leygardagur 10. oktober 1992síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
a
SKÆVT ru
eee
Nr. 193. — 10. oktober 1992
Las nå um dagarnar, har
Olaf Olsen skrivar at samfe-
lagið steðgar upp, ja innan 1
mør., tí fari eg at spyrja teg,
um tit ikki hava sæð tað fyrr
enn nú, so Gud forbarmi
seg. Høvdu tit lurtað eftir
teimum, sum hava skrivað
og tosað um partrolingina
og hvussu oyðileggjandi
vápn tað er fyri fiskastovn-
in, so hevði staðið betur til í
okkara landi í dag. Men nú
ertað ov seint at gera nakað.
Flakavirkini fáa onga rá-
vøru og eru noydd at lata
aftur og skip fara av knór-
anum, tí ongin fiskur er at
fáa. At javnaðarflokkurin
skal hava stuðlað tykkum í
hasum, tað kemur eisini at
kosta teimum nógv.
Fólkaflokkurin hevur ein
góðan mann, sum eitur
Birgir Danielsen, tað haldi
eg. Hann hevur rópt um
hetta í eini 10-15 ár, men
eingin hevur lurtað eftir
honum, men nú svimja
nakrir smáupsar eftir og nú
vaknar tú sum ketta upp úr
høvdatrogi. Hevdi ikki par-
trolingin komið á okkara
grunnar, so hevði staðið
betur til í okkara landi í dag,
men tú saman við Ossa
hevur oytt alt. Eg minnist
væl, tá bátarnir fóru at fiska
upsa undir Føroyum í fimti-
árunum, tá var nógvur upsi
og hartil stórur, ja, teir
komu upp til 43000 pund
um dagin við hondsnellu, 6-
7 mans. Men nú skalt tú
hava 12 ul 14 datastýrdar
snellur fyri at fáa 2 til 3 tús-
und pund av smáupsa, sama
slag sum man fek á Galvin-
um tá eg plagdi at dyrgja
sum smádrongur. Og eitt
vita vit, sum hava livað av
fiskaríi, at snellan hevur
tíðindablaðið
Grát mítt elskaða land
ikki fiskað hann upp og
línan hevur ikki oytt okkara
grunnar. So at seta ein mann
til fiskariministara, sum
einki annað hevur sæð uttan
mold og eyrlastbilar og
breytir, tað er toppurin. Ikki
haldi eg at hann skal end-
urnyggja útróðrarflotan,
men tað hevði verið betur at
Føroya fólk endurnýggjaði
tykkum úti í Nesinum.
At javnaðarflokkurin
skuldi svíkja sínar veljarar
so nógv, tað var tað síðsta,
eg droymdi um, tit hava
mist nógvar veljarar av
Jóannes Eidesgaard. Áðr-
enn hann kom inn á ting
kundi man vera sjúkur í Før-
oyum, men nú steðgar alt
upp, bert tí hann noktar
Landssjúkrahúsinum 15
milj., kanska tú ert frískur
og ikki tørvar læknahjálp,
men vit, sum hava merkt
>Her lades hábet ude<
Í longri tíð hava nógv fólk
áhaldandi við greinum og
lesarabrøvum víst á at 6-
dugni og ørvitisskapur í
landsins politisku umsiting
fór at forkoma tilveru før-
oyinga, um ikki annað
skinn varð tikið um bak, tó
mugu vit ásanna, at av hes-
um fólkum teljast bert fá,
sum skriva okkara hálval-
mennu blød, ið sum kunn-
ugt fáa løgtingsstudning til
»politiska upplysing«.
Vit skulu allarhelst leita
tillond, har einarædi valdar,
og heilavask er dagligur
kostur, fyri at finna nakað,
sum kann minna okkum um
ta politisku upplýsing, vit
mugu liva við, og sum ger
okkum byttari og byttari
fyri hvønn dag, sum gong-
ur.
Í einum lesarabrævi fyrst
í 1989 spáddi ein maður, at
Føroyar fóru falitt, og at tað
almenna fór á heysin, og nú
í 1992 er so tað hent, sum at
kalla hvørt mansbam vid
piprandi hjarta hevur sæd
før at henda:
Føroyar eru bædi figgjar-
liga og politiskt tiknar undir
administratión, og frykt-
andi er fyri, at hvar ein
skriða er lopin, er onnur
væntandi.
Fyri tveimum døgum síð-
ani skrivaði Thomas Ara-
boð, landsstýrismaður, í
»Sosialinum«, at vit fara at
fáa tað lættari, tá ið lands-
bankin fær fótin fyri seg, og
í gjárkvgldið hoyrdu vit
hann í einari telefonsam-
rødu við útvarpið. Tá rann
sitatið »Her lades håbet
ude« mær i hug.
Í dag skrivar »Sosialurin«
millum annað:
>Og nú kom so kreppa í
okkara peningaheim. Frá
javnaðarfloksins = síðu
kann vísast á, at um lands-
bankin var komin í sjeyti-
árunum, tá ið flokkurin
argumenteraði harðast
fyri honum, so var henda
kreppan, vit hava í dag,
óteinkilig, og nógv av
teimum veðhaldum, sum
gjørdust effektiv í áttati-
árunum, høvdu eisini ver-
ið óteinkilig...<
Hóast hetta er greið tala,
er tað valla nakar føroying-
ur við vanligum skili, ið fat-
ar eitt orð av tí, sum her er
endurgivið, og tessvegna er
tað sjálvsagt krav, at blaðið
gevur okkum frágreiðing,
sum øll vanlig fólk skilja,
eina frågreiding um:
1. Hvussu ein landsbanki
hevdi kunnad stedgad
løgtinginum í lóggev-
ing um veðhald.
