Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. oktober 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 198. — 17. oktober 1992 Fleiri krónur tíðindablaðið SDS É | | | i ] Sida 7 Arbeiðsloysisskipanin hevur higartil útgoldið 28 milliónir. Utreidslurnar eru í løtuni stórri enn inntókrunar, og tí verður helst neyðugt at broyta skipanina Eisini arbeiðsloysisskipan- in má í minsta lagi hava eins nógvar krónur í kassan sum tær, ið fara úr honum, skal skipanin hanga saman fíggjarliga. Men sum er sær tað ikki gott út. Í síðsta mánað komu 12,8 milliónir í kassan og 13,5 fóru úr honum. 10,9 milliónir í samband við arbeiðsloysi, og 2,6 í samband við flaka- og fiskavirkini. Hetta er stór øking í útgjaldinum í mun til august mánað, tá tilsamans 8,3 milliónir fóru úr kass- anum. Arbeiðsloysið økist í hvgrjum, sæst á yvirlitin- um, arbeiðsloysisskipanin júst hevur sent út. Í august fingu 1187 fólk arbeiðs- loysisstuðul og í september var talið 1609. Talið á arbeiðsleysum í Havn øktist úr 426 í august til 552 í september. Talið á teimum, sum hava fingið arbeiðsloysis- stuðul síðani skipanin byrjaði, eru fyri tey ymisku gkini í landinum hesi: Tórshavn: 631, Suður- streymoy: 65, Norður Streymoy: 167, Eysturoy: 447, Klaksvik: 138, Nord- oyggjar: 44, Vågar: 84, Suduroy: 195 og Sandoy: 104,- samanlagt 1875 fólk. Skipanin broytast Við teimum tveimum prosentunum frá løntakar- unum og ødrum tveimum frá arbeiðsgevarunum koma umleið 12 milliónir í kassan um mánaðin. Men verandi gongdin sigur, at hesir pengar fara ikki at røkka. September gav undir- skot, og alt bendir á, at tað fer oktober eisini at gera. Jóannes Eidesgaard, lands- stýrismaður sigur, at spur- ningurin er lagdur út til vinnufeløgini at utvega nóg mikið av pengum til skipanina, men hann held- ur tað ikki vera óhugsandi, at neyðugt verður at broyta skipanina so hon hongur betri saman fíggjarliga. Íslendingar biðja fólk Nú venda eisini íslendingar sær til fóroysku arbeiðsávísingina. Í fyrstu atløgu hava teir brúk fyri millum 10 og 15 fólkum at arbeiða fisk Men tað eru tó ikki bert hesi lítið hugaðu tíðindini at frætta frá arbeiðsloysis- skipanini. Tey hava eisini eina arbeiðsávísing, sum riggar sera væl. Tórgerð Nielsen, leiðari, sigur seg vera væl nøgda við hesum skipan, sum higartil hevur virka til, at millum 150 og 200 fólk hava fingið ar- beiði. Mong ringja og biðja fólk,- serliga flaka- virkir og fólk innan byggi- vinnuna. Í gjár fingu tey aftur góð tíðindi. Tað vóru íslend- ingar, sum høvdu frætt um arbeiðsávísingina, og vendu sær tann vegin at fáa fólk. Í hesum umfar- inum høvdu íslendingar brúk fyri millum 10 og 15 fólkum at arbeiða fisk. Tórgerð Nielsen sigur, at tey fara í hvussu er at gera sítt til at kunna íslendingar um føroysku arbeidsåvis- ingina. Sytir ein arbeidsleysur fyri at taka av einum tilboði um arbeiði sum hann ella hon ogna serliga orsøk hevur at sýta fyri, missir viðkomandi stuðul- in í fýra vikur. Soleiðis verður ikki, um ein fær tilboðið arbeiði í Íslandi. Tað er eitt eyka tilboð, sum ein kann taka av ella sýta fyri. tór.- Tað eru ikki bert telefonirnar, sum ganga heitar á arbeiðsloysisskipanini. Nógv arbeiðsleys vitja eisini inn á gólvið. Her hjálpir Eyð Jacobsen, sum júst er byrjað sum lærlingur, einum arbeiðsleysum at fylla út eitt oyðiblað. Á arbeiðsloysisskipanini arbeiða seks fólk. Mynd: Kalmar Framhald av síðu 4 hálvan tíma, so hann eigur nógva tíð efur, sigur Per Juhl Hansen. Absalon letur nú hundin hvíla. Hann fer útum við honum eina løtu. Og so eru teir inni aftur. Ein pakki vantar og Garpur er spentur. Tað gongur ikki leingi, so finnur hann pakkan. Hesin er goymdur á eini hyll hálvan annan metur yvir gólvinum. Nú eru 14 minuttir gingnir síðan hann byrjaði at leita. --Garpur ein ein góður hundur at leita. Hann er ikki bangin fyri nøkrum og er ikki bangin fyri klúgva ella leypa upp fyri at leita. Eg trúgvi ikki, at mín uttan víðari hevði farið uppí hasa trillu- børuna eftir fyrsta pakk- anum, sigur Zacharias Andreassen, politistur, hansara hundur skal til próvtgku seinni. Eisini vanligir Í Føroyum eru bert fýra politihundar. Hesir hava venjing sum vanligir tæn- astumannahundar. At leita eftir hash er ein út-- bugving, sum er løgd omanå. Hendan skipanin vid vanligum politi- hundum, sum eisini duga at leita eftir hash er eisini galdandi í Grønlandi og á Bornholm. -Vit kunnu við hesum hundum gera kanning- ararbeiði og eisini er møguleiki at hjálpa toll- valdinum, gera kanningar á posthúsum umborð á skipum 0.s.v., sigur Suni Vinther, politikommiserur. Ov fåir hundar --Eg haldi, at vit hava ov fáar politihundar í Før- oyum, sigur Niclas Akra- berg Poulsen, politi- inspektør. —Vit hava bert poli- tihundar i Havn, tad åtti at verid hundar kring landid. Men hetta velst eisini um politistarnar Tað er eitt stórt arbeiði at hava hund, tað eru poli- tistarnir sjálvir, sum eiga hundarnar og teir standa fyri venjingini, sigur Niclas Akraberg Poulsen. Teir fýra hundarnir, sum nú hava tikid prégvtøku skulu upp til mynstring seinni. Tað er ein roynd, har teir milum annað skulu finna hash, tveir metrar omanfyri gólvið. Hashið, hundarnir funnu hendan dagin, var væl innpakkað í lufttættar pakkar. jústinus Norðoya Javnaðarfelag Limafundur verður í hølunum i Bøgøtu í dag, leygardagin, kl. 15.00 Vilhelm Johannesen greidir frå politisku støduni. Nordoya Javnaðarfelag