leygardagur 10. oktober 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Et
£
&
Nr. 193. — 10. oktober 1992
tidindabladid
Jensa Maria Joensen å Akureyri
Her kann ed
eisini trivast
—Eg haldi, at fólk fáa eins nógv fyri oengarnar í Íslandi sum i
Føroyum, sigur Jensa Maria, hon flutti til Akureyri fyri trimum
árum síðan
Føroyingurin er sum hav-
hesturin hann finst alla-
staðni í heiminum. Hetta
er ein "standard" inngang-
ur ul eina grein um før-
oyingar sum búgva uttan-
landa og hann hóskar ei-
sini ul vágsgentuna Jensu
Mariu, sum býr á Akur-
eyri.
Sosialurin hitti Jensu
Mariu á ferðavinnumess-
uni, Travel Mart á Akur-
eyri herfyri. Hon er ein
ung dámlig genta, sum er
løtt at tosa við og hóast trý
ár í íslandi, so hevur
sterka jaw a-målid ikki
rinið vid reina vágsmálið.
Romantikkur um-
borð á Norrenu
-Eg arbeiddi umborð á
Norrønu og tá hitti eg
mannin, Gunnar, hann
arbeiddi sum kokkur um-
borð. Hann er av Akur-
eyri. Nakað seinni av-
gjørdu vit at flyta til Ís-
lands, sigur Jensa Maria.
—I løtuni arbeiði eg á
einum slåturvirki her á
Akureyri. Tað er eitt ar-
beiði, ein kann gera eina
tíð. Men eg ætli at fáa
mær eina útbúgving. Vit
ætla at flyta til Danmarkar
aftaná nýggjár og tá fari
eg á Handilsskúla, sigur
Jensa Maria Joensen.
Ongan skatt
-Eg arbeiði ikki fulla
tíð, men eg rindi heldur
ongan skatt. Her í Íslandi
er tað soleiðis at tú kann
vinna upptil 6000 krónur
um mánaðin skattafrítt.
Vinnir tú omanfyri 6000,
so skal tú gjalda skatt, eg
haldi, at skatturin er nakað
lægri enn í Føroyum. I
Islandi er tad soleidis at
ein antin må vinna nidan-
fyri 6000 krénur ella
omanfyri 15.000 krénur
fyri at tad skal loysa seg,
sigur Jensa Maria
Joensen.
Fall skjótt til
—Eg fall rættuliga skjótt
til her á Akureyri. Her er
alt ein kann hugsa sær, og
tað kann ein ikki siga um
Vág. Eg haldi, at eg lærði
eisini málið skjótt og eg
eri væl móttikin. Her er
veðurgott, tó rættuliga kalt
um veturin. Eg haldi íkki
at vit hava so nógv ar-
beiðsloysi, nógv arbeiða á
flakavirkinum, sigur Jensa
Maria.
jústinus
Síða 9
Øllum tykkum, sum vid blémum og tele-
grammum gleddu okkum á hjúnabandsdegi
okkara tann 8.8.92, takka vit hjartaliga.
Astrid og Tummas Jóhannessen
Ishøj
Einastandandi gott BINGO
byrjar i Sosialinum um bert fåar dagar
“Mintust tit til haldaragjaldið...“
Fakfeløgini og
arbeiðsloysis-
grunnurin
Spátt verður, at arbeiðs-
loysið fer at vaksa mun-
andi í komandi tíðum.
Væntast kann tí, at inn-
gjaldið til arbeiðsloys-
isgrunnin ikki fer at
røkka til. Ein loysn er tá
at hækka inngjaldið, ein
loysn, ið vil koma sera
illa við hjá mongum.
Undir viðgerðini, tá
arbeiðsloysisgrunnurin
skuldi setast á stovn, var
frammi, at nógvar
milliónir krónur ár-
liga verða fluttar til fak-
feløgini, hesin peningur
stavar frá rentu ið verður
tilskrivað fritidarlønar-
kontounum.
Ein onnur loysn fyri at
styrkja arbeidsloysis-
grunnin er tí, at tað við
lóg verður ásett, at hesin
peningur fer beinleiðis
til arbeidsloysisgrunn-
in.
Fakfeløg, vísið nú
vælvild, og takið undir
við hesum uppskoti.
Frøist yvir tey ár tit
fingu hetta góða ískoyti,
og frøist enn meira yvir,
at tit hava ein møguleika
at lætta um byrdarnar
hjá limum tykkara.
Eitt annað gott ískoyti
ul arbeiðsloysisgrunn-
in, er um tann peningur,
ið Føroya landsstýri
hevur útgoldið til fakfe-
løgini at nýta í sambandi
við arbeidsloysi, men
sum heimild ongantid
hevur verið at útgjalda,
nú verður fluttur til ar-
beiðsloysisgrunnin.
K.S.
sið í soslalinum
Ófryst seyða-
kjøt bannað
Í samband við greinina við høvdu fyrr í vikuni, um
at Gudmundur Haldórsson úr Húsavík ætlaði at selja
føroyingum ófryst seyðakjót, hevur landsdjóra-
læknin Áki Mortensen sett seg í samband við
okkum. Hetta hendi híosdagin. Hann sigur, at tað
sambært kunngerð als ikki er loyvt at innflyta ófryst
seydakjøt.
—Hetta kemst av handilsligum orsøkum og ikki av
smittuvanda. Vit innflyta ófryst neytakjøt. Skal
seydakjøt innflytast ófryst, so må kunngerdin broyt-
ast, sigur landsdjóralæknin.
Vit fara at skriva meira um hetta í komandi blaði.