týsdagur 29. september 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Diktatoriskur landsstyris-
tíðindablaðið Nr. 184 — 29. september 1992
Lesarabrøv
maður-arbeiðsgevari
Nú ríður hann lágt, lands-
stýrismaðurin John Peter-
sen.
Eftir ta skriving, ið hevur
vend frammi um at hann ar-
beiðir i egnari fyritøku um-
framt landsstýrisarbeiði,
roynir hann at leiða málið
burtur frá tí ið tað snúði seg
um, og fáa arbeiðsfólk sítt
til at skriva undir eina onki-
sigandi, tápuliga yvirlýs-
ing, ið sigur meira um hann
sjálvan og teir, ið hava
skrivað undir, enn nakað
annað.
Alt tað arbeiði, ið John
Petersen ger á sínum egna
arbeiðsplássi, er so lítið vert
sambært hesi yvirlýsing, at
tað ikki tekur arbeiði frá
nøkrum, er legið, hava tit
gjørt tað umaftur? Vónandi
er tað arbeiði, hann ger í
landsstýrinum, eins lítið
vert.
Eftir tí ið upplýster, er tað
spurt millum arbeiðsfólkið
hjá J. & K. hver ið hevur
smettað, sjálvandi halda teir
tátt, sjálvandi ongin, hvat
kundu teir annað í hesum
arbeiðsloysistíðum, nei,
sjálvandi hevur ongin sagt
nakað, og størsti skaðagák-
urin er millum teir fyrstu at
skriva undir framløgdu
yvirlýsing.
Hvat munnu hesir vaksnu
menn ikki føla, ið soleiðis
blíva stillaðir skúlarætt,
vóru teir menn, fóru teir av
fundinum allir sum ein, utt-
an at skriva undir, so teir
ikki settu sínar arbeiðsfe-
lagar í eina sera eyðmýkj-
andi stóðu vid at skriva
undir, tí onkur má hava havt
ringan ráka í munninum.
Um hesin óskikkur ikki
verður steðgaður vid at ar-
beiðsgevari kallar fólk til
avhoyringar, um onkur hev-
ur dittað sær at vent sær til
fakfeløgini við spurning-
um/klagum. Hugsið tykk-
um at verda kallad inn til
forhoyr i matarhøll/messu,
um ein av arbeidsfeløgum
tykkara hevdi havt dirvi til
at klaga um okkurt, sum
hann og tit øll meintu var
galid.
Vildu tit skriva undir eina
so tåpuliga, sjålvglada yvir-
lysing?
Tá æran er tikin frá fólki,
er lítið eftir, nei, latið ikki
hetta um tykkum ganga,
latið tað ikki eydnast hesum
fakfelagsfíggindum at
spjada feløg og limir, tað
hevur henda landsstýris-
samgonga víst er teirra
fremsta áhugamál.
Nei, John Petersen, tað ið
nívir teg er at nakar skal tora
at tala tær ímóti, so skal
hann jarðleggjast, men eitt
skalt tú vita, tú kanst hvørki
keypa ella hótta Skopunar
Arbeiðsmannfelag, tað
kemur tú ongan veg við.
Vit mugu tíverri geva
skaldinum rætt, tá hann
kvødur, at tingsins gátt er
blivin ov lág, ja, í dag er hon
lægri, og tí má eg tíverri|
undirskriva
við vanvirðing
|
Marner Johannesen
Retten skal ske fyldest!
Heilt síðan í vár hevur
Heygadrangsmálið verið
fyri í »rættinum«, Lv.s. á
Parnassinum. Væl hevur
pressan boðað frá, so longu
nú dugir >Palliba< at meta
um — og dóma!
Palleba veit longu úrslit-
10, so nøkurlunda: »— pá
grund af sagens særlige
karakter —< … kann eingin
dómur verða feldur.
Ov nógv høvd høvdu rull-
að, um farið varð eftir lóg-
arinnar bókstavi, út í æsir,
so best man vera sum er, tí
bæði skyldskapur og kenn-
skapur hevur nógv at týða í
hesum pinkusamfelagnum.
