Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 184 — 29. september 1992 Petur Nolsøe, samferðsluskrivstovuni: Touristkort til þuss og skip --Keypararnir á Travel Mart ynsktu, at tey kort, sum ferðafólk í dag kunnu keypa til bussarnar í Fóroyum, eisini skulu galda strandfaraskipini, sigur hann Básurin hjá Strand- ferðsluni á ferðavinnu- stevnuni hjá londunum í útnorði, sum varð hildin á Akureyri í seinastu viku, varð væl vitjaður. Tveir manns frá mannaðu hend- an bás, Finnur Olsen, sum tók sær av uttanlanda- siglingini hjá Strand- ferðsluni og Petur Nolsge úr Kalbak, sum greiddi keyparunum frá innan- landaflutninginum. --Eitt ynski hjá keyp- arunum var, at kortið, sum ferðafólk kunnu nýta í bussunum, eisini skal galda strandfaraskipini. Í dag kunnu útlendsk ferða- fólk, og forrestin eisini føroyingar, keypa eitt kort, sum gevur teimum møguleika at ferðast við bussum so nógv teumum lystir, fyri eitt fast gjald, Fyri eina viku kostar tað 280 krónur, fyri tvær vikur 400 krónur, sigur Petur Nolsge. --Islendingar vístu okk- ara bási stóran áhuga, tað løgdu vit merki til leygardagin, tá opið var fyri almenninginum. Har var ein rúgva av fólki alla tíðina og tey spurdu um alt møguligt úr Føroyum, sigur Petur Nolsøe. --Eg haldi, at vit fingu meir burturúr Travel Mart Handilsskúlin á Travel Mart í Íslandi í ár, enn tá stevnan varð hildin í Føroyum í fjør, hví, tað veit eg ikki. Men vit hava fingið samband við eina rúgvu av keyparum, eisini nýggjum, sigur Petur Nolsge. Sum tann gamli tjóð- Síða 7 skaparmaður hann er, fegnast Petur eisini um, at flogið var á føroyskum veingjum til Íslands. At- lantic Airways syrgði fyri, at ferðalagið kom trygt aftur og fram. jústinus Dagny Joensen, blaðkvinna, skrivar: Tá sólin sær og alt andar so friðsælt sum sunndagin, er torført at ímynda sær, at veturin, við ódnum, myrkri og regni er tað, sum næstu árshálvuna verður ein partur av gerandisdegi okkara. Ótrúligt, at fólk hava búsett seg á hesum klettum, hugsa vit, tá ringast leikar á. Hinvegin, besta stað í heiminum, tá veðurgudarnir soleiðis brosa til okk- ara. Verðurgudarnir kunnu blíðka okkum í hesum døg- um, men soleiðis er ikki alla staðni í heiminum. Í Somalia líðir fjóðra hvørt barn hungursdeyðan. Hetta er ættarliðið, sum skuldi bygt víðari tað samfelag, sum nú einaferð er í ymsu londunum, við so ótrúliga ymsum fyritreytum og vónum. Í farnu viku at vit sóu sjónvarpssendingina "45 minuttir" um korngoymslumar hjá EF. Hon var so ómenniskjanslig, at tú íkki fært strikad hana úr min- ninum í fyrstu syftu! EF felagsskapurin er fría iniutativid, verður sagt. Har bólgna yvirskots-korngoymslurnar, og ein danskur bóndi fekk einsamallur 600.000 krónur fyri at leiga úthús og stallar ul korngoymslu, men so var íroknað "lgnini", at hann íkki mátt velta jørðina! - Samstundis doyggja fólk í Somalia og fleiri aðrar staðni í Afrika, ú skerpingurin er so nógvur, at einki fæst at grógva. Tað rakar fólkið meint í áravís. Myndirnar av svøltandi børnum er gerandiskostur í sjónvarpinum. Hóast tær eru so ræðuligar, kanst tú ongantíð góðtaka slíkt. Kjakið hesaferð var um at lata svøltandi part av korngoymlsunum hjá EF, av tí, sum vit ikki orka at eta. Tosað varð aftur og fram, og hóast øll kendu sær ábyrgd, so var tað so ymiskt, hvat teir serkønu politi- karnir vildu lata slíka hjálp. Nøkur tosadu um veita hjálpina beinanvegin, onnur um at "frígeva" kornið. Var talan um pening, ella um hvor skuldi gjalda fyri fraktina? Ella skulu hjálparfelagsskapir keypa yvirskotsgoymsluna í Eu- ropa, fyri at geva teimum svøltandi eina máltíð? Danir tosa nú um nýggja fólkatkvgðu um ein EF- sáttmála. Nú verður Maastricht ikki nevnt í hvørjum setningi, tí hann vrakaðu danir, og tepri sigurin í Fraklandi ger hann ikki meira borðbaran. Hvar er demokratiið? Er tað ikki at halda fólk fyri gjøldur, fyrst at reka tey í atkvgðubásarnar, og síðani - av ti at svarið ikki verður g6dtikid av politik- arunum, at gera nýggja fólkatkvoðu. Nú ljóðar, at talan ikki er um at atkvøda fyri ella móti Maastricht sáttmálanum, tí tað er ikki loyvt. So mugu tey atkvøda fyri onkrum gðrum. Spennandi, hvussu tað fer at ganga. Er so einki hent i Føroyum, hesa vikuna: - Jú dóm- arin biður fútan reisa ákæru móti blaðstjóranum á Oyggjatíðindum fyri ærumeiðandi skriving. Við hvort er torført at síggja fyrimunin av at hava frælsa pressu, tá fólk ikki duga at sýna ábygd, sum blaðstjórin á Oyggjatíðindum er serstakt dómi um. Onnur forargilig hending var lýsing í SVF um blæ- ur, har ein rødd sigur afturvið sera fittum barni - sum als ikki tolir samanbering við myndirnar av somali- abørnunum. Hon sigur nakað soleiðis: er blæan våt, missur barnið sjálvsálitið!! Maka til møsn havi eg ikki hoyrt áður. Eg keypi ikki hasar blæurnar aftur, tí eg fari ikki at keypa ommusoninum sjálvsálit gjøg- num eitt blæumerki. Slíkt kallast "negativ reklama". Hvat munnu mammurnar í Somalia hugsa um, tá tær royna at halda lív í einum hugursraktum barni? Sjálvsátit? Nei, slíkur orðavavstur kann bert sam- metast við skrivingina hjá blaðstjóranum á Oyggja- tíðindum. kanning av hvar íslendingar kundu hugsað sær at ferðast í teimum londum, sum vóru við á stevnuni. Tey býttu m.a. út spurnarblød, tå framsýningin var alment opin leygardagin. Og tað tilfar tey fingu inn skal nú viðgerðast á Handilsskúlanum Flokkurin búði uttanfyri Akureyri og umframt at tosa um ferðavinnu, so upplivdu tey eisini býin á degi og nátt. Myndin sýnir nakrar av gentunum, sum vóru við á ferðini. Her sita tær í ítróttarhgllini, har stevnan varð hildin jústinus Ein flokkur á Føroya Handilsskúla var eisini við á ferðavinnustevnuni á Akureyri. Tey gjørdu millum annað eina