Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 194. — 13. oktober 1992 Starvsfólkini fingu hver sítt partabræv i gåvu frá bankanum Tá Sjóvinnubankin týsdagin í farnu viku helt 60 ára fød- ingardagin, fingu øll starvsfólkini í gåvu frá bankanum hvor sítt partabræv áljóðandi 1.000 krónur. Seinni um dagin vóru hesi partabrøv dottin niður á 140 krónur í virði Týsdagin í farnu viku helt Sjóvinnubankin sín 60 ára fødingardag við m6ttøku í høvudsdeild bankans. Bankin var tó so óheppin, at júst sama dag vórðu al- mannakunngjørd tíðindini um, at danir fóru at skjóta inn hålva milliard í bankan, ið annars hevði farið av knóranum fyri árslok í ár. Hetta var ikki tað einasta óhepna, ið hendi á hesum sama degi. Í sambandi við fødingar- dagin fingu øll starvsfólkini í bankanum hvør sítt parta- bræv í gávu — ið var áljóð- andi 1.000 krónur. Sjálvandi kærkomin gáva hjá sjóvinnubankafólkun- um, sum trúðu upp á sítt arbeiðspláss. Gávan tódnaði Men minni kærkomin vóru tíðindini seinni hendan sama dag, og við teimum tódnaði virði á fødingar- dagsgávuni úr 1.000 krón- um niður í 140 krónur! STJÓRIN Í DEN DANSKE BANK UM DANMARK: Alt er uppsteðgað Danir hava —i mun til fóroyingar --lurtað ov væl eftir ráðunum um at spara. So væl, at formaðurin í danska búskaparráðnum, stjórin í Den Danske Bank sigur, at Danmark er fullkomuliga uppsteðgað Týsdagin í farnu viku var tað, at Føroyar vóru um at steðga upp. Fóturin var komin so nær bremsuni, at danir noyddust at stimbra við einastaðni millum hálvari milliard og einari í eitt nú teir báðar stóru pengastovnamar Sjó- vinnubankan og Føroya Banka. Men nóg illa vóru hesi tíðindi farin í pottin, fyrr enn nýggj tíðindi á sama gki vórðu sett útá. Hesaferð var tað Dan- mark, ið var á skránni, og Edvard Heen, ið er deild- arstjóri í Sjóvinnubank- anum, váttar fyri Tíðinda- blaðnum Sosialinum, at øll starvsfólkini í bankanum fingu hvør sítt partabræv í gávu týsdagin. HU É hesaferð varð fortalt um eitt land, ið longu var steðgað upp av álvara. — Í løtuni er snøgt sagt einki virksemi í landinum, segði formaðurin í danska búskaparráðnum, stjórin í Den Danske Bank, Knud Sørensen við danska blaðið B.T. fríggjadagin. — Tann meinigi danin hevur broytt atferðarmynstur fullkomu- liga, og í mun til áður verður nú spart ov nógv og brúkt og lítið. Otryggleiki vid- víkjandi framtíðini ger, at fólk viljaeiga pengar niður- Er A — Men at geva starsvs- fólkunum slíka gávu, er ikki nakað, ið verður lagt til rættis dagin fyri, men fleiri mánaðir | frammanundan, sigur hann. — At fødingardagsgåvan fyri til eitt ella tvey år, um heilt illa skal vilja til. Tað, brúkarin plagar at skifta út ella fáa umvælt í húsi sín- um, sleppur nú at bíða. Duga ov væl at spara Við ødrum orðum hava danir opinberliga lurtað ov væl eftir teimum spariráð- um teir hava fingið síðstu mongu árini. Ov nógv verður spart, og avtísamaminkar virksemi í samfelagnum alt ov nógv, meta danskir fíggjarser- frødingar. til starvsfólkini skuldi vera eitt partabræv i part upp å 1.000 krónur, og at tey so skuldu falla so drastiskt í virði, kundu vit ikki vita so langt áðrenn, at nakað kundi gerast við tað. Eingin roknað við tí Edvard Heen sigur, at eingin hevði roknað við, at 60 ára fødingardagurin hjá Sjóvinnubankanum skuldi verða hildin við teimum umstødum sum karmi, ið gjørdu vart við seg týsdagin í farnu viku. — Hetta var sera keðiligt, at alt skuldi fella soleiðis, men tað bar ikki til at vita tað frammanundan, sigur deildarstjórin. Sjálv fødingardagsveitsi- an í bankanum skuldi havt verið síðsta leygarkvold, men umstødurnar gjørdu, at stemningur ikki var fyri, at hon varð hildin tå; og sum skilst, er enn ikki nýggjur dagur åsettur til 60 ára fød- ingardagsveitsluna. hj. Enska dagblaðið Finan- cial Times gevur teimum rætt í hvørjum orði: — Danmarkgongur í tóm- gongd