Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 184 — 29. september 1992 Tað fyrsta ferðamaðurin sær er týdningarmikið Og Sam er ei devdsfella —Tann fyrsta ferjan, fólk loftvegis koma í samband vid er SAM. Tey skulu vanliga troka seg eftir einum yvirfyltukm dekki niður í salóngirnar, og tey kenna seg ikki trygg niðri undir, so trongt er at sleppa uppaftur. Hetta eru umboð fyri fóroysku ferðavinnuna á einum máli um Aftaná ferðavinnustevn- una Travel Mart á Akur- eyri í seinastu viku, savn- aðust føroyingarnir, sum høvdu verið við og pråt- aðu um hvat tey høvdu fingið burturúr. Og prátið kom sjálvsagt inná viður- skiftini hjá ferðafólki í Føroyum. Hóast føroyska ferda- vinnan i mong år hevur staðið ógvuliga spjadd, so hevur hon endiliga funnið saman, og á ferðavinu- stevnuni var Føroyar ein eind og ikki bert básar av einstaklingum í hervilig-- um sjálvdrátti. Øll í ferðavinnuni eru samd um, at Sam er fullkomiliga óegnaður til siglingina um Vestmanna- sund. Hann er beinleidis ein skomm fyri føroysku ferðavinnuna. Deyðsfella --Tað er ikki loyvt at sita í bilunum meðan siglt verður, men eg sigi fyri mín part, eg kenni meg nógv tryggari á dekkinum, enn niðri undir. Har hevur ein so møguleika at sleppa av skipinum, skuldi okkurt hent, segði ein ferðavinnumaður innan loftferðslu. --Kemur eldur í á dekkinum, og panikkur kemur í niðri undir, so verður ringt fyri ikki at siga Omøguligt at sleppa upp, segði hann. Fyrsta sjónin --Tað fyrsta ferðafólkið sær ella upplivir í einum landi, kann verða alt av- gerandi fyri hvussu tað upplivir landið og um tað kemur aftur, ella tosað positivt um tað landið tað hevur vitjað. Tí er Sam undir allan kritikk, og vit mugu fáa eitt nýtt skip sum skjótast, segði ein annar ferðavinnumaður. --Hetta er eisini galdandi aðrastaðir í samfelagnum. Ein súr og tvør banka- dama, kann oyðileggja alla ferðina hjá fólki. Og tílíkt eigur ferðavinnan at vísa fólki á. Tí vit mugu ikki gloyma, at ferðafólk leggja pengar eftir seg, kenna tey seg væl í einum landi. jústinus Feroya Banki stuðlar minnið um Mikkjal á Ryggi Í sambandi við at Føroya Banki hevur virkað hålvthundrad ár í Vágum, hevur bankin latið eina peningagávu til ar- beiðið við at varðveita yrkingina, sum Mikkjal á Ryggi høgdi í helluna í Hýsisá Jóanis Nielsen, deildar- stjóri í Vágum, hevur hand- að Regini Poulsen, bygda- ráðsformanni í Miðvági, ein gávukekk uppá kr. 50.000 til endurbøtan av yrkingini, sum eitt av okkara stóru skaldum, Mikkjal á Ryggi, høgdi í helluna i Hysiså í Miðvági. Mikkjal Dánjalsson á Ryggi varð føddur 17. ok- tober 1879 og doyði 20. ok- tober 1956, 77 ára gamal. Hann var bóndasonur úr Miðvági. Men Mikkjal á Ryggi mundi vera meira listarmadur enn hann var bóndi. Hann faldi seg meira á heimavelli, tå hann tekn- aði, málaði, stappaði út fuglar, skrivaði og yrku. Og nógv eru verkini efur hann. Ikki mundi vera væl dámt av bygdarfólkinum, tá Mikkjal — í hoyna 1909 — lá uppi í Hýsisáeina heila viku í besta hoyterra og høgdi hesi orð niður í helluna: Vatnið vinnur harðar hellur, slættar niður fjøll. Líggin gongur, grasið fellur, fella vit so øll. Stirðnar blóðið, steðgar hjartað, legst enn maður lík, Sálin í Guðs himni bjarta livir fræls og rík. Í hoyna 1909 MåR Yrkingin sæst enn, mener illa farin. Tí hevur Føroya Banki valt at stuðla arbeið- inum við at endurbóta yrk- ingina í helluni. » FÅ Kvinnuhúsið Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvønn - hósdag frá kl. 19.00—21.00, inngongd hjá KFUM, undir Pisuvarða 2, ella á tif. 17200. Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá ki. 15.30—17.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag frå kl. 15.30—7.00 á morgni. Bjarti Mohr, stjøri Vit hava onga rokning fingið Islendska útvarpið boðaði frå leygardagin, at Fiskasølan hev- ur fingið tollrokningina frå EF fyri ólógligu rækjurnar Sambært íslendska útvarpinum, so skal Føroya Fiskasøla hava fingid rokningina uppå 60 milliónir krónur frå felags- marknaðinum fyri triðja- landsrækjurnar, sum før- oyingar hava selt sum føroyskar, og harvið sloppið munandi bíligari í tolli. --Vit hava onga rokning fingið, sigur Bjarti Mohr, stjóri á Fiskasøluni. /erður tað Fiskasølan, sum fær og skal gjalda hesa rokning? --Tað kann eg ikki úttala meg um i løtuni. Tad er hetta målid alt og um- fatandi til, sigur Bjarti Mohr. EF sendi eina kanning- arnevnd til Føroya, at kanna hvagan rækjurnar, sum føroyingar útfluttu, stavaðu frå. Samsvar var ikki millum tað føroysku skipini veiddu og tær nøgdir, sum vórðu útflutt- ar. Landstyrid syrgdi fyri, at EF-embætismennirnir sluppu at arbeiða ótarnaðir og teir fingu atgongd til øll skjól. EF kann ikki góðtaka, at rækjur fiskaðar í Kanada uppá lisens hava føroy- skan uppruna, heldur íkki rækjur keyptar frá russum og hagreiddar í Føroyum. Triðjalandsrækjur verða tollaðar harðari enn upp- runarækjur. jústinus Jóanis Nielsen, deildarstjóri i Føroya Banka, handar Regini Poulsen, bygdaráðsformanni í Miðvági, stuðulin. Myndiner tíkin við helluna í Hýsisá, har yrkingin er høgd niður í. Myndatakari: Alex Vilhelm