Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. oktober 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 tíðindablaðið Sosialurin Nr. 193— 10. oktober 1992 Tíðindaskriv frá Filmsfelagnum: Leygarkvøldsfilmar i Sjónleikarhúsinum Leygarkvøldid hin 10. oktober sýnir Filmsfelagið tríggjar film- ar i Sjónleikarhúsinum. Talan er um sonevndar low budget filmar, t.e. filmar, id ódýrir eru at gera. Filmarnir eru tiknir i Paris, Helsinki og Amsterdam. Filmshugað, ið enn ikki eru limir í felagnum, kunnu innskrivast við dyrnar. How lo survive a broken heart Hetta er søgan um nøkur ung fólk í Amsterdam, sum vinna ti dagin og vegin við sviki og tilvildarligum ar- beiði. Tá Nola rýmir frá DC — soleiðis verður hann nevndur — fer hann í holtur vid heljarkoyring. Hetta er hættislig koyring, fyriskip- aðav peningaspælarum; við rúkandi ferð verður koyrt skeivu (vinstru) megin, gjøgnum allan byin. Sum vera man, far koyringin stundum brådan enda. Per- sónurin DC ætlar sær til Hollywood við vinmann- inum Clay, men megnar ikki at gjalda ferðaseðilin. Hin vegin er Clay, sum er farin at fjeppast uppii Ginum, ikki serliga hugað- ur at fara avstað. Gina koyrir hýruvogn og eftir ástarleik við Frank er hin góða Gina við bam. Nú ætlar Frank at rýma. Tá so DC fær frænir av, at næsta heljarkoyringin er avtalað frammanundan, ætlar hann at fáa russaran Giro at koyra fyri seg. >How to survive a broken heart< er ein sonevndur low budget filmur. Samlaði kostnaðurin var um 250.000 krónur, neyvan meira enn fyri ráfilm og framkalling. Tey, ið gjørdu filmin, arbeiddu í 10 dagar! Leikstjórin er hin 34 ára gamli hálendingurin Paul Ruven. Filmurin er tíkin í Amsterdam í 1990 og varar 84 min. Filmsfelagið sýnir >How to survive a broken heart< í Sjónleikarhúsinum leygar- dagin hin 10. okt. kl. 18.00. Bohemeliv í Paris Í París hitta vit teir triggjar vinmenninar Rodolfo, ið er albanskur flótti og lista- maður, Marcel, ið er fransk- ur yrkjari og Schaunard, ið er írskt tónaskald. Allir halda teir seg vera megnar listamenn, trupulleikin er bert, at teir eru rættuliga einsamallir um hesa fatan. Tí eru teir stødugt í penga- neyð. Teir liva eitt satt bo- hemelív, og hendir tað seg, at teir fáa fatur á pengum, oyðsla teir alt burtur í brennivíni — tó stundum verður nakað av máling og bókum keypt Drukkið verður hitt dýrasta slagið og brátt er peningurin uppi og so liva stórbýarfrændur okkara aftur í størstu ar- móð. Tær vøkru Mimi og Musette, sum eru uttan av landinum, búgva eina tíð hjá teimum. Ikki fyrr enn Mimi gerst álvarsliga sjúk, fata listamenninir lívsins álvara. >Bohemelív í París< er ein nýggj tulking av skald- søguni »Scenes de la vie de Boheme<, sum Henry Murgers skrivaði í 1848. Tónaskaldið Puccini bygdi eisini operu sína >La Bo- heme< á hesa somu søgu. Filmurin er tíkin í París í 1992 og varar 100 in. Films- felagið sýnir >Bohemelív í París< í Sjónleikarhúsinum leygardagin hin 10. oktober kl. 20.00. Gentan við svåvulpinnunum Iris droymir um at hitta prinsin å hvita hestinum, sum skal bjarga henni úr tí gráa og vónleysa gerandis- degnum. Hon arbeiðirá eini verksmiðju, sum ger sváv- ulpinnar. Iris býr heima hjá smápimpandi mammuni og ódámliga stjúkpápanum. Tá månadarløn hennara kem- ur, stjala