leygardagur 17. oktober 1992síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Ikki brúk fyri
panikloysnum
- sum tær Henning Holten borðreiðir við í Sosialinum,
sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður
Tá hugsað verður um, at
Henning Holten er búskap-
arfrødingur, so líkjast upp-
skotini meira panikkloys-
num, enn búskapar- og
samfelagslig nýulig ráð,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Um vit gjørdu eftir ráðum
Holtens, so skuldu vit
steðgað byggingini av
tunnlinum Lopra - Sumba,
Gomlurætt og sjúkrahús-
byggingini.
- Venda vit hesum spurn-
inginum eina ferð í huga-
num, kunnu vit spyrja: Hvat
virði skulu vit seta á í-
løgurnar, tå tær standa i
hålvum gekki. Hvat hava
vit tå fingið fyri peningin?
Virðið í hálvum gekki?
- Hinvegin, gera vit ikki
hålvlidnu iløgurnar lidnar,
so eiga vit ein tunnilin mill-
um Lopra - Sumba, Gomlu-
rætt og nakrir bygningar, ið
hóast alt eru um at verða
lidnir.
- Tad er eins tápuligt, sum
at siga, at vit ikki lata
tunnilin millum Oyrar-
reingir - Kaldbaksbotn upp,
hóast hann er liðugur.
Holten gevur seg út fyri at
verða ráðgevi, men tá hugs-
að verður um, hvater vunn-
ið í peningi, um vit steðga
byggingini av t.d. Suðuroy-
ar sjúkrahúsi, so haldi eg
ikki, at Holten hevur um-
hugsað støduna, ella veit
hvat hann tosar um.
- Vithavakannað fylgjur-
nar, hvat tað kostar at steðga
útbyggingini og umvælin-
gini av Suðuroyar sjúkra-
húsi.
Løtuvinningurin
verið 20 mió. krónur.
Sjúkrahúsið kostar 84 mió.
krónur, tá tað er liðugt.
Higartil hava vit nýtt 64
mió. krónur. Skuldu vit
steðgað útbyggingini í dag,
eru tær burturspiltar, og vit
hava ein hålvlidnan byg-
ning, sum ikki kann nytast
til nakað. Hann skal síðani
gerast so mikið liðugur, at
hann ikki skal forfarast,
t.v.s. innilokast og hiti skal
hevði
leggjast inn. Tað kostar 8
mió. krónur.
Kostar meir at
steðga nú
Umframt hetta, so eru
sáttmálar gjørdir við ar-
beiðstakarar, sum kostar
landsstýrinum 10 mió.
krónur at siga upp.
Við útbyggingini er gamla
sjúkrahúsið eisini skalað,
og um tað skal gerast aftur,
kostar tað 7 mið. krónur,
umframt endurgjald fyri
projektering, sum er 1 mió.
krónur.
Samaumtikið - sambært
uppskotinum hjá Holten, so
kostar tað meira at steðga
byggingini nú, enn halda
fram.
Á fíggjarlógini fyri kom-
andi ár eru 21 mió. krónur
avsettar til Suðuroyar sjúkr-
ahús, men tað kostar 22
mió. krónur at taka við ráð-
um frá Henning Holten.
- Fyrigevið, men eg haldi
at uppskotið er ov trong-
skygt og ódugnaligt til, at
vit kunnu taka tað í álvara.
Tað verður ofta sagt, at
føroyingar bert taka eftir ti,
sum verður gjørt aðra-
staðni. Júst á sjúkrahúsgki-
num vilja teir serkønu hava
okkum at taka eftir td.
donskum viðurskiftum.
Seinastu tíðina hevur
Bornholm verið fyridømi, tí
fólkatalið líkist okkara.
Munurin er tann, at Born-
holm er ein oyggj, og tú
kanst ferðast aftur og fram
um oynna eftir einum tíma.
Suðuroyarfjarður
broytist ikki
Føroyar eru 18 oyggjar,
sum - héast vegasamband
og ferjur, ikki er so lættar at
ferdast i. Tf hava vit valt at
hava trý sjúkrahús, fyri at
veita øllum borgarum somu
trygd, uttan mun til, hvar tey
búgva.
