leygardagur 17. oktober 1992síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
AA AA AA AA AA AA ls las Á
Sida 6
Nr. 198 — 17. oktober 1992
Regin Olsen, fyrrverandi stjøri i Sjøvinnubankanum um tær
500 milliónirnar bankin fær:
Eitt skotbrå
so vit koma
XOuppundan aftur
Tað var millum
annað av
umsitingarligum
orsøkum, at
Regin Olsen
valdi at leggja
frá sær sum
sjóvinnubankastj
óri. Mynd:
Kalmar
-og ikki alt steðgar upp. Skotbráið skulu vit brúka til at menna
góðskingina, finna alternativar vinnumøguleikar og effektivisera
virkini, uttan at arbeiðsloysið gerst ov stórt. Lætt er tað ikki,
livikorini gerast verri, eingin situr við patentloysnini, men tað
eigur at bera til, sigur Regin Olsen, fyrrverandi stjóri í Sjóvinnu-
bankanum
Regin Olsen kom í 1949,
16 ára gamal sum lærling-
ur í Sjóvinnubankanum, og
har hevur hann arbeitt til
hann legði frá sær sum
stjóri í mars mánað í fjør.
Hann upplivdi sjóvinnu-
bankakrakkið í 1952, men
hesaferð, bankin fór, hevði
hann reist seg úr stjóra-
sessinum. Tá hetta hendi,
varð dúgliga gitt hví, men
Regin var ógvuliga fáorð-
aður tá hann var spurdur.
Minti stødan hesaferð
um støduna fyri 40 árum
síðani og sá hann skriftina
á vegginum. Hvussu kend-
ist tað at frætta í útvarpin-
um, at Sjóvinnubankin var
komin í svárar trupul-
leikar, og kendist tað sum
ein lætti, ikki at sita í
stjórasessinum hendan
ólukku týsdagin 6. okto-
ber
Gjørdi ilt
-Eg fekk ilt. Ogvuliga ilt
av at hoyra tidindini, og
tad kendist mær als ikki
sum nakar lætti, at eg ikki
sjálvur var har. Eg minnist
enn hvussu vit, sum ar-
beiddu í bankanum fyri 40
árum síðani, upplivdu
krakkið tá. Tá varð arbeitt
av lívsins kreftium at
koma upp undan aftur, og
tað eydnaðist. Øll visti ein
góðan vilja, annars bar
ikki ul.
-Um eg sá skriftina á
vegginum,- nei avgjørt
ikki. Vit høvdu ávísar
trupulleikar, men vit hildu
okkum hava sett so mikið
av pengum av, at vandi var
ikki á ferð. Tað var ikki tí
eg fór. At eg fór hevði
ymiskar orsøkir. Millum
adrar umsitingarligar or-
søkir, sum eg ikki leggi i at
koma nærri inn uppå.
Skuldi eg royna nakað
nýtt, og tað hevði eg hug
til, so mátti tað vera nú,
sigur Regin Olsen.
Eingin rokna við tí
Men hóast Sjóvinnu-
bankin setti nógv av móti
tapi, bar ikki ul. Hevur
Sjóvinnubankin verið ov
galantur at lána pengar út?
-Nei eg haldi ikki. Vit
hildu okkum hava sett nóg
nógvan pening av, men vit
stóðu vit ikki móti flóð-
alduni sum samfelagið alt
fekk oman yvir seg. Fyrst
Menningargrunnurin, sum
fór, síðani øll landskassa-
veðhaldini sum gjørdust
effektiv, brouð rakti eisini
bankarnar, og legði seg
síðani út í hvønn krók í
samfelagnum. Trupulleik-
arnir gjørdust so nógv
stórri, enn nakar hevði
væntað, og virðini aftan
fyri tí, vit læntu pengar til,
fullu í botn, sigur Regin
Olsen sum heldur, at
hendan innspræningin,
Sjóvinnubankin nú fær,
verður góð hjálp. Hann
heldur, at vit við hesum
hava fingið eitt skotbrá, so
alt ikki steðgar upp ul vit
fáa fóta okkum aftur.
Lítið lá eftir
Regin Olsen heldur, at
vit fingu ov lítið burtur úr
tí nógva likviditetinum.
sum kom í samfelagið á
áttitiárunum, fyri størsta
partin frá kredittfeløgun-
um.
-Tá kom ein rúgva av
pengum inn í samfelagið.
Bankarnir ráddu lands-
styrinum til at lata vinnu- Regin Olsen hevur arbeitt í Sj vinnubankanum síðani
men ávarðaðu ímóti, at ov
nógv for til forbrúk. Men
tað hendi kortini. Borgir,
sum mest at kalla vóru
ætlaður til forbrúk, vóru
bygdar í hópatali. Ein tílík
bygging fór fram, sum
undir ongum umstødum
hevði komið fyri við
normalari føroyskari orku.
Allur kostnaður reyk upp,
og ólukkan var, at lítið og
einki lá eftir í føroyska
samfelagnum tá hesi ár
vóru av. Nú liggur bert
roknngin eftir, og okkara
tilfeingi er minkað so
munandi.
2
/
Umlegging
Innspræningin í Sjó-
vinnubankan er at rokna
sum eitt skotbrá, sigur
Regin Olsen, men hvat
skulu vit brúka heta
skotbráið til?
-Vit hava nú fingið
møguleika at lata teimum
virkjum, sum veruliga
tykjast at klára seg, fígging
at halda fram og menna
seg. Annars skal tíðin
brúkast til at kanna alter-
nativar vinnumgguleikar,
menna góðskingina og
gera umleggingar so vit
virkini fáa loyvi til at fáa 1949. Mongu seinastu árini sum stjóri. Her saman við
núverandi stjóranum, Steingrími Nielsen. Mynd: Kalmar
eina lagaligari umfígging,
fáa eina meira rationella
vinnu, uttan tó at ov mong
gerast arbeiðsleys. Lætt
verður tað ikki, eingin
situr við patentloysnini, og
fólk mugu venja seg við, at
ær
livikorini gerast verri, men
tað eigur kortini at bera til
at venda rákinum, heldur
Regin Olsen, fyrrverandi
sjóvinnubankastjóri og nú
vinnulívsmaður.
tór.-
Tvangsauktion
På Dommerkontoret C. Pløyensgøta 1,
Torshavn afholdes
Torsdag den 12. nov. 1992 kl. 10.00
tvangsauktion (AS
matr. nr. 101 Nes
Eysturoy.
Auktionen
Frida Patursson,
nr. 445/92) over
, beliggende Nes,
er begæret af advokat
Advokatskrivstovan,
100 Torshavn tlf. 11145 (j. nr. 920728)
på vegne en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus på
en 693 m? i en etage...
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 15. 10.92
Ole G. Olesen,
dfm.
Lýsið i SoSjalinum