Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 1992síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Einki skal dyljast Starvsnevndin i Føroya kommunufelag samtykti i seinastu viku, at almennu hagtølini fyri kommunurnar skulu almannakunngerast, soleidis sum higartil er gjørt. Talan er um tølini, ið javnan verða kunngjørd í Hagtidindum. Hetta kundi ljóðað sum ein sjålvfylgja, men formað- urin setti málið á skránni fyri fundin í starvsnevndini, tí bæði hann og skrivarin hava fingið at hoyra frá fleiri kommunum, ið hava verið ímóti, at tølini koma fram alment. Kommunustýrisfólk hava sagt, at kommunur- nar kenna seg úthongdar, tá tølini verð almannakunn- gjørd. Jógvan K. Mørkøre, formaður í Føroya Kommunu- felag, sigur, at hann helt seg vera noyddan at seta málið á skránna. - Tað snýr seg ikki um tel, ið vit fáa inn at nýta í kkara dagliga arbeiði í felagnum, men bara um almennu tølini, 10 koma í Hagtíðindini. Og vit hava als sum summi hava sagt, sigur Jógvan K. Mørkøre Hann mist einki vid at seta henda spurningin á fundarskrånna, ti starvsneyndin tók undir við, at tølini eiga at verða almannakunngjørd randi Lættari at lesa telini Kommunurnar fáa nú greið- ari roknskaparskipan Starvsnevndin í Føroya Kommunufelag samtykti í seinastu viku at halda eitt skrið fyri kommunustýr- islormonnum og bókhaldarum um nýggju roknskap arskipanina, kommunurnar nú skulu hava Kommunurnar fáa somu skipan, sum landið hevur og sum eisini verður nýtt aðrastaðni Nýggjaskipanin hevur við sær, atnógv lættari verður hjá fólki at lesa roknskapirnar hjá kommununi. Avskrivingarnar fella burtur, og tí verður lættari at síggja, hvussu figgjarliga stendur til í hvørji einstakari kommunu. Við nýggju skipanin verður somuleiðis einfaldari at samanbera støðuna hjá kommununum og samanbera við onnur lond randi lítil og løtt Framúr góðska. Vanligur prísur kr. 8.700,- vípatrón Tilboð kr. 5.900,- avmarkað nøgd Sverrisgøta 9, box 118 hør 110 Térshavn ”fMac=E= Tlf. 10400, fax 10915 Síða 8 tíðindablaðið Nr. 184 — 29. september 1992 Beinleiðis gjald Jógvan K. Mørkøre, formaður i Føroya Kommunufelag, heldur, tað hevdi verið beint at flutt nakrar ávísar stórar útreiðslur frå kommununum yvir á húsarhaldini Tað er einki dulsmál, at illa stendur ul fíggjarliga i nógvum kommunum. Inntøkan er lækkað nógv, men tær føstu útreiðslurnar eru tær somu. Stórar sum smáar kommunur eru ikki førar fyri at røkja sínar skyldur, tí arbeiðið minkar og heldur fram við at minka. Flein smáar kommunur hava eisini knappliga mist stóran part av inntøkuni, tå menn eru farnir út at sigla og eru komnir undir DIS- skipan og tí ikki gjalda skatt her. Hetta er eisini farið at merkjast í nøkrum av teim- um stóru kommunum. Jógvan K. Mørkøre, for- maður í Føroya Kommunu- felag, ætlar sær at koma við uppskot, ið kann hjálpa kommunum við at sleppa undan nøkrum heilt stórum útreiðslum, ella minka tær. Tað eru gjøldini til IRF og ul skúlabarnatannrøkuna. Hann hugsar sær, at hús- arhaldini sjálv gjalda hesar útreiðslurnar í staðin fyri kommunurnar, tí tað er Orimiligt, tá so stórur partur av fólkinum ikki er vid í skattaskipanini. Tað hevði lætt væl um hjá kommun- um, sigur hann. Jógvan K. Mørkøre viðmerkir tó, at hetta ikki skal skiljast sum nøkur atfinning mót teim- um, sum sigla udnir DIS. Sjálvsagt royna menn at sleppa burtur at sigla, tá einki arbeiði er at fáa her. Viðvíkjandi IRF-gjaldi- num hevði henda skipanin eisini í aðrar mátar verið rættvísari, tí á bygdunum standa nógv hús, sum skattaborgarar í ødrum kommunum eiga. Hesi gjaldaikki fyri renovatións- koyringina. Við skúlabarnatannrgkt- ini er tað ikki so einfalt at leggja útreiðslurnar frá kommununi yvir á skatta- borgaran. Tað krevur lógar- broyting, ti sambært lóg skulu kommunurnar gjalda. randi Kommunufelagsfor- madurin mælir til, at húsarhaldini sjálv gjalda fyri at fáa burutkastið burturbeint Onga nýggja deild Tórshavnar byråd helt tað ikki tæna nøkrum endamáli at seta á stovn vinnulívs- og menningardeild, soleiðis sum Tórfinn Smith heyði uppskot um við endamálinum at seta í verk vinnulig tiltøk í kommununi Á býráðsfundinum í sein- astu viku var til viðgerðar uppskotið hjá Tórfinni Smith um at seta á stovn vinnulívs- og menningar- deild í Havn. Sambært upp- skotinum skuldi henda deild seta í verk vinnulig til- tøk í kommununi, íbirta nýggjar hugsanir innan vinnuligt framtakssemi og umsita = studulin, sum kommunan ásetur til enda- málið. Deildin skuldi eisini saman við lærustovnum savna ta vitan sum tøk er til framjan av vinnuligum framtøkum og granska framtíðar vinnu- og markn- aðrar møguleikar. Alt í neyvum samstarvi við vinnulívið. Men hósdagin vrakaði fyrst figgjarnevndin upp- Skotið, og seinni varð tað felt í býráðnum. Samgong- an í býráðnum vísti á roynd- ir aðrastaðni, at slíkar Tórfinn Smith kom ongan veg við uppskoti sínum at stovna vinnlívs- og menn- ingardeild í Havn, ti uppskotið fekk bara tríggjar atkvóður royndir ikki hava havt ta ávirkan sum væntað. Hetta sjónarmið samsvarar ikki við viðmerkingarnar hjá Tórfinni Smith um, at úrs- litini = aðrastaðni manga staðni hava verið góð. Orsgkin til, at Tórfinn Smith kom við hesum upp- skoti, var tað vaksandi ar- beiðsloysið, ikki minst millum ungdómin. Men sum nevnt feldi bý- áðið uppskotið. Bara Tór- finn Smith, Leivur Johann- esen og Petur í Gongd atkvøddu fyri. randi