Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. september 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Eingin orsók til at fella í fátt: Hesir royna nyggjar leiðir Nógvir møguleikar í altjóða sjógvi vid Føroyar - "nýggj" fiskasløg stóran áhuga í Fraklandi Hóast tað eru ringar tíðir í landinum og framtíðin verður málað rættiliga svørt, so eru tað kortini teir, sum ikki ætla at geva skarvin yvir ella fella í fátt. Tveir teirra eru ein føroyingur og ein frak- lendingur, åvikavist skip- ari og fiskasølumadur. Eru teir nevndir eru teir kend- ir: Brynjálvur Petersen keypu herfyri gamla Nep- tunus og gjørdi hann út til fiskiskap á djúpum vatni í altjóða sjógvi vid Føroyar. Skipið eitur í dag Klovn- ingur og er nú á - kann ein væl siga - royndarveiðu á Hattonbank eftir nýggjum og fyri føroyingar ókend- um fiskasløgum. Í hvussu so er hava vit ikki rikið miðvísa veiðu eftir teim- um higartil. Samstarvsmaður Bryn- jálvs eitur Denis Bracq- bien og er tað maðurin aftanfyri Eurofisk, felagið sum á sinni leigaði Tvør- oyrar flakavirki og fór undir at útflyta feskan fisk til Fraklands. Ahugavert samarbeidi Nú hava hesir báðir uikid stig til eitt áhugavert sam- arbeiði saman við ødrum góðum monnum. Enda- málið er at vita, hvat fæst av sokalladum nýggjum og ótroyttum fiskasløgum vid Føroyar, og hvat franski brúkarin hevur at siga til henda fiskin. Klovningur var herfyri á fyrsta túri sínum úu á Hattonbank, har teir raktu við eini 8-9 ymisk fiska- sløg, sum føroysk skip ikki áður hava lagt seg eftir at veiða. Fyri tað mesta eru hesi fiskasløgini tveir út aftur i havið. Fyri tað fyrsta ti at tey als ong- an pris hava i Føroyum, harnæst ti, at eingin fiska- keypari hevur spurt eftir teimum og fyri tað tridja tí, at fiskasløgini í mong- um fórum hava verið heilt ókend, oftani uttan nakað navn eisini, og tí ongan áhuga havt havt. Trý ár í Fsroyum Denis Bracqbien, sum kom ul Føroya at virka og keypa upp fisk fyri umleið trimum árum síðani, væntar sær nógv av umrødda samstarvinum vid eigararar og manning å Klovningi. Hann heldur tað vera løgid, at føroyingar ikki longu hava gjørt meira burtur år at troyta hesi ókendu fiskasløgini. Hvat er so komið burtur Macintosh Classic tann originala Macintosh teldan Tilboð kr. 7.000,- fyri avmarkada nøgd, vani. prisur kr. 8.300,- Sverrisgøta 9, box 118 - em 110 Tórshavn - "Mac === Tlf. 10400, fax 10915 úr higartil. Denis Bracq- bien: -Fyrsta lastin hjá Klovningi varð landað í Kollafirði og síðani send víðari ul Fraklands. Eg kann bert siga, at royndin hevur verið sera væleydn- að. Fiskurin var feskur og góður, og hann hevur vakt stóran ans millum fiska- keyparar í Bologne. Frak- lendingar eta nógvan fisk og alt nýtt hevur tískil stóran áhuga. Vit fara tí saman við okkara keyp- arum í Fraklandi at vita, hvørjir møguleikar eru byggja upp ein nyggja marknað fyri hesum fiska- sløgum. Finna rætta måtan Denis Bracqbien sigur vidari, at talan er um eini 8-10 fiskasløg, sum føroy- ingar vanliga líuð ella einki gera við. Bara tá tal- an er um háv, so skilja fraklendingar millum eini 8 ymisk slóg, meðan hetta fyri føroyingar bert er eitt slag. Tað krevur sjálvandi drúgvar royndir