tey bæði gomlu meginpartin. Men ein dagin keypir Iris sær stás og fer í býin. Tá hittir hon ríkmann- in Aarne, sum hon fer heim við. Morgunin eftir er hann horvin, men nakrir penga- seðlar liggja við songar- stokkin. Hóast eyðmýkt, roynir Iris at hitta Aarne aft- ur, men hann vil ikki vita av henni. Tá hon seinni gerst greið yvir, at hon er við barn, velur hon bert at líta á seg sjálva og kemur burtur úr fløkjuni á ein heilt óvan- liga hátt. Filmurin er hin tridi í rgð- ini um finskar gerandislagn- ur í dag. Hinir báðir »Skuggar í Paradisi« og >Ariel< eru áður sýndir í Filmsfelagnum. Filmurin um >Gentuna við svávul- pinnunum« er tíkin í Hel- sinki í 1990 og varar 70 min. Filmsfelagið sýnir >Gent- una við svåvulpinnunum« í Sjónleikarhúsinum leygar- kveldið hin 10. oktober kl. 22.00. Aki Kaurismaki Tad er hin ungi og gåvuriki finnlendingurin Aki Kau- rismaki, sum hevur leik- stjórnað = filmamar um »Gentuna vid svåvulpinn- unum« og »Bohemeliv i Paris«. Hann telist millum fremstu leikstjórar í dag og verður javnmettur við Wim Wenders og Jim Jarmusch. Kaurismaki er sjálvlærdur og hevur gjørt hópin av »low budget< filmum. Sjálvur sigur hann, at fyri- myndirnar oftast eru Bress- on, Bunuel, Huston og Kurosawa. Ofta tekur hann hugskot úr ødrum filmum og á ein nýskapandi hátt gerhann tey til síni egnu. Tiltøk frameftir Filmsfelagið fer framyvir at hava sýningar í Sjónleikar- húsinum leygardagar. Fyri børmum um dagin (kl. 16.00) og fyri vaksnum um kvgldið. Sum eina roynd fer felagið at sýna tríggjar barnafilmar í oktober. Um eina góða viku, hin 17. ok- tober, verður klassikarin »Skattaoyggin« sýndur. Filmurin byggir á gitnu søg- una hjá Robert L. Steven- son. Talan er um eina nýggja upptøku frá 1990 har m.a. Charlton Heston er við og leikstjórnina hevur son- urin Fraser C. Heston um hendi. Ein sonn fagnadar syning fyri alt húskið! Nyggir limir kunnu tekna seg í sambandi við syning- arnar, ella við at seta seg í samband við Filmsfelagið, Postsmoga 2118, 165 Argir. Árliga limagjaldið er 50 kr. og tå er fyrsta sýningin 6- keypis. Ummæli av Mini fyrstu år Utgevari: Føroya Spari- kassi, 1992. Bókin er stór og vøkur á at líta, litføgur og væl inn- bundin við stívari permu. Hon hevur júst tær tekning- arnar, flest øllum mammum dámar: fittar og ósekar við nógvum sloyfum, blómum, firvaldum og bamsum. Og so tað, at bókin er »føroysk« og at ongar prent- og stavi- villur eru — tað er tað posi- tiva. Sidani koma vit til tær negativu síðurnar. At bókin er føroysk, tað er so nógv sagt. Tað er heldur ein meir ella minni føroysk umseting sum ein utlendskur lista- maður hevur prýtt. At hann er útlendingur sæst á síð- unum Mín fyrsti jólaaftan og Mínar jólagávur, har báðar síðurnar eru umgyrd- ar vid tistlum, sum avgjørt ikki er nakad føroyskt ser- eyðkenni. Als einki serfør- oyskt kemur fyri í bókini, uttan altso Bassin, sum hev- ur fingið sítt dominerandi pláss á hvørjari einastu blaðsíðu. Tekningarnar tykjast at fylla í so nógv — fotomyndir av barninum líkasum hvørva ímillum bamsur og Bassar. Eitt sindur um kvenn/ kallkyn. Tað sær keðiligt út í einari slíkari >persónlig- ari< bók at hava fødd/ur við, og eru her fleiri aðrir møguleikar, ið kundu verið nýttir. Eg varð fødd/ur