Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. oktober 1992síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Peter Skaarup, stjórnarlimur í Den Danske Bank: Neyðugt við meira p - Hóast stjórin í Føroya Banka í gjár segði við Sosialin, at tað helst ikki var neyðugt at seta meira pening í Føroya Banka í ár, váttar stjórnarlimur í Den Danske Bank, at tað kortini verður neyðugt Tøgnin um vidurskiftini í Føroya Banka, hevur fingið fólk at órógvast. Nógv eru bangin fyri at peningurin ikki er tryggur í Føroya Banka, m.a. av tí at nógv umrødda tðinda- skrivið frá Den Danske Bank, ongantíð kom fram. Peter Skaarup, stjóri og stjórnarlimur í Den Danske Bank, sigur við Sosialin: - Fólk hava als onga grund til at kenna seg 6- trygg. Peningurin er eins tryggur í Føroya banka í dag, sum áður. - Verður neyðugt at seta meira pening í Føroya Ban- ka, so verður tað gjørt. Nær verður tað neyðugt? - Trýstið er ógvuliga stórt í løtuni, og tað verður neyð- ugt at seta meira pening í Føroya Banka í ár. Hvi kom nógv umrødda tíðindaskrivið frá Den Danske Bank ikki fram? - Vit hava stutt sagt ikki skrivað nakað tíðindaskriv. Ikki í somu stødu Okkara sjónarmið er, at Føroya Banki als ikki er í somu stóðu sum Sjóvinnu- bankin. Tí er eing'r grund hjá okkum at senda út tíðindaskriv, um viðurskif- tini í FøroyaBanka. Tey eru óbroytt. Tað, at tað verður neyð- ugt at seta meira pening í Føroya Banka, halda vit ikki verða grundarlag fyri at halda náttarfundir um í Statsmálaráðnum. Hvørt Føroya eru settar undir umsiting, vil eg als ikki gera viðmerkingar til. Peter Skaarup: - Tað sum alt snýr seg um, er, at Den Danske Bank eigur 60% av Føroya Banka, og kemur bankin í fíggjarligar trupul- leikar, verða teir ikki við- gjørdir í Statsmálaráðnum, men í Den Danske Bank, ið hevur ábyrgdina fyri mál- um, sum hoyra til Føroya Banka. Er figgjarstødan í Før- oya Banka góð? - Figgjarstødan er sjålv- andi merkt av figgjarligu kreppustøduni i Føroyum. Avleidingarnar verda sum sagt, at Den Danske Bank noyðist at seta meira pening í bankan. Eru tit nøgdir við leiðsl- una í Fóroya banka? - Vit eru væl nøgdir við leiðsluna í bankanum. Tey viðurksifti, sum nú skapa trupulleikar, kunnu vit ikki lasta leiðsluna fyri. - Verður leiðslan tann sama, tá tit hava sett meirc pening í Føroya Banka? - Leiðslan verður tann sama frameftir. Fara ikki i blødini vid slikum Annars hava vit tað sjón- armið í Den Danske Bank, at vit ikki upplýsa um ávís bankamál, ella fara í blødini við slíkum. - Hvørki tá talan tíðindablaðið B | Sk luri ] Nr. 193 — 10. oktober 1992 eningi í ár er um starvsfólk í banka- num, ella um peningamál, sum privatpersónar hava í okkara banka, sigur Peter Skaarup, stjóri í den Danske Bank. Dagny Kassapeningur Lånsbrøv Pantibrøvv.m. ..… Partabrøv v.m NOWVBENA kr. 3.141 (1.000 kr.)) 8. Utån: 8.2. Vekslar 8.3. Byggilån 8.4 Vedblån 8.5. Onnur utlån Utlån tilsamans Åbyrgdir….. 10. Fastar ognir 11. Búnýttur.... 12. Aðrir skuldarar 13. Kostnaður .... Ogn tilsamans DR JAKOBSENSGØTA 3 | um DH: VR v/ Valbjøri: Laisgard tin MÅNADARJAVNI pr. ultimo september 1992 Danmarks Nationalbank Bankar og sparikassar innanlands Utlendskir bankar v.m. (Av hesum egin partabrøv nom 8.1. Utlån vid heimild til skiftandi nytslu (Egin partabrøv millum trygdir unir 8 og 9 eru nom. kr. 3.974 (1 000 kr )) Keyp av fremmandum valuta á termin Av hesum tikið við i javnað Keyp av virbisbrøvum á termin v.m 0 Av hesum tikið við í javna 0 1.000 kr. 1.215.430 134.107 . 59.566 . 1.357.863 334.750 3.101.716 815.328 80.375 15.900 57.235 61.002 4.724.199 469.670 SANS NO TE rf [EO AP