Palleba er eisini kendur og
skyldur við onkran. — So lat
fara!
Meðan rætturin hevur sit-
ið, hava allir partar í sakini
gingið leysir, — hava slopp-
ið heim, á skrivstovuna og
aðrar staðir at leita eftir
fleiri skjølum — prógvum.
Einki hevur verið talað
um, at hesir persónar kundu
forfjóna próvtilfar, sum
hevur týdning fyri málið:
Sekur — ósekur!
Umframt hetta, so mugu
persónarnir eisini metast
»Oegnadir« at røkja starv
sitt, ul annað er prógvað,
men gakk! Teir eru fram-
vegis at siggja i starvsøki
sinum.
Fyri kortum varð ein kona
handtikin, sum teir gera í
»politistatum«. Sett í geglið
í fleiri vikur, uttan sam-
band við umheimin, tí
kanska fór hon at kunna
ávirka málið, kom hon í
samband við onnur...!
Stakkals kona! Stakkals
avvarðandi!
Munur er á Kong Sála-
mon og Jørgen Hattamak-
ara, sum — haldi eg — Hol-
berg tekur til onkustadni!
Tann ålvarsligasti spurn-
ingurinavøllum hevur ikki
verið umrøddur — enn:
Hvat hendir við øllum
leiðarunum, grannskoð-
arunum og annars teim-
um, ið standa til svars við-
víkjandi eftirlitinum? Teir
hava kanska uppaftur
stórri skuld í, at ólagið
sleppur at halda fram, í stað-
in fyri, at teir fingu talað at í
tókum tíma, áðrenn óreglu-
leikin var vorðin ov stórur!
Ørkymladur borgari
6. hver eysturovingur
Í vinnuloysi
32% av øllum teimum, sum eru skrásett hjá Arbeiðs-
loysisskipanini eru eysturoyingar. Í alt 705 fólk —
kvinnur og menn. Og stødan versnar dag frá degi.
Fyribils hagtølini fyri tíðina
3. til 28. august 1992 frá
Arbeiðsloysisskipanini eru
tøk. Skelkandi tíðindi, bert
eitt undur skal nú ul fyri at
venda gongdini tann rætta
vegin
Skrásett arbeiðsleys eru
uppá 1.187, herav næstan
300 eysturoyingar ella om-
anfyri 23%. Tey sum ar-
beiða í flakavinnuni og sum
fáa útgoldið arbeidsloysis-
trygging svarandi ul 32
tíma viku eru uppá 1.007
fólk, herav 428 eysturoy-
ingar ella 42,5%.
Rokna vit omanfyri-
nevndu tel saman, so koma
vit til tað úrslit, at 32% av
øllum teimum, sum eru
skrásett í Arbeiðsloysis-
tyggingini koma úr Eyst-
uroynni.
Nevndin, sum arbeiddi
vid spurninginum um ar-
beidsloysistryggingina,
kom til tað úrslit, at samlada
arbeiðsstyrkin varð uppá
21.500 fólk, og svarar hetta
til45,5% av samlaða fólka-
talinum.
Í Eysturoynni búgva sam-
bært Hagtíðindi 10.414 pr.
30.06.92, sambært hesum er
samlaða arbeiðsstyrkin i
Eysturoynni 4.738 fólk, av
hesum eru gott og væl 6.
hvør eysturoyingur skrå-
settur hjå Arbeidsloysis-
skipanini ella næstan 15%
av samladu arbeidsstyrkini,
meðan meðaltalið fyri alt
landið er uppá 10,2%.
Til sammetingar kann
leggjast aftrat, at eftir somu
útrokning er talið í Norð- !
oyggjum uppá 5%, meðan |
Suðurstreymoy er uppá 6%.
Lasse Klein
(Útvarp Føroya
- eitt manssamfelag -
Nú havi eg lurta eftir send-
ingini >45 minuttir um vet-
rarskránna<. Eg var so
spent uppá, hvat teir høvdu
at bjóða, — og sanniliga um
ta ikki er sama mannfólka-
suppa, sum gll hini árini.
