Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. oktober 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 198. — 17. oktober 1992 tíðindablaðið Arbeiðsleysir aftaná 5. november Bert Tórgerð —Vit hava verið glaðir fyri at arbeiða í tunnlinum, men seinasta mánadag fingu vit at vita, at nú var einki arbeiði til okkum longur, siga Andrias Johannesen, Dia, Kollafjórður og Páll Hellu úr Vestmanna 5. november verður ein stórur dagur í samferðslu- søgu okkara. Tá verður tunnilin millum Kalbaks- botn og Signabg tikin al- ment í nýtslu. Men hesin dagurin verður eisini ein merkisdagur fyri teir 40 mennirnar, sum í løtuni arbeiða í tunnlinum. --Seinasta månadag fingu vit uppsagnarbræv. Vit fingu at vita, at tá arbeiði uppá tunnilin varð liðugt 5. november, so hevði arbeiðsgevarin ein- ki arbeiði longur til okkum. Nú hava við bert Tórgerð á arbeiðsloysis- tryggingini at líta á. sigur Andrias Johannesen, Dia, úr Kollafirði. Hann hevur arbeitt seinastu tvey árini sum timburmaður í tunn- linum. --Mær hevur dámt hetta arbeiði væl, eg havi starvast her í tvey ár, og tað er eitt sindur hugstoytt ikki at hava nakað at fara til, nú hetta er liðugt, sigur hann. Vestmenningurin Páll Hellu hevur eisini arbeitt sum timburmaður í tunn- linum. --Eg havi arbeitt við at stilla upp, ymiskt for- skallingsarbeiði og eg havi starvast her í eitt ár. Hetta hevur verið gótt arbeiði. Eg havi heldur ikki nakað at fara til, nú hetta arbeiðið er liðugt, so eg má eisini leita til Tórgerð, sigur Páll Hellu. Tá Sosialurin vitjaði friggjamorgunin arbeiddu teir vid at reinsa timbur fyri betong. Innkoyringin til tunnilin frå sunnaru síðu er júst liðug og tað er millum annað hetta stoypiarbeiði, teir hava verið við til. Arbeiðið gingið væl —Vit hava gjørt umleið 10 kilometrar av vegi frá Sundi og í vegin í Koll- fjarðardali. Eg haldi at arbeiði hevur gingið væl. Frá Vinstru Andrias Johannesen, Dia, úr Kollafirði og Páll Hellu úr Vestmanna. Mynd: Kalmar Vit byrjaðu 7.mars í 1987 og burtursæð frá at virk- semið hevur verið skert onkuntíð av tí at ongin játtan hevur verið, so hava vit arbeitt. Seinasta árið er nógv komið burturúr, sig- ur Jaspur Larsen. arbeiðs- formaður, hann er av Oyrabakka. --Eg eri ikki uppsagdur, og eg veit ikki um nakað arbeiði nú. Allir teir 40 mennirnir hava fingið at vita, at her er ikki meira arbeiði til teir og eg trúgvi ikki, at nakað arbeiði er fyri framman. Eg havi verið við til aðrar tunnils- gerðir í Føroyum, eitt nú á Trøllanesi og í Norð- skálatunnlinum, sigur Jas- pur Larsen. jústinus Síða 5 Per Juhl Hansen: Feroysku politihund- arnir góðir --Teir eru eins dugnaligir og teir donsku, sigur hann Føroysku politihundarnir nýtast ikki at smæða seg burtur. Teir eru eins dugnaligir og vanligu donsku politihundarnir. Vit deila politihundar uppí tríggjar flokkar og føroysku hundarnir finnast í flokki tvey. Nú hevur verið nógv tosað um føroysku politihundarnar aftaná ungdómsófriðin herfyri. Varð rætt borið at við hundunum tá? --Tað kann eg ikki úttala meg um ti eg var ikki hjástaddur. Men ein politihundur skal vera fjøltáttaður. Hann skal eisini verja føraran, gerst hetta neyðugt og tað skilti eg at teir gjørdu, sigur Per Juhl Hansen. --Eg kann í hvussu er garantera fyri, at hundarnir eru dugnaligir, tá tað snýr seg um at leita eftir hash. Teir gjørdu eina roynd niðri, har eitt pund av hash varð goymt í einum holi í einum bili. Síðan varð holið svejsað og sproytmálað. Bilurin stóð saman við fimm gðrum bilum av sama slag. Hundurin luktaði seg fram til hashið, og skavaði málingina av, har tað var goymi, sigur Per Juhl Hansen. jústinus BRÚKTBILADÝGD, TIN TRYGD! — -— F T Lysing 18220 | pf. wenzel petersen, tlf. 13873