í løtuni, skrivar blað- ið, samstundis sum gjørt verður vart við, at tóm- gongdin fer at halda fram, til danir hava boygt seg og givið Maastricht-sáttmál- anum grønt ljós við nýggjari fólkaatkvgðu. Alt hetta, meðan tað sær út til, at einasti útvegur Før- oya er, at bremsað verður sum skjótast... hj. Síða 7 Jústinus Eidesgaard, blaðmaður skrivar: SEINASTA VIKAN GJØRDIST minnilig, so tað forsló. Samfelagið skakaðist týsmorgunin og ongin visti rættiliga hvat hendi. Fyrstu tíðindini boðaðu frá at Sjóvinnubankin var farin á heysin, síðan kom meir fram. Og tå kvgldið var komið, visti alt Føroya Fólk, at landskassin hevði lænt pening úr danska tjóðbank- anum fyri at bjarga Sjóvinnubankanum frá húsagangi. TREYTIRNAR ERU HARÐAR, sum danska stjórnin hevur sett. Fíggjarlógin komandi ár skal javnviga og útlendskir figgjarserfrødingar, útlæntir frå IMF, skulu stinga út í kortið hvussu okkara fíggjarpolitikkur verður í framtíðini. Millum fólk er ongin ivi: Okkara arma land er sett undir útlendska umsiting, administratión. MEN ERU NÚ hesar treytir so harðar. Heldur fíggjarætlanin ikki hjá vanliga borgaranum, so fær hann skjótt bræv frá sakførara, forrestin einasti stættur, sum bólgnar í hesum døgum. Stutt eftir kemur bræv frá sorinskrivaranum, og so endar ein í fútarættinum, við panti og tvingsilssølu, sum seinasta og einasta útvegi. HETTA ERU KOSTIR, vanligi borgarin má slúka. Politikkarin eigur at hugsa um landsbúskapin á sama hátt, sum hann hugsar um sín privata búskap. Fíggjar- málaráðharrin, Jógvan Sundstein eigur at hugsa um landsbúskapin á sama hátt sum hann hugsar um sín egna. Nýggi fyrisitingarbygningurin til grannskoðara- virkið, sum er uppkallað eftir fíggjarmálaráðharranum gjørdist ov dýrur til verandi tíðir. Ti var ein handil gjørdur, bygningurin var seldur ul SEV og grann- skoðaravirkið grannskoðar víðari í dag, tó undir trengri håsaumstødum. Vera tíðirnar betri, so verður kanska grannskoðað í einum nýggjum rúmari húsi. SAMI HUGSUNARHÁTTUR ÁTTI at smittað av úti í landsstýrinum, tí sami maður umsitur landsins fíggjarmál. Tó hann er ikki einsamallur um ábyrgðina. Ábyrgd landstýrismanna er enn hóast lógarábetur kollektiv, í hvussu er fyri ta tíð, sum farin er. OG TÁ VIT tosa um ábyrgd, so er føroyingurin í løt- uni inni á eini vandamiklari leið. Hvar enn tú kemur í landinum, so verður tosað um allar politisku brølar- arnar, sum gjørðir eru seinastu 30 árini. Politiska út- skiftingin er ikki stór, politikkarar fara sjålvdan sjálv- bodnir frá. Ofta ikki fyrr enn aldur ella sjúka gera um seg, ella um deyðin kemur upp í leikin. Talan er um politiskt "indavl", ov fáar nýggjar kreftir koma ul. Og politikkarar úr øllum flokkum hava verið við til at tikið vanlagnuavgerðir fyri okkara fólk. VIT MUGU ANSA eftir ikki at stara okkum blind í teimum politisku misgerðum sum við vilja ella av 6- vitan eisini eru orsøk til okkara svåru figgjarkreppu. Vit fáa kanska ngktað okkara rættvísa hevndarhug við at plasera ábyrgd, væl at merkja um politikkarin er eins fyri revsilógini og vit vanligu deyðiligu borgarar. MEN TAÐ KOMA ikki fleiri pengar í landskassan, bara við at leggja skuldina á politikkararnar. Tað er eitt sindur ov lætt. Nei, vit mugu taka í egnan barm og læra av teimum mistøkum vit hava gjørt. Hvussu var við okkum vanligu borgarum, løgdu vit pengar ul síð- is í teim góðu tíðunum, hugsaðu vit um, at kanska einaferð fingu vit arbeiðsloysi aftur? Øktu vit ikki bara okkara forbrúk í gulltíðunum? Hyggið eftir bilparkini, hyggið eftir húsunum! Hyggið eftir teim mongu nýggju flótibrúgvunum við øllum bátunum! TAÐ ER Í dag, at vit mugu hugsa positivt, at sjál sagt koma vit burtur úr hesi kreppu. Enn sæst ikki amligt hungurstekin á føroyingum og skipini fáa : fisk. Kreppan er svár, men stara vit okkum blin negativa, so er tíð at leggja seg at doyggja.