2. Hvussu ein landsbanki
hevði kunnað steðgað
landsins hægstu umsit-
ing at veitt persónum,
feløgum o.ø. lands-
kassavedhald.
3. Hvussu ein landsbanki,
nógv til tína ómenniskjans-
liga atburð ímóti Lands-
sjúkrahúsinum, fara ongan-
tíð at gloyma tær tað aftur.
Var nógv har suðuri í
summar. Á tí deildini, sum
vit vóru á, var pláss fyri 16
sjúklingum. Har vóru ikki
færri enn 36 sjúklingar. Eg
ynskti at tú var millum
teirra, so hevði tú sæð stød-
una, tað var sum í eini fullari
seyðarætt. Men tað arbeiði,
sum sjúkrasystrar og læknar
gjórdu, var nakað so
fantastiskt, at tað kann ikki
beskrivast. Eg rokni ikki við
at tú hevði viljað arbeitt
undir sovorðnum korum, so
okkara atkvødur fáa tit ikki
aftur.
Símin Poulsen
Oyndarfjørdur
um hann varð stovnað-
ur í sjeytiårunum, hevði
klárað at sloppið
okkum undan krepp-
uni, sum nú hevur tikið
um kvørkrarnar á hvørj-
um føroyingi.
4. Og hvi landsbankin,
sum varð stovnadur i
åttatiårunum, tå ið mest
leikadi å vid ørum al-
mennum veðhaldum,
ikki megnaði at gera
effektiv veðhald í ótald-
um milliónum ó-
teinkilig.
Sum sagt, vit eiga at fáa
greiða og lættskiljandi frá-
greiðing um, hvussu ein
landsbanki í sjeytiárunum
hevði sloppið okkum undan ;
katastrofuni, sum við brota-
sjógvamegi hevur rámað
okkara samfelag.
8.10.92
Heri Mohr
Birgir og Ingeborg hond í hond
Ikki óvæntað sóu vit nevnd-
arformannin í Sjóvinnu-
bankanum greiða fólki frá
at hann onga skuld hevði av
omanlopinum í bankanum.
Óskiljandi vánaligi sjón-
varpsmadurin »gloymdi«
at spyrja Birgir, um tad ikki
var bankin, sum hevði lænt
til óteljandi handilsbygn-
ingar, sum bankin hevur
mist einar 5-7 mill. pr. stk.
uppá, umframt hotell fyri
fleiri ferðir hetta, umframt
óteljandi onnur projekt,
sum tað almenna onga
ávirkan hevur havt á, men
einans bankans meting hev-
ur verið avgerandi. Alt ann-
að er uttanumtos.
Somuleiðis hava vit hoyrt
form. í F.A. hvgrja viku í
sjónvarpinum boðað frá, at
landsstýrið hevur viðvirkað
at nidurfiska fiskastovnar-
nar við ov nógvum patrolar-
um, og hvussu stóran skaða
hesir partrolarar gera fyri
landið. Hetta eru fleiri helst
eisini samd um.
Men tað sum fær bikarid
hjá mær at flóta yvir, er tá
Ingeborg í næstu sending í
sjónvarpinum boðar frá, at
F.A. fer at taka sín pening úr
bankanum, um ikki bankin
koyrir allar teir partrolarar
út aftur, sum nú liggja, so
hesir aftur kunnu halda á at
partrola eftir trýsti frá Inge-
borg og F.A.
Soleiðis hava hesi bæði
alt árið skiftivís troðkað seg
fram at sjónvarpinum.
” Álvaratos,haldatitat van-
ligi føroyingurin ikki langt
síðani hevur gjøgnum-
skoðað tykkum?
Tann spyrjandi
Síða 15
FJARÐA HÚS
Í sambandi vi við | fødingardagin
hava vit hesi si serligu tilboð
leygardagin 10: BR -
Fyri hvørja
; Støkkid inn á gólvið!
Vit bjóða tygum ókeypis kaffimunn,
ella SAMHUGA kakao.
Eisini fæst ókeypis smakkur
av TOP leskidrykki!
Sosialurin
ut hóast
verkfall
Hóast Útvarpið og Sjón-
varpið verða rakt av verk-
fallinum, so kemur Tíð-
indablaðið Sosialurin út
allar dagar, sum vanligt.
Útvarp Føroya og SvF
hava søkt Starvsmanna-
felagid um undantaksloyvi,
men hetta varð noktað
loftmiðlunum, hóast nógvir
aðrir stovnar hava fingið
undantaksloyvi.
Eftir hvat skilst, so verður
postflutningurin ikki tam-
aður av verkfallinum, og tí
kunnu allir haldarar fáa
blaðið, eins og møguleiki
verður fyri at keypa Sosial-
in í handlunum kring land-
ið.
Dagny