leygardagur 17. oktober 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TSUN
Nr. 198. — 17. oktober 1992
- Vit mugu gera okkum greitt, hvørjar veitingar og tilboð
vit vilja geva borgarunum. Aðrenn ein slík ætlan er gjørd,
ber illa til at tosa:um sparingar og tilboð
Paulina Jakobsen, formað-
ur í Sjúkrasystrafelag Før-
oya, hevur sínar hugsanir
um, hvussu vidurskiftini
eru á sjúkrahúsunum í dag,
eins og væl og í primer
heilsutænastuni.
Hon heldur lítil dugur er í
at skerja á sjúkrahúsgki-
num, tá einki verður gjørt
fyri at økja tænastuna í pri-
mer heilsu- og rgktartæn-
astuni. Hon heldur eisini, at
tað er ivasamt um skerjing-
arnar í sjúkrahúsverkinum
hava ført til sparingar.
Paulina Jakobsen: - Tær
fyrstu sparingarnar fyri um-
leið trimum árum síðani,
fórdu til, at seingjartalið
varð sett niður, og rgktar-
starvsfólk vóru uppsøgd.
Tað hevði við sær færri
sjúkuinnleggingardagar.
Sjúklingarnir vóru sendir
skjótari heim, enn higartil.
- Hóast hetta, so vóru
eingi stig tíkin til at fyri-
reika primer heilsutænast-
una til, at hon fekk meira ar-
beiði.
Tað vil siga, at sjúkrahús-
ið bert flutti skarvin víðari
til onnur, at taka sær av. Tað
gav stórri arbeiðstrýst, eitt
nú hjá heimasjúkrasystrini
og ødrum, sum eru um sjúk-
lingin í heiminum.
Sjúkrasystrafelagið hev-
ur áður gjørt vart við, at
eingin heilsupolitikkur er
til.
- Vit mugu gera okkum
greitt, hvørji tilboð og hvør-
jar veitingar samfelagið vil
bjóða ti einstaka, og á hvør-
jum stødi hetta skal verða
gjørt.
Ein slíkur heilsupolitikk-
ur eigur at tryggja javnbýtið
millum stødi av veitingum
innan fyribyrgjan, røkt og
viðgerð.
- Tá vit hava gjørt okkum
greitt hvønn heilsupolitikk
vit vilja fremja, eigur tað at
verða almannakunngjørt,
so fólk gerast før fyri at taka
stóðu til og ávirka tann før-
da heilsupolitikkin, sigur
Paulina Jakobsen.
Vit hava eisini gjørt vart
við, at eins og eina lækna-
stjóri er settur, átti ein sjúk-
rasystrastjóri at havt sæti í
ovastu leiðsluni. Tað er her
allar avgerðir verða tiknar.
Hóast sjúkrasystrar eru
við í øllum gerðarmálum á
sjúkrahúsinum, eru tær ikki
umboðaðar á ráðleggingar-
stødinum.
- Høvdu vit gjørt tad,
komu øll sjónarmið fram,
og tad er neydugt, ti tad eru
sjúkrasystrar, ið eru um
sjúklingin undir allari
innleggingini.
- Tað er sjúkrasystirin sum
tekur móti sjúklinginum, tá
hann verður innlagdur. Hon
er við í kanningum og
viðgerðuma, og hon er eisi-
ni tann, sum tekur upp eftir
viðgerðina og er við, tá
sjúklingurin verður út-
skrivaður.
Vóru vit við í ráðlegg-
ingini, kundu vit tikið
spurningin um leiklutin hjá
primer heilsutænastuna, ið
tekur yvir røktina av sjúk-
linginum, tá hann verður út-
skrivaður.
Tað er so lætt at innleggja
ein sjúkling, kanna hvat
honum bagir, og áseta hvg-
rja viðgerð hann skal hava.
Stutta tíð eftir verður
hann koyrdur heimaftur, og
so er bert at vóna, at hann
klárar seg.
- Fyri tann einstaka sjúk-
lingin er trupulleikin júst,
hvat honum feilar og at
hann verður tíkin við, tá
stóða skal takast til viðgerð
og rgkt.
- Sum vidurskiftini eru í
dag, so verður læknalig
stóða tíkin til sjúklingin.
