Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. oktober 1992síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Brot tidindabladid Úr i 0 i S Seinni partur I ti seinna fyrilestrinum hjá Hanusi Andreassen um Edgar Allan Poe erdur sagt frå yrkingum hansara og tí ávirkan, hann sum skald og kritik- ari fekk á europeiskar bókmentir. Eisini verður sagt eitt sindur um, hvat samband er millum Poe og bókmentirnar í okkara fjarskotna oyggja- landi. Blaðar tú í eini Poe-ævisøgu, skalt tú vera ógviliga dólskur, um tú ikki skjótt ansar eftir, at lívið, í hansara tíð og á hansara leiðum, er sera stokkut hjá tveimum sam- felagsbólkum: teimum fátæku og konu- fólkunum. Tað er hesin seinni bólkurin, sum vit í sambandi við Poe serliga hava áhuga fyri. Rundan um Po doyggja konufólkini. Vit hava longu nevnt mammu hansara. Vit kundu nevnt eitt nú Mrs. Mary Stanard — sum var musa hans- ara, tá hann yrkti sína gitnu yrking "To Helen" — hon doyði stutt aftaná. Vit kundu nevnt stjúkmammu hansara, Fran- cis Allan, sum doyði longu í 1829. Sárast var lagnan hjá konu hansara. Tann 26. mai 1836 giftist Edgar Poe — sum tá var 27 ára gamal — við systurdótt- ur síni, tí tá 13 ára gomlu Virginiu Clemm. Virginia tykist at hava havt oll tey animadæmdu dreymaeyðkenni, sum Poe var drigin at: hon var bleik, vekur og stóroygd. Um lívið hjá Poe og Virginiu birtist søgnin ella mýtan um "the child wife", konuna, sum varð verandi eitt barn. Arthur Hobson Quinn, sum hevur skrivað ta ruddiligastu Poe-ævisøguna, ið higartil er komin, heldur hetta vera eitt mistak. Virginia var, heldur hann, sum vaksin ein bæði kynsliga og andaliga full- búgvin kvinna. Men hon vísti seg at vera heilsuveik. Í januar 1842, meðan hon sat og spældi við klaverið, brast ein blóðæðr hjá henni. Edgar livdi nú í støðugum ótta fyri heilsu hennara. Poe og Virginia livdu saman í stiv tíggju ár. Alitið í húsarhaldi teirra var vermamma og fastir Poe, tann knáa Maria Clemm, sum knossaði og vaskaði og biddaði fyri at halda síni heilsuveiku dóttur og sínum excentriska dótturmanni — sum í hvussu er neyvan var nakar innløgumadur — á lívi. Tann 30. januar 1847 doyði Virginia av tuberklum. Poe kom ongantíð rættiliga fyri seg aftur aftan á hesa hending. Hesi og onnur viðurskifti av sama slag eru helst bakgrundin fyri, at Poe, í søgum og yrkingum sínum, melur rundan um gravir og kirkjugarðar, leitar upp deyðar kvinnur ella sær tær rísa vinglandi úr lík- verjum sínum. Gitin er endin á søguni Ligeiu, har tann viljafasti høvudsper- sónurin rísur upp í haminum á ti deyðu Rowenu: Eg skalv ikki — eg rørdist ikki — ti ein fjøld av hugskotum, sum einki orð er fyri og sum høvdu samband við med- ferðina, høvudburdin, verumátan hjá hesum skapningi, fuku kvikliga gjøg- num heilan å mær og lamdu meg, kyldu meg til stein. Eg rørdist ikki men gløddi at haminum. I minum tonk- um var vitleys fløkja — ein ótemjandi ruðuleiki. Sanniliga, kundi hetta var tann livandi Rowena, sum stóð fyri mær? Sanniliga, kundi tað yvirhøvur vera Rowena — tann ljóshærda, tann blåvygda Lady Rowena Trevanion úr Tremaine? Hvi, hví skuldi eg ivast í tí? Bindid lå fast um munnin — men kundi tað ikki verið munnurin á ti andandi Lady av Tremaine? Og kjálkarnir — har vóru rósurnar frá lívsblóma henn- ara — ja, hatta kundu væl verið teir ljósu kjálkarnir á teirri livandi Lady av Tremaine. Og høkan, við sínum smílikullum, sum tá hon var frísk, kundi hon ikki verið hennara? — men var hon vaksin, nú hon hevði ligið sjúk? Hesin tankin loypti eitt ósigiligt vitloysi á meg! Eg gjørdi eitt lop og var hjá henni! Hon veik undan fin- grum mínum og loysti av høvdi sínum ta ræðuligu líkverju, sum hevði fjalt tað, og inn í kamarsins gjóstur streym- aðu veldigar meisir av síðum, ógreidd- um hári; tað var svartari enn mid- náttar ravnaveingir! Og nú spakuliga læt tann skapningur, sum stóð fyri mær, eyguni upp. "Har", rópti eg hart, "har fari eg í hvussu er aldrin — aldrin — skeivur — hatta eru tey stóru, og tey svørtu, og tey villu eyguni — á burtur- mistu elskaðu míni — á Lady — á Lady Ligeiu". Henda søgan er, saman við eitt nú William Wilson og The Fall of the House of Usher millum tær lýtaleysastu, sum Poe skrivaði. Søgan tekur upp fleiri Virginia, kona Poe og dreymagenta hansara, maktaðist burtur, til hon doyði av tuberklum í januar 1847 evnir — har er bæði pantheisma og kvinnuligur mystikkur — og hevur tí íbirt mangar