týsdagur 29. september 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR NS Nee sed RS
Nr. 184 — 29. september 1992
staðfest
Í Førovum
- talan er um eina virus-sjúku, sum fær
immun-skipanina at vikna. Djóralæknin
heitir á hundaeigarar um at ansa eftir, um
hundurin gerst sjúkur, tí smittuvandin er
stórur
Ein heldur óvanlig hunda-
sjúka er staðfest í Føroyum,
sum ikki hevur víst seg á
okkara leiðum síðani seinna
heimsbardaga.
Tá doyði hon út av onkra-
ri ókendari orsøk, og er ikki
komin aftur fyrr enn nú fyri
stuttum, tå ein sjúkur hunda
hvølpur í Fuglafirði varð
avlívaður og sendur til Dan-
markar til kanningar.
Talan er um virus-sjúku
Canine Distemper, sum
hevur við sær at immun-
skipanin verður niður-
brotin.
Alvarsom sjúka
Sjúkan vísir seg við at
hundar fáa krímsjúku. Teir
hosta og njósa og fáa fepur.
Hetta varir nakrar dagar,
so verður hundurin frægari,
men so gerst hann aftur
sjúkur. Sjúkan smittar við
slevi og hosta, eins og
krímsjúka smittar millum
fólk.
Hundasjúkan er so álvar-
som, at hóast hundar aðra-
staðni verða koppsettir fyri
hetta, so doyr umleið helm-
ingurin av teimum kortini.
Tað var Jórun Sumberg-
Olsen, djóralækni, sum her-
fyri fekk illgruna um, at
henda serliga hundasjúka
var íkomin í Føroyum.
Tók blóðroyndir
Jórun Sumberg Olsen: -
Tey komu til Havnar við
hvglpinum, og tað vísti seg
at hann hevði lungnabruna
og fekk viðgerð fyri tað.
Hann bleiv frægari av hes-
um, men varð aftur sjúkur
Fyrilestur á Fróðskaparsetrinum:
Heilsubuskapur
Mikukvøldid 30. sept.
1992 kl. 20 heldur
Høgni Joensen, sjúkra-
hússtjóri, fyrilestur á
Fiskirannsóknarstov-
uni í Nóatúni undir
heitinum: Heilsubú-
skapur.
Evniðer heilsa, heilsu-
veitingar og heilsugkið
sæð út frá einum bú-
skaparligum sjónar-
horni.
Føroyska heilsuverkið
hevur í seinastuni verið
nógv frammi í almanna-
kjakinum, har m.a. hev-
ur verið nomið við kost-
naðarstóðið hjá før-
oyska heilsuverkinum
og hvat fæst burtur úr
nýtta peninginum.
Í fyrilestrinum verður
nomið við tey hugtøk og
teir arbeidshættir, bú-
skaparfrødingar nýta í
sambandi við kanningar
av heilsuverkum og
verður = búskaparliga
gongdin innan føroyska
heilsuverkið seinastu
árini umørdd.
Fyrilesturin er al-
mennur.
Fróðskaparsetur
Foroya
Stutt eftir.
- Tá hugsaði eg um hund-
asjúkuna Canine Distemp-
er, men helt tað verða 6-
sannlíkt, av tí at henda sjúk-
an ikki hevur verið í Før-
oyum í so mong år.
- Tá hvglpurin aftur bleiv
sjúkur, tók eg blóðroyndir
av honum, - serliga fyri
vandamiklu hundasjúkuna
Canine Distemper.
- Fleiri sløg av virus eru
við hesi hundasjúku.
Nú skal staðfestast hvat
slag av virus talan er um, so
vitkunnu fáa koppingarevni
og koppseta hundar móti
hesi herviligu sjúku, sígur
Jórun Sumberg-Olsen.
Fjalið ikki sjåkuna
Djóralæknin heitir á hunda-
eigarar um at ansa eftir, um
hundurin verður sjúkur.
Fólk mugu ikki fjala tað,
um hundur teirrahevur fing-
ið hesa virus-smittu, tí van-
di er fyri, at sjúkan breiðir
seg.
Fleiri virustypur eru av
hundasjúkuni Canine Dis-
Vandamikil |
hundasjúka ,
Síða 9
þ
temper, og tá tað er staðfest
hvat slag hvglpurin í Fugla-
fidi hevði, verður koppset-
ingarevni sent til Føroya
beinanvegin, sigur Jórun
Sumberg-Olsen.
Dagny
Jórun Sumberg-Olsen, djøralækni: -
Tá
kanningar í Danmark hava staðfest, hvat slag
av virus talan er um, verður koppingarevni
bilagt úr Danmark . (savnsmynd)
Ø
Macintosh
Classic
FR
=- tann originala
Macintosh teldan
Tilboð kr. 7.000,-
fyri avmarkada nøgd, vani. prisur kr. 8.300,-
Z — mn Sverrisgøta 9, box 1"
= 110 Tórshavn
-Mac = Tlf. 10400, fax 10“