kundi verið Fødingardagurin var ella Eg sá dagsins ljós. Eg var cm lang/ur kundi ver- ið Eg var = cm. Eg varð doypt/ur kundi verið Dóps- dagurin ella Eg fór til dóp- in. So stór/ur var eg kundi verið Stødd min. Hesum eri eg vaccineraðlur ímóti kundi verið Koppsetingar mínar ella bert Koppset- ingar. Á síðuni Her eri eg! verð- ur skrivað gramm og cm. Har átti gramm at verið stytt gr. ella cm at verið skrivað centimetrar, kg. skrivað kilo, kl. skrivað klokkan. Eitt orð er komið skeivt fyri á síðuni Eg varð doypt/ ur. Á næstu reglu stendur tann og átti her helst at stað- ið navn. Mín ættartalva er prentað á tveimum síðum so bæði tini hvørva. Hetta er 6- heppid og kundi teksturin verið prentaður á aðrari síð- uni. Ættartalva kundi verið ættartræ, sum eisini tekn- ingin avmyndar. A síðuni So stór/ur var eg áttu tølini at hóska betur til føroysk viðurskifti. Í staðin fyri 1. dagin, 3 mør.,6 mør., I ár skuldi tað staðið 7. dagin, 5 vikur, 5 mør., 10 mør., 15 mør. Tað eru ikki allastaðni i landinum heilsusystir vitjar — og stór- ur vandi er fyri at hon verður spard burtur — so betur hevði verið um hesi tól høvdu fylgt læknakanningunum. Bókin er bert 26 síður har aðrar útlendskar bøkur av sama slag eru uml. 46-48 síður. At bókin er stór (21x30 cm), merkir ikki at hon hevur stórt innihald, tvórturímóti. Tað er bert pláss fyri fýra myndum av barninum, so ein noyðist at líma myndirnar út yvir tekn- ingarnar. Kannar ein aðrar slíkar bøkur ella spyr ein mammur at fleiri børnum, fær ein eina hóming av, hvussu nógv kundi verið pláss fyri afturat, t.d. kundi ein síða verið til yvirskriftir úr teim ymisku dagblødun- um um tað mundið, barnið varð føtt. Meira kundi verið um dópin, t.d. sálmarnir, ið sungnir vóru, hvørjir gestir- nir vóru, hvat teir fingu at eta, hvussu veðrið var og minni um gávurnar. Ein síða kundi verið um barnið tá ið tað smílist fyrstu ferð, tá ið tað grulvar, situr, stendur 0.a. Eisini vantar nakað um bøkur, sýgur, sangir og barnið hevði kunnað slopp- ið at tekna á einari síðu. Á síðuni Mínar = tenn kundi verið spurt, hvat tannlæknin segði, tá ið barnið vitjar tannlæknastovuna. Ein síða kundi verið til fyrstu ferð barnið rerðast, um stevnu ella Olavsøku, tá barnið er í bað, um húsini har tað býr, um djór og sjónvarp, um tá ið barnið >hjálpir<, um tá tað ger ónáðir og mangt, mangt annað. Vælvitandi um, at foreld- ur ikki altíð hava so góðar stundir og kanska við fleiri børnum ikki so væl fáa upp í lag at skriva, kundi tað verið betur lýst hvat skrivast kundi, so bókin harvið gerst greiðari at fylla út. Samanumtikid ein ófull- fíggjað bók, ið mætur pen- ingastovnur gevur út ókeyp- is, í Orættvisari kapping við bókhandlarnar um teir mongu nyfødingarnar. Juli Hansen Framhald av sidu 4 heilsugóður matur, sum eiga at vera fastur táttur í kostarhaldinum, sigur Sig- rid Dalsgaard sum heldur, at hesir vgrubólkar nú eru komnir í eina rímiliga prís- legum, og sølan er eisini vaksin heilt nógv. Tí heldur hon tað vera stórt spell, at júst hesar vørurnar dyrka mest. Millum tey målini, stjórnin nú arbeiðir vid er sambandið til limirnar. Sigrid Dalsgaard sigur, at stjórnin arbeiðir nú við at finna onkra skipan, so limatilknýti til Keypssam- tøkuna gerst tættari. tór.-