Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. oktober 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Politihundaprógvtóka í hashleiting: Flippararnir skulu ikki kenna seg tryggar longur Politihundurin Garpur nýtti niggju minuttir at finna sjey smáar pakkar av hashið, sum vóru snildisliga goymdir á einum stórum bilverkstaði í Havn. "Føroysku politihundarnir eru eins væl vandir og teir donsku, sigur Per Juhl Hansen, sum burturav tekur sær av at venja politihundar í Danmark Tey sum ætla at innflyta hash í framtíðini skulu ikki kenna seg trygg. Heldur ikki tey, sum møguliga skuldu átt hash inni og politiið hevur illgruna um hetta. Tí nú hava teir fýra politihund- arnir, sum løgreglan i Føroyum eigur, tíkið prógv sum góðkendir hashhundar. Og tað er líka mikið hvat slag av hashi talan er um, um tað er Marokko ella reytt Liba- non ella okkurt annað. Vit, blaðmaðurin og myndamaðurin á Sosial- inum eru staddir uttanfyri bilverkstaðið hjá Volvo á Sandvíkarhjalla í gjára- morgunin. Og saman við okkum standa nakrir politistar, bláfrystir um næsarnar í kalda land- nyrðingslotinum hendan morgunin. Tveir hundar be SNØD skulu taka fyrsta prógvið sum góðkendir hash-hund- ar. Men fyrst skulu teir sýna vanligan hundasið uttanfyri. Meðan vit hyggja stendur fgrarin Absalon Aargarð, politistur, við hundinum Garpi. Hetta er ein miðalstórur schefara- hundur við eitt sindur ótolnum lyndi. Próvtgkudómarin Per Juhl Hansen gevur Absa- lon boð um at byrja fram- sýningina. Og síðan ganga Abdsalon og Garpur nak- rar ferð aftur og fram. Garpur er í bandi og tað hann skal vísa er, at hann kann ganga í bandi uttan at seta á. Hann skal halda seg tætt innat vinstru síðu á Absalon. Og hvørja ferð Absalo steðgar, skal hundurin seta seg við vinstru lið. Hendan venjing gongur fínt, tó klára hundarnir á ti sivila hundaskúlanum seg eins væl. Síðan skal hundurin gera somu venjing uttan band. Hetta klárar hann eisini. Tó hetta er ein lívligur hundur og hann er ikki heilt nøgdur at ganga tætt at føraranum. Sidan skal hundurin leggja seg. "Dekk" eitur tað á manna/hunda máli. Førarin fer frá honum og goymir seg aftanfyri ein bil. Hundurin skal liggja eina løtu og hann skal liggja heilt til førarin kemur aftur til hann. Hetta er altíð torført fyri ein hund og tå Absalon er hjå aftur hundinum, hevur hann flutt seg nakrar sentimetrar, men hann hevur ikki reist seg. Absalon Áargarð vid hundinum Garpi Leita eftir hash So fara vit til tað endaligu royndina. Hund- urin skal finna sjey pakk- ar av hash, sum eru goymdir inni á verk- staðnum. Teir eru væl goymdir og førarin veit heldur ikki hvar teir liggja. --Hundurin leitar bert eftir hashluktinum. Tá vit byrja at venja ein tílíkan hund, so skal hann hert leita eftir lutum, sum lukta av hash. Hvgrjaferð hann finnur ein tílíkan lut, so verður hann róstur av eigaranum. Tá vit hava vant hundin eina tíð á hendan hátt, so veit hann, at finnur hann nakað við hashlukti, so verður hann róstur. Hann veit hvønn lukt hann skal fara eftir og verður tí ikki 6- rógvaður av øðrum lukt- um, sigur Per Juhl Hansen, hundavenjari. Níggju minuttir Absalon og Garpur byrja at leita. Næstan beinanvegin finnur hann ein hashpakka við fimm grammum. Pakkin liggur í eini hjålbøru. Absalon rósar hundinum Gført og ikki er neyðugt at eggja honum at leita víðari. Garpi dámar at leita. Løtu seinni hevur hann funnið enn ein pakka, hesin liggur undir eini keturúgvu á gólvinum. Síðan fer hann víðari á verkstaðnum og aftaná nýggju minuttir henur hann funnið seks pakkar. --Hundurin hevur nú staðið Eftir Jústinus Eidesgaard Myndir: Kalmar Lindenskov Per Juhl Hansen, danskur politihundavenjari 1 Nr. 198 — 17. oktober 1992 då royndina góðkendur hashleitari. Hann hann skal bert finna fýra pakkar innan ein Framhald á síðu 7 sum