at viðgera og pakka håvasløgini, so tey eru pakkað hvor sær, tá tey koma á marknaðin sigur hann. Stjórin á Eurofisk sigur víðari, at prísirnir teir fingu fyri fyrstu lastina hjá Klovningi kunnu góð- takast. Men hetta er so bert tann fyrsta royndin, so tað er skeivt at byggja framtíðar pris og eftirspurningin bara á hesa einu og fyrstu lastina. Royndarveiða Hann vísir á, at Klovning- ur við hesum fiskiskap- inum í veruleikanum rekur royndarveiðu, sum í fram- tíðini kann koma at gagna nógvum gðrum eisini. Sum er fær skipið ongan stuðul til henda royndar- fiskiskapin og tað heldur Denis Bracqbien vera spell. Hann heldur, at teirra royndir kunnu fáa so stóran týdning fyri aðrar seinni, at landið átti at stuðlað eini slíkari roynd. Hóast tíðirnar eru ringar, so er tað júst slíkur stuðul, sum kann geva tvífalt aftur uppá longri sikt og vera við til at halda fiskiflotanum gangandi og eisini arbeiðsplássum á landi. Hann vísir á, at tá Euro- fisk byrjaði fyri nøkrum árum síðani tosaðu teir við føroyskar skiparar at fara undir at veiða langasporl, men hesi søgdu seg kenna lítið ella einki til fiskin. Hann plagdu teir at tveita aftur í havið. Men síðani áhugin fyri langasporli er vaksin hevur tað víst seg, at marknaður er fyri fisk- inum og at tað eisini er nógv til av honum. Søgan um langasporl endurtekur seg Denis Bracqbien sammetir støduna vid langasporli fyri nøkrum årum sidani við hana teir nú eru í ferð við at fáa gongd á, nevn- iliga veiðu eftir ødrum ókendum fiskasløgum og nevnir her sum eitt dømi tey mongu håvasløgini, sum fåast á djúpum vatni við Føroyar og sum eitt nú franskir brúkarar eru al- tráir at fáa hendur á. Klovningur er nú úti á ðrum túrinum. Teir fara hesaferð beinleiðis til Fraklands við fiskinum. Hetta er bert fyribils, nú ein alternativur marknaður skal byggjast upp. Tað kemur so eisini at geva skipinum meira burtur úr, tí fiskurin tá kemur skjót- ari á marknaðin. Denis Bracqbien sigur, at ætlanin er ikki at lata Klovning landa í Frak- landi hvgnn túr. Ætlanin er at skipið skal kunna landa fiskin í Føroyum, har hann á onkrum virki Síða 10 tíðindablaðið sostalurin Nr. 183 — 26. september 1992 verður virkaður víðari til feskan útflutning. Enn er ikki avgjørt, hvat hetta verður, men tað veldst sjálvandi um umstødur og prís. jan Dennis Bracqbien á Eurofisk um fiskivinnuna: Heldur nøkur vælkoyrandi virki enn nógv sum bara hóra Denis Bracqbien hevur gjøgnum arbeiði sítt á Eurofisk i Føroyum hesi try årini fingid eitt rætti- liga gott innlit í føroyska fiskivinnu og samfelagið sum heild. Hverjar royndir og tankar hevur hann gjørt sær um støduna og framtíðina hjá fiskivinnuni. -Tað er so lætt hjá mær at spæla eftirklókur, men sjálvandi havi eg gjørt mær mínar tankar um gongdina og framtíðina. Líta vit at t.d. heimlandi mínum Fraklandi, so hava teir har altíð arbeitt fiskin við hond, meðan føroy- ingar hava útbygt fiskiídnaðin soleiðis, at alt skal gerast við maskinum. Virkini eru tískil útbygd so nógv, at tey í dag standa eftir við hópi av dýrum maskinum, sum ikki kunnu brúkast, tí ov lítið er til av fiski. Og henda útbygging av fiskavirkinum hevur øll verið til at arbeiða frystan >DV 0