Síðani bert tað allar neyð-
ugastarøktin, eitt nú at hann
fær eta, verður vaskaður,
fær heilivág og viðgerð og
rein seingjarklæði.
Eru hesi viðurksifti í lagi,
so siga vit, at t.d. deildin vir-
kar væl.
Taðmestneyðturvuliga er
í lagi, men vit gloyma
umsorganina, sum er av al-
stórum týdningi fyri sjúk-
lingin.
- Vit kunnu fáa røktar-
starvsfólk at renna skjótari
eina tíð, men tað ber ikki til í
longdini, uttan so tað gong-
ur út yvir umsorganina og
røktarstarvsf6lkid.
Seinastu árini eru við-
gerðir og kanningar mentar
so nógv í tali, og tað krevur
nógva servitan og starvs-
fólk.
Paulina Jakobsen,
formaður í Sjúkra-
systrafelag Føroya: -
Hava vit ikki ráð til at
veita teimum gomlu og —
sjúku umsorgan, so eru vil
eitt fátækt fólk
Spurningurin er so nú, um
vit eru vorðin so fátæk, og
hvat vit eru noydd at bjóða
fólki.
Núerloysunarorðið, at vit
kanna sjúklingar, siga hvat
honum bagir og viðgerða
hann. Tað eru viðurksifti
sum tú kanst skráseta og
máta. Sum er, verður um-
sorganin fyri sjúklinginum
gloymd, og hon er kanska
tann týdningarmesta í tí
fyribyrgjandi arbeidinum,
at hann kann koma fyri seg
aftur.
- Vit hava ikki ráð til tað
menniskjansliga, um vit
ikki longur hava ráð til um-
sorgarn fyri tí einstaka á
sjúkrahúsinum, og fyri
teimum gomlu í primer tæ-
nastuni.
Hava vit ikki tað, so eru
vit veruliga eitt fátækt fólk.
Heldur tú at vit skulu
niðurleggja smáu sjúkra-
húsini og so lata Lands-
sjúkrahúsið fáa stórri ar-
beiðsrúmd?
Småu sjúkrahúsini eru til
staðar í nærumhvørvinum,
og skulu verða tøk til van-
ligar sjúkur, sum standast
dagliga og krevja viðgerð.
Fólk eiga børn og onnur
fáa beinbrot o.s.fr.. Tað átti
ikki at verið neyðugt at farið
burtur, fyri at fáa slíka við-
gerð og tænastu.
Hinvegin so er vanda-
mikið at leggjar sergreinar
út á smáu sjúkrahúsini, tí
tær nærum altíð krevja at
aðrar hjálpargreinar eru á
staðnum eisini.
- Tá er so lætt at missa
tamarhaldið á útreiðslu-
num.
Dagny
SR SOSÍalurin
Neyðugt at hava
heilsupolitik
Síða 3
Orðaskifti
um sjúkra-
húsverkið
Mikudagin hittast umboð
fyri sjúkrahúsverkið, eftir
innbjóðing frá landsstýri-
num.
Bjóðað verður til eitt
breitt orðaskiftið um heilsu-
verkið, og kagað verður til
sjúkrahúsbyggnaðin í hin-
um grannalondunum, sigur
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður, sum
hevir fingið fundin í lag.
Við á fundinum verða:
Rådleggingarnevndin, um-
sjónarmenn, fyristødu-
kvinnur, eitt læknaumboð
fyri landssjúkrahúsið og
umboð fyri sjúkrahússtjór-
an.
Landsstýrið hevur fyri-
reikað fundin og leggur her-
við upp til eitt breitt orða-
skifti um leiðslubygnaðin á
føroyskum sjúkrahúsum,
har fólk, sum eru í sjúkra-
húsleiðsluni fáa møguleika
at bera síni sjónarmið fram.
Dagny
Canon
BP25-D
rokni-
maskina
Sigur ikki eitt
kis.
Vanligur prísur
kr. 1.800,-
Tilboð kr. 1.300,-
avmarkað nøgd
TC. Sverrisgøta 9, box 118
s—— 110 Tórshavn
” Mac HZ — mr. 10400, fax 10915