Suðuroyarfjørður er kort-
ini ikki broyttur, hóast skip-
ini og veganetið er gott, og
verðurlagið er ikki til at
tyrlan kann fara á flog allar
Nr. 198 — 17. oktober 1992
- Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður: „21
mið. krónur eru avsettar á komandi fíggjarlóg
til Suðuroyrar sjúkrahús. Gera vit eru ráðum
Henning Holtens, so kostar tað 22 mið. krónur
at steðga byggingini nú
dagar.
- Skulu vit tá seta sjúk-
lingar umborð á Teistan í
tveir - tríggjar tímar, áðrenn
tey kunnu fáa hjálp - ja, so
verður tað helst bert til at
flyta deyða fólk aftur og
fram um Suduroyarfjørd.
- Vit hava heldur onga
trygd fyri at samstarvid i
sjúkrahúsverkinum fer at
virka betur enn í dag, og um
tænastan verður nóg góð,
við bert einum sjúkrahús.
- Eg åsanni kortini, at
iløgan er óheppin í hesum
tíðum, men vit kunnu meir
enn so finna aðrar, sum eru
eins óhepnar - t.d. Gomlu-
rætt, bert fyri at neva dómi,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Dagny
Jógvan Liitzen, formaður í Rådleggingarnevndini:
Varðveita trygdina
í útjaðaragkjunum
- Tungt er at bera skommina at vit nú er
"farin undir kong" aftur, men skommin
er fullkomin, um vit leggja byrðarnar á
tey sjúku og gomlu
Tad sigur Jógvan Liitzen,
formaður í Ráðleggingar-
nevndini fyri Sjúkrahús-
verkið, í viðmerking til tað,
sum Henning Holten, bú-
skaparfrødingur segði í
Sosialinum, um at nidur-
leggja tey smáu sjúkrahúsi-
ni.
Jógvan Liitzen: - Tað er at
rætta bakara fyri smið!
Tað sigi eg fyrst og fremst
av tí, at allir borgarar í hes-
um landi - uttan mun til hvat
teir búgva - skulu hava
møguleika at brúka heilsu-
verkið. Tað merkir, at eisini
borgarar í sunnaru helvt av
Suðuroy, eins væl og teir í
norðastu helvt av Norð-
oyggjum,verða við skerdan
lut, um vit gera eftir upp-
skotinum hjá Holten.
lvasamar sparingar
Grundgevingar hjá Holt-
en fyri sparingum eru iva-
samar, tá hann sigur, at tað
fíggjarliga verður ein fyri-
munur at niðurleggja
sjúkrahúsini í Klaksvík og
Tvøroyri.
Tað kann eg best prógva
við tølum.
Tilsamans vóru í 1991
hesar viðgerðir á Klaksvík -
ar og Suðuroyar sjúkrahús-
um:
Innleggingar og vidgerd-
ir.
1598 innleggingar, 159
bamsburdir, 1592 røntgen-
kanningar, 37.115 rann-
sóknir og 13.602 fysiurg-
iskar viðgerðir.
Fyri ambulantar kanning-
ar eru tølini á skaðastovu og
eftirvidgerd:
3.659 viðgerðir, 3.403
røntgenkanningar, 30.171
rannsæknir og 24.051 fysi-
urgiskar viðgerðir.
- Skal alt hetta flytast til
Havnar,so skal okkurt vera
eftir å Klaksvikar og Sudur-
oyar sjúkrahúsum. Um vit
siga, at tað kostarð 20 mió.
krónur, so er tað ikki heilt
av leið.
liggur til umlegging
Hinvegin, um Landssjúk-
rahúsið skal taka móti øll-
um hesum, so skal ein deild
stovnastellagerast ul reiðar
í Havn, sum kostar 15 mió.
krónur.
Røntgen-, royndarstovu
og ambolatorium 10 mi6.
krónur og sjúkraflutningur
við tyrlu og skipi, aðrar 10
mió. krónur.
Læknar, sjúkrasystrar og
tól einar 5 mió. krónur.
Framhald á síðu 17
Jógvan Lútzen, formaður í
Rådleggingarnevndini: -
Tilsaman er talan um ein
meirkostna umleið 60
mió. krónur, at flyta allar
sjúklingar í Fóroyum á
Landssjúkrahúsið -