka-
misnýtarum undir sjúkra-
húsverkinum.
Vert at arbeiða
víðari við
Jóannes Eidesgaard, lands-
stýrismaður helt hetta upp-
skot vera so áhugavert, at
hann bað Høgna Joensen,
sjúkrahússtjóra á Lands-
sjúkrahúsinum, gera eitt
uppskot um, hvussu hesi
viðurskifti kundu setast í
verk.
Samstundis hevur Tordur
Niclasen, tingmaður, lagt
uppskot fram á Ting, har
hann metir tað rættast, at
Heilbrigdi og Blákross-
heimið frameftir skal virka,
sum higartil.
Í uppskotinum hjá Høgna
Joensen stendur m.a.: "Ein
felag avrúsing verður á
Landssjúkrahúsinum í í-
búðarbygninginum B74.
Avrúsingin er undir
læknaligari leiðslu. Ein og
sami lækni hevur ábyrgdina
av avrúsingini, men læknin
eigur annars at starvast á
psykiatrisku deild og gong-
ur í vakt saman við hinum
læknunum á deildini.
Fyri at tyggja lækna-
kontinuetetin eigur ein
lækni at verða settur í fast
starv á psykiatrisku deild,
t.d. sum deildarlækni ella
sjúkrahúslækni.
Røktarstarvsfølkini ver-
daniggju í tali, íroknað eina
deildarsjúkrasystir.
ØN eftirviðgerð undir
somu ion
Heilbrigdið og Blákross-
heimið lata hvør fýra røkt-
arstarvsfólk til avrúsingina.
Viðgerðin verður løgd
saman á viðgerðarstovni-
num á Velbastað, har pláss
eigur at vera fyri 15 fólkum
til viðgerðar.
Á viðgerðarstovninum
halda Heilbrigdið og Blá-
krossheimið fram at við-
gerða, sum tey eru von.
Í leiðsluni fyri viðgerðar-
heimið fyri Velbastað skulu
sita:
Eitt umboð fyri starvs-
fólkini á Heilbrigdi, eitt
umboð fyri Blákrossheimið
og ein lækni, settur parttíð.
Læknin er leiðari og hev-
ur læknaligu ábyrgdina fyri
viðgerðini. Stýrini fyri Blá-
krossheimið og Heilbrigdi
hava til uppgávu at tryggja
sær, at teirra ideologisku
áhugamál verða varðveitt.
Viðgerðarstovnurin er und-
irlagdur sjúkrahússtjóra-
num”.
Vidari stendur i uppskot-
inum, at raksturin av núver-
andi Heilbrigdi og Blå-
krossheimi kostar umleið
10 mió. krónur, og at henda
upphædd saman við ratio-
naliseringum vegna sama-
nleggingarnar, ernóg mikið
til at fíggja rakstur og
møguliga annað virksemi.
Herbergog
fyribils bustað
Eftir hesi ætlan standa Blá-
krossheimið og: Eftirvið-
gerðarheimið í J. Broncks-
gøtu tóm. Tí mælir sjúkra-
hússtjórin til, at psykiat-
riska deild lænir Blákross-
heimið í tvey ár, sum roynd-
arskeiðið fyribils skal virka.
Hetta heimið er vælegnað
til heim fyri fólk við kron-
iskum sålarligum sjúkum.
Tørvurin á herbergi kundi
verið loystur við at Eftirvið-
gerðarheimið í J. Broncks-
gølu var herberg á kvøldi og
á nátt.
Tingfólk skulu fyrst
siga sína hugsan
Jóannes Eidesgaard, lands-
stýrismaður, sigur í við-
merking við Sosialin, at
hetta uppskotið ikki verður
lagt fram fyrr enn uppskotið
hjá Tordi Niclasen er við-
gjørt í Tinginum, væntandi í
næstu viku.
Landsstýrismaðurin held-
ur, at tað er skilagott í fyrstu
atløgu at vita, hvørja stóðu
tingfólk hava til hesar spur-
ningar, áðrenn farið verður
undir at umleggja avrúsing-
arskipanina.
Skeivt
at
skilja sundur
avrusing
og eftirvið
- veitin millum stovnarnar
verður ov stór. Torført at
motivera misnytarin at
fara undir eftirviðgerð, tá
hann miðsketðis í viðgerð-
ini skal skifta umhvórui,
heldur Tordur Niclasen.
Uppskotið hjá Tordi Nic-
lasen, sum varð lagt fram í
Tingi 17. august 1992, á-
leggur landsstýrinum at
tryggja neyðugan figgjar-
karm ul viðgerðina av rús-
drekkamisnytarum, og at
virksemið hjá verandi við-
gerðarstovnum heldur ótar-
nað fram.
Neydug! al fåa kjak
i lag i tinginum
Tordur Niclasen sigur vid
Sosialin, at orsøkin til hetta
uppskot kom av, at ungfólk
fingu bræv frå Blåkross-
heiminum í juni mánaða í
år, har tað varð gjørt vart við
vánaligu figgjarumstødur
hjá heiminum.
Tordur Niclasen: - |
brævbjálvanum var viðlagt
uppskouð hjá sjúkrahús-
stjóranum, sum landsstýrið
hevði álagt honum at gera.
- Eg meti hetta mál so ál-
varsligt, at tað er neyðugt at
fáa eitt kjak í lag um málið í
tinginum, so landsstýrið
ikki fær lirkað tað igjøgn-
um, uttan hóvasták.
- Eg dugi ikki at síggja,
hvat gagnligt er í hesum
uppskoti, at avrúsingin skal
fara fram á einum stað, og
eftirviðgerðin aðrastaðni.
- Tað mouverar ið hvussu
so er ikki misnýtaran, at
hann skal skifta umhvørvi
og taka stóðu til viðgerð,
heilar tvær ferðir.
Gloppið millum stovnar-
nar verður ov stórt, og er tí
ikki til gagns fyri brúkaran.
- Rættast og gagnligast fyri
heildina er at geva báðum
stovnum figgjarligan
møguleika at halda fram, so
brúkarin sjálvur kann velja,
hverja viðgerð hann vil
hava.
Sjálvsognarstovur
Í uppskotinum hjá sjúkra-
hússtjóranum stendur eisi-
Tordur Niclasen
ni, at Ld. Blákrossheimið
skal nýtast til psykiatriskar
sjúklingar.
Tað er ivasamt, um nakar
uttanífrá kann koma inn á
ein sjálvsognarstovn, sum
Blákrossheimið er, og siga,
at nú skal tað nýtast ul heilt
annað endamál, enn tað,
sum stendur í vidtøkum teir-
ra.
Tað er neyðugt at skapa
fíggjarligan góðan karm um
núverandi viðgerðarskipa-
nir.
Samstyktirnar plikta
Undir 2. viðgerð av rús-
drekkalógini setti eg fram
uppskot um at áleggja
landsstýrinum at seta í verk
miðvíst upplýsingararbeiði,
sum hevði ul endamáls at
minka um rúsdrekkamis-
nýtsluna her á landi, og at
tað varð neyðugt við stórri
játtanum til viðger og eftir-
viðgerð av rúsdrekkamis-
nytarum.
Hetta uppskot varð sam-
tykt, so nú kunnu vit ikki
slaka í hesum máli, sigur
Tordur Niclasen og skoytir
uppí, at landsstýrið hevur
skyldu til at halda samtykt-
ir, ið verða gjørdar á tingi.
Orð: Dagny
Mynd: Hilmar Jan