Eg mótmæli hesm, eg
mótmæli harðliga hesum
mannfólkaveldi í einum al-
mennum stovni. Minst t.d.
eisini til at vit kvinnur
gjalda helvtina av lónum
tykkara. Hetta er alt ov gal-
ið.
HVÍ skulu bara menn velja
og lesa tíðini?
HVI skulu bara menn velja
plátur?
HVI skulu bara menn práta
við lurtararnar?
HVI skulu bara menn velja
og spæla føroyskar sangir?
HVI skulu bara menn um-
seta tilfar til útvarpið?
HVI skulu bara menn lesa
framhaldsøgur?
HVI skulu bara menn gera
barnaútvarpið?
HVI skulu bara menn lesa
upp úr bløðunum?
HVI skulu bara menn hava
samrødur?
HVI skulu bara menn gera
Fimmarar?
HVI skulu bara menn gera
morgunsendingina?
HVI skulu bara menn hava
poppsendingar?
HVI skulu næstan bara
menn lesa morgunandakt-
ir?
Hetta ber bara ikki til!
Størra helvtin av Føroya
fólki er kvinnur, men tað
hevur útvarpið slett ikki
Nú verður aftur høvi at
hugna sær saman við
miðvingum búsitandi
kring alt landið. Árliga
hugnakvøldiød, sum
Bygdarhúsið skipar
fyri, verður leygar-
kvøldid 10. okt. 92 kl.
19.30. Hevur tå nakad
tilknyti til bygdina, ert
tå vælkomin at hugna
tær. Skráin er fjølbroytt:
Sangur, upplesur, tón-
leikur, spurnarkapping,
lutaseðlar, døgurdi,
kaffi, køkur og dansur.
Kostnadur 160 kr. fyri
hvønn. Aldursmarkid
Miåvingar
| Úti og heima
i 6
uppdagad.
Kanska teir umbera seg
vid, at tad er lættari at fåa
menn at medvirka. Um so
er, sospyrjieg HVI??? Man
tað vera tí hesin stovnur
konsekvent í áravís hevur
ført reinan mannfólkapoli-
tikk? Tit ávirka okkara børn
og ungu til at halda, at alt út-
varpað bara kann vera
mannfólkargddir.
Rætt skal vera rætt. Har
vóru fleiri góðar sendingar
síðsta vetur og í summar,
men eg vági tann påstand, at
fleiri av hesum sendingum
høvdu verid enn betur fram-
førdar av kvinnum. Fyri ikki
at tala um, at tær eisini
høvdu sloppið at valt evni
og gjørt sendingar.
Eg forlangi at vit fáa
kvinnuligan stjóra, pro-
gramstjóra, — og helvtin av
tíðindafólkunum (ella
fleiri) skal vera konufólk, so
komu kanska eisini onnur
tíðindi við enn um fisk...
Lat so nakrar menn taka
telefonina, stóvsuga og gera
kaffi.
Eg forlangi eina kollvelt-
ing á hasum stovninum.
Eg lurti nógv eftir útvarpi,
men hatta mansveldið púra
býður ímóti. Syrg fyri at fáa
vend í.
Tí sigi eg: send stjórarnar
út at skjóta harur, — og set
dugnaligar kvinnur í staðin.
Tær eru til, um tit veruliga
vilja leita.
Ein mamma
er 20 ár. Seinasta freist
at tekna seg er miku-
kvøldid 7. okt. kl. 21.00
á tlf. 32921.
Annars skal verða sagt
frá, at fullfíggjað skrá
kemur í blaðið seinni.
Eisini kunnu vit nevna,
at til seinasta hugna-
kvøld vóru ikki færri
enn 320 fólk mett, so vit
vóna, at vit kunnu fáa
eitt gott hugnakvøld við
nógvum kátum mið-
vingum, sigur veitslu-
nevndin fyri Bygdar-
húsið.