tulkingar. Amerikanarin Gerald J. Kennedy — sum Henning Goldbæk um- talar í síni nýggju bók um Poe — førir í bókini "Poe, Death and the Life of Writing" fram tann tanka, at Ligeia er ein mynd av tí flótandi, marksorlandi kvinnu- liga princippinum. Mansins stóða til hetta princippið er æviga tvítýtt. Av tí at tað hóttir hansara rationalitet og samleika — ella identitet — ræðist hann tað. Tí má Ligeia doyggja. Av ti at tað minnir hann um ein tølandi heim, hann ikki eigur at- gongd til, kennir hann seg drignan at ti. Og ti må Ligeia livna uppaftur. Hesin tanki er åhugaverdur. Men ein sovorðin hugburður krevur meira av konufólku- num, enn gjørligt er í einum heimi, ið er styrdur av vanligum natúrlógum. Tað, sum higartil er sagt, gevur okkum bara eina hóming av ti fjølbroytta flog- vitinum, sum Poe var. Menniskjalýsari var hann ikki. Kvinnukennari var hann ikki. Tey verk hjå Poe, har kvinnan er evni, avdúka einki um kvinnuna, men ein hóp um mansins hugburð mótvegis hin- um kyninum. Heldur var Poe bókmenta- tekniskur uppfinnari. Eitt friðloysi í sálini elvdi honum til alla tíðina at ganga nýggj- ar, áður óroyndar, leiðir og til í heilum at lofta við nýggjum hugskotum. Sum dómi kunnu vita taka ta stuttu søguna The Oval Portrait. Edgar Poe tekur í hesi søgu upp sambandið millum liv og list, hetta at listin i okkara modernadu, neu- rotisku sidmenning hevur hug at trodka seg inn å livid, ræna tess friskleika frå ti. Søgan minnir ikki sørt um eina aðra stutt- søgu, "Móðurmerkið", eftir ein samtidar- mann hjå Poe, Nathaniel Hawthorne. Poe letur ein listarmann ræna lívið hjá unnustu síni og afturfyri skapa eina 6- deyðiliga mynd. Hgvuðspersónurin í søguni hjá Hawthorne er ein vísindamað- ur, sum — í síni trá eftir at skapa tann fullkomna vakurleikan — av óvart beinir fyri gentu síni. Edgar Poe skapti eisini, í síni egnu mynd, Auguste Dupin, tann fyrsta detek- tivin ella uppdagaran í bókmentasgguni. Dupin er skald og detektivur, droymari og logikari, inntonktur og eygleiðari. Tann besta detektivsøgan hjá Poe er helst Tað stolna brævið. Ein ráðharri hevur stolið eitt åstarbræv frá ríkisins drotning - og fær á henda hátt stórt vald. Løgreglan ger alt hon er ment fyri at finna brævið — Nr. 193 — 10. oktober 1992 Gorpurin. Skurðmynd eftir Gustave Doré men tl fánýtis. Dupin brúkar sínar skaldagávur, identifiserar seg við huga- heimin hjá tjóvinum — og loysir gátuna. Brævið var ikki til at finna, av tí einfaldu orsøk at tað als ikki var krógvað. Hug- skotið er einfalt, men — soleiðis sum Poe viðger tað — eisini genialt. Poe skrivaði eina skaldsøgu — Frá- søgnina hjá Arthur Gordon Pym úr Nantucket. Bókin er skrivað sum ein eftirlíkning eftir teimum ferdafråsøgum, sum vóru so vanligar í 18. og 19. øld. Bókin greiðir frá ferðunum hjá Pym og felógum hansara á sunnaru høvunum. I bókini eru upplýsingar um landalæru og djóralæru, og har er ein lítil ritgerð um, hvussu eitt skip verður fermt. Alt hetta — sum var hildið at vera veikleikar, tá bókin kom út — er við til at geva fråsøgnini ein sannlíkan dám. Bókin er skrivað á skelk- andi realistiskan hátt. Sjálvur gloymi eg ongantíð, hvussu eg, staddur í Køln í 1966, við nøtrandi hjarta las um, hvussu Pym og felagar hansara enda í kannibal- ismu. Víðagitin er endin á bókini, har hetjurnar, eftir nógv knoss og nógvar ræðuligar hendingar, nærkast Suðurpóli- num og reka inn ímóti einum risastórum hvítum tjaldi: Og nú róku vit við miklari ferð inn í fossins fóvning, har eitt dýpi læt seg upp fyri at taka ímóti okkum. Men á leið okkara reistist ein slórsveiptur menniskjansligur skapningur, nógv stórri á vøkstri enn nakar foldarbúgvi. Og holdið á hesum skapningi hevði kavans fullkomna hvítleika. Hóast tað er greitt, at Poe í endanum á hesi bók viðger mótsetningin millum hvítt og svart, gott og ónt, standa nógvir spurningar ósvaraðir, tá tú leggur bókina frå tær. Vit fáa til dømis ongantíð at vita, hvat hesin hvíti skapningurin seinast í bókini umboðar. Við vilja ella av óvart hevur høvundurin á henda hátt tro8kad seg inn á eftirtíðina — við lít. Teir serkgnu halda fram at grunda yvir henda spurning, so hvgrt sum ein bókmentafrgðilig isma røkir aðra av. Fara vit nå til yrkingarnar hjå Poe, so hava tær verið væl hægri mettar á europeiska meginlandinum enn í USA og Onglandi. T. S. Eliot, ein bæði kræsin og víðfarin kritikari, hevur í eini gitnari grein gjørt vart við tann